fríggjadagur 13. september 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
jerðina aftur, eftir at hava
rikið á hegum bylgjum, og
hóast ósigrar í Jugoslavia
og Eysturríki i mai, kort-
ini at hava havt vónina
um, at »vit gera tað aftur,
tá vit meta norðurírum á
heimavølli«.
Askodararnir, ið byrj-
aðu væl við taktfestum
»Føroyar, Føroyar«-rop-
um, vendu skammiliga
sínum egnu bakið, hóast
ein 0—5 ósigur als ikki er
nakað at skammast yvir,
tá ein hugsar um, at her
vóru tað amaterar við fót-
bólti sum frítíðarítrivi, ið
mettu spælarum, ið einki
annað hava at gera, enn at
hugsa um og spæla fót-
bólt.
At Feroyar í hesi kapp-
ingini hava fingið trý stig
og trý mál, er framvegis
ein sensatión, og um vit so
tapa tveir teir síðstu
dystirnar við 1000 málum,
kann eingin taka tey trý
stigini frá okkum.
Tað er tí einki at fella í
fátt yvir. Feroysku spæl-
ararnir eru við í hesi kapp-
ing fyri at læra, og endaðu
allir dystirnir sum tnn
fyrsti, var einki ófert, tí
hepni aleina er ikki lær-
dómur. Hinvegin vóru
nógvir glottar at síggja í
dystinum hesaferð, sum
geva dirvi at hyggja fram-
eftir og tora at vóna, at
okkurt mál og okkurt stig
kanska er eftir enn.
Todi nær við
Seinasta korterið av fyrra
hálvleiki var mest
positiva føroyska letan í
dystinum.
Tá sóu vit t.d. unga
klaksvíkingin Toda Jóns-
son blomstra upp og seta
rættiligan spenning í
dystin. Fyrst, tá hann í
30. min. sleit seg leysan í
vinstru síðu og fór fram-
við tveimum ella trimum
bilsnum norðurírum, fyri
síðani at skjóta beint yvir
málinum. Letu seinni var
Todi aftur upp á spæl,
men tá legði hann bóltin
til Allan Merkere, sum
royndi seg við góðum
skoti.
Og aftur nakað seinni
royndi Todi seg við einum
góðum skoti.
Sanniliga ein lovandi
EM-byrjan, og eingin ivi
skal vera um, at danska
verjan um tvær vikur
kann fáa ávísar trupul-
leikar at dragast við, um
føroyska landsliðið tá
dugir at avmarka seg til
verjuspæl við kontra-
royndum.
Nevnast má forrestin
eisini frálíka royndin,
Torkil hevði í seinna hálv-
leiki. Varð hann ikki so
tætt forfylgdur av Alan
McDonald, hevði hann
kanska sæð ein púra leys-
an Kára í hinum borðin-
um, men skotroyndin hjá
å
, A *
+ :
7
Ba
- -
sandavågsmanninum i
sidunetid var so tad nærm-
asta, vit komu okkara
fjórða EM-máli.
Eina aðra ferð í seinna
hálvleiki hevði Jan Allan
Muller eina snøgt sagt
geniala fríspæling av
Torkil, sum tó ikki kundi
varðveita bóltin, tá ov
tjúkt gjerdist fyri. Sigið
so, at vit ikki hava eitt
gott landslið — 47.000
menniskju móti einum
landi við hálvari aðru
millión íbúgvum, hvers
landslið bæði í 1982 og
1986 var við í HM-enda-
spælinum.
Jóannes skaddur
Men fyri at venda aftur til
dystin mikukvøldid, so
hevði liðið ikki serliga
góðar meguleikar at geva
ein 100 prosent innsats.
Stersta grundin til tað
var, at Jóannes Jakobsen
allan dystin spældi, hóast
hann týðiliga var darv-
aður av skaða í lærinum.
Tá tíggju min. vóru eftir
av dystinum, kom Kurt
inn fyri hann, og Mikkjal
flutti aftur á aftasta pláss-
ið.
Hetta skuldi verið gjørt
nógv fyrr í dystinum,
sjálvt um Kurt ikki hevði
vant saman við liðnum
hesar seinastu dagarnar
undan dystinum. Hann
varð innkallaður í evstu
-
*
lotu. Jóannes var ikki
forur fyri at geva ta trygd
og tann aftasta skansa,
hann annars plagar, og tí
átti útskiftingin at verið
farin fram áðrenn.
At Ari varð skiftur út
tíðliga í seinna hálvleiki,
var í lagi, men hinvegin
skuldi tann tá innskifti
Jan Allan Miller havt
byrjað inni. Kári stríddist
væl á fremsta plássinum,
men roynist best á miðj-
uni, meðan Jan Allan í
síðstuni hevur sýnt dygd-
ir, ið avgjørt rættvísgera
at hann byrjar inni í ein-
um slíkum dysti.
Fyri at venda aftur til
Ara Thomassen, so virk-
aði hann ikki so vælupp-
lagdur, og í fleiri forum
var hann ov seinur, tá
byrgjast skuldi fyri inn-
leggum í hegru síðu hjá
norðurírum.
Mikkjal spældi rímiliga
væl í miðverjuni, men
slesaði flestu málsperkini,
samstundis sum hann eis-
ini fleiri ferðir ikki vísti
seg at vera eins ansin, og
vit eru von at síggja hann.
Betri næstu ferð
Tummas Eli og Jan Dam
royndust væl í verjuni,
meðan Abraham, Torkil
og Todi gjørdu tað gott á
miðjuni. Fleiri ferðir helt
Abraham bóltinum so
leingi, at hinir funnu sær
pláss, so teir kundu verða
spældir.
Torkil og Todi høvdu
okkara størstu målkjans-
ir, sum teir tó ikki kunnu
sigast ringir fyri ikki at
brúka betur, og báðir vóru
teir eisini við í verjuspæl-
inum.
Allan stríddist eisini
væl, og má sigast, at
dómarin úr Finlandi ikki
vísti dygdir, tá hann fyrst
gav Allani gula kortið fyri
eina avgjert milda eftir-
takling, ið als ikki hevði
tað uppá seg, ið Kingsley
Black við Hollywood-ten-
densum vildi gera hana
til. Norðurírarnir peikaðu
dómaranum á, hverjum
hann skuldi geva gula
kortið, ið hann annars ikki
hevði vitað hverjum hann
skuldi givið tað.
Var gula kortið burtur-
við, var reyða kortið tað
ikki minni hol í hevdið, tá
Allan Merkere og Gerry
Taggart í jøvnum dysti
lupu upp at skalla bóltin.
Kundi Allan tikið armar-
nar av sær í náttúrligum
lopi upp eftir bóltinum,
hevði alt sjálvandi sæð
eðrvísi út, men hart
kroystur av Taggart kom
hann at nerta bóltin við
arminum, og so helt finski
dómarin, at nú mátti
fimta málið koma av
brotssparksblettinum.
Maðurin í málinum,
Nr. 168 — 13. september 1991
Jens Martin Knudsen,
hevur avgjert staðið seg
betur enn hann gjørdi
mikukveldið, tá hann
sjálvur mundi eiga tvey
av norðurírsku málunum.
Og tá aftasti maður ikki
kann taka alt, er ikki so
legið, at liðið tapir.
Á tíðindafundinum eftir
dystin viðgekk Jens Mart-
in eisini, at hann átti sín
part av skuldini fyri, at
tað gekk, sum tað gekk:
„Ég átti tvey av málun-
um, so eg má bara sláa
fast, at tá eg ikki fái hasar
bóltarnar, so má tað bara
ganga, sum tað gekk<.
Hinvegin er eingin ivi
um, at Jens Martin og hin-
ir gera rættast í at gloyma
handan dystin sum skjót-
ast. Hóast krev um sigrar
og javnleikir hanga yvir
hevdunum á landsliðs-
spælarunum, so er ikki at
hugsa um tað.
Farið nú fullkomuliga
frigjørdir á vellin næstu
ferð móti denum. Fylgið
omanfyri nevndu upp-
skrift, sum tit sjálvir hava
gjørt, og fái á tann hátt
eitt heiðurlift úrslit móti
Danmark.
Tað ber nevniliga væl
til, at tað fer at ganga
betur næstu ferð
hj.