Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. september 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 176 — 25. september 1991 Fíggjarmálaráðharrin við nýggjum uppskoti: Nu verður biligari at ganga gryla . -og haraftrat verða ganda- og skemtilutir — biligari í tolli. Tingmenn søgdu seg tó |} ivast í um tað fór at eydnast figgjarmåla- + 3 ráðharranum í at ganda landskassan upp á rættkjøl Jógvan Sundstein, fíggjar- málaráðharri hevur leingi boðað frá, at hann fór at koma við einhvørjum upp- skoti, sum skuldi gera sítt til, at landskassin fekk fleiri tollinntgkur. Og nú kom tað. Hetta hendi á: uingfundinum mánadagin, tá fíggjar- málaráðharrin legði fram uppskot um broytingar í tolllógini. Sambært hetta uppskot vil landsstýrið