leygardagur 14. september 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 169 — 14. september 1991
OPTIMISME — PESSIMISME
Tað kann vera gott og ikki
at vera ov stórur optimist-
ur (bjartsíggin) — síggja
alt fyri sær í einum strál-
andi ljósi — men opti-
misman skal hóast alt ikki
vera so ljósareyð, at hon
kámar allan veruleika
burt, tí veruleikan má
sjálvt optimist góðtaka.
Ein optimistur ella bjart-
skygdur kann ikki bert
sjálvur gerast vónbrotin,
men tað, sum enn verri er
— kann bjartskygni ikki
einans gerast vandamikið
fyri viðkomandi, men so
sanniliga eisini fyri tey,
tað verður fyrigyklað.
Vitandi er tað hóast alt
munur millum at vera
optimist og pessimist; tí
pessmimisturin sær bart
alt svart fyri sær og dugir
sostatt ongan ljósan
glotta at hóma. Í so máta
ikki avleið at siga, at bæði
optimisma og pessimisma
kunnu vera líka svikalig.
Tað er so langt ímillum
definitión uppá optimisme
og pessimisme ella bjart-
skygni og svartskygni.
Ein optimistur kann væl
geva einum so bjarta vón
uppá tað mest óhugsandi,
at sjálvur optimisturin av-
dúkar seg sum ótrúverdig-
an, meðan pessimisturin
tverturímóti ikki dugir at
síggja nakað ljóst í nekr-
um, men alt tykist honum
belamyrkur, ið heldur ikki
lýsir hann serliga trúverd-
ugan.
Sum heild loysir tað seg
best at vera mitt í millum,
so hevur ein valt ta hóv-
ligu leiðina, tí lítil dugur
er í at geva fólki, hverki
ljósari ella myrkari vónir
enn gott er. Tað verður alt
ov ofta gyklað fólki meir
enn gott er, sum einans
gevur bakslag fyri við-
komandi slíkt ger.
Ávísir politikarar hava
serlig evni at fyrigykla
sær og eðrum veruligt
sum óveruligt, ið einans
setir TEIR í eina sera
keðiliga stødu.
Í so máta havi eg merkt
mær, at landsstýriskv.
javnaðarfloksins er ógvu-
liga varin í sínum orðum
at geva nøkur ljósareyð
lyfti, sum vilja koma
henni aftur umaftur at
hava givið lyfti til hetta
ella hatta. Hetta havi eg
lagt mær í geyma, tá hon
hevur verið spurd í skúla-
málum — annaðhvert tað
so hevur verið nýbygging
ella í eðrum feri, sum ein-
ans tænir henni til fyri-
muns.
Í hesum sama viðfangi
loyvi eg mær at skoyta
uppí, at landsstýriskvinn-
an eisini í orðaskifti hevur
eina verduga atferð við at
duga at taka annans hugs-
an, uttan at geva vreiði-
ligt aftursvar, tí tað ber
als ikki til, ikki at vilja
góðtaka at ikki øll skulu
hava somu hugsan um
dagsins mál.
Verdug atferð móti and-
steðu, gevur fólksins virð-
ing.
D.J.
Foroya Handverksmeistarafelag spyr:
Nær fáa vit ein føroyskan
innmarknað?
Orðið »innmarknadur« er
å hvørs mans munni i dag.
Hetta er eitt av teimum
nýggju orðunum, ið ríka
mál okkara, sum eitt úr-
slit av gongdini í Europa
hesi seinastu árini.
Eystanfyri er Berlin-
múrurin fallin og í Vestur-
europa eru felagsmarkn-
aðarlondini komin væl á-
leiðis við høvudsendamåli
sínum: At bróta niður all-
ar forðingar fyri flutningi
av verum og tænastum
landanna millum.
Eisini nógvir føroyingar
munnu halda tað vera
skilagott, at arbeiðsmegi
og tænastuveitingar
skulu hava frítt at fara um
merk.
Men meðan garðarnir
eru falnir allastaðni í
Europa, er gongdin í Fer-
oyum tann beint øvugta,
tí tær føroysku kommun-
urnar girða seg alt meira
og meira inni, væl stuðlað-
ar av trongskygdum yrk-
isfeløgum og lokalum
»landspolitikarum«.
Eitt dømi er Tórshavnar
Kommuna, sum í ávísum
føri hevur sett entrepre-
nørum ta treyt, at undir-
entreprenørar og alt ar-
beiðsfólkið skal búgva i
Térshavnar Kommunu.
Eitt annað demi er
Fuglafjarðar Kommuna,
sum ikki vildi lata eitt utt-
anbíggja byggifelag
brúka sínar egnu broytfer-
FN
arar, bilar 0.a.
Tad sama er hent vest-
uri i Vågum.
Tað kundi verðið hildið
fram at reksa upp dømi
um, hvussu kommunu-
stýri, hjálpt av áhuga-
bólkum og politikarum,
dýrka almenn arbeiði á
henda hátt og harvið
leggja eitt óneyðugt ok
oman á ta tungu byrðu,
sum land og fólk okkara
knógvar undir framman-
undan.
Undir tílíkum korum
fáa okkara entreprenørar
og handverksmeistarar
ikki virkað til fult gagns
fyri byggiharra og samfe-
lagið sum heild.
Í fyrsta lagi er tað ein
ávísur vandi fyri, at eitt
arbeiði verður dýrari enn
neyðugt, tá ið entrepre-
nerurin verður tvingaður
til at finna undirentre-
prenørar, bilar, broytfer-
arar, osfr. innanfyri eitt
ávíst trongt kommunu-
mark, ístaðin fyri at
kunna fara út á fría
marknaðin eftir tí.
Í ødrum lagi leggja allar
fyritøkur stóran dent á at
byggja upp eitt fast
starvslið, tí við royndum
fólki gongur eitt arbeiði
skjótari, og kostar tískil
Tann týdningur hetta
hevur fyri arbeiðsgongd-
ina, eigur ikki at verða
undirmettur.
Vansin við, at forða
entreprenørum at brúka
sítt fasta fólk, er, at nýtt
fólk skal meira og minni
lærast upp fyri hverja
uppgávu.
Hinvegin skal leggjast
tað er sjálvandi bíligari at
brúka folk á staðnum,
heldur enn at flyta tey
langar leiðir.
Tí heitir Feroya Hand-
verksmeistarafelag á allar
kommunur í Føroyum um
at lata kommunumarkini
upp fyri arbeiðsmegi og
tænastuveitingum.
Feroya Handverks-
meistarafelag heitir eisini
á Landsstýrið og á komm-
unustýrini um at virka
fyri, at øll almenn og hálv-
almenn arbeiði verða boð-
in út alment (í almenna
lisitatión).
Øll onnur hava ásannað,
at tað er tann frá kapp-
ingini, sum gagnar samfe-
lagnum best í longdini. Og
tað, sum loysir seg fyri
samfelagið, gagnar eisini
einstaklinginum best.
Nær fara feroyingar at
taka hesa sannroynd til
sín? Nær fáa vit ein inn-
marknað i Føroyum?
13. september 1991
Vilhelm M. Johannesen
formadur
CY Lagt til rættis:
Oddbjørg
Poulsen
Jesus tosar vid
Nicodemus
Ein rådharri hjå Jødunum æt Nico-
demus.
Hann kom til Jesus um nåttina.
Hann var møguliga bangin fyri at
onkur skuldi siggja hann. Men Jesus
tosadi vid hann alikavæl.
Nicodemus segði vid Jesus: Eg
veit at tå ert Lærari. Eg veit at Tú
ert komin frå Gudi. Eg veit at eingin
kann gera alt tað sum Tú ger, uttan
at Gud er við Honum. Nicodemus
hevði skilt, at Jesus hevði nakað gott
til ell menniskju, sum eingin annar
kundi geva.
Jesus svaraði honum at ein mátti
vera føddur av nýggjum, fyri at
kunna síggja ríki Guds.
Eftir at teir høvdu práta eina letu,
segði Jesus tey orðini, sum tú nokk
ofta hevur hoyrt fyrr.
»Ti so høgt elskaði Gud heimin, at
Hann gav Son Sín hin einborna, fyri
at hver tann ið trýr á Hann, ikki skal
fortapast, men hava ævigt lív.
Hvat sigur Jesus við Nicodemus ?
|
|
Her sært tu, hvat teknini merkja.
D|e
| Í
i ;
en »wy &.
j
RE
Í
|
{
Í
i
Í
!
.
(5
N
i
|
fe
i
— 20 … mn md
sj Þjs
um ———— ——r… ——
|
nf
|
|
|
1
|
3
>
re
Bi:
23
|
| PÅ
1)
L
4
|
!
|
|
Í
|
Í
——<.——
'
|
>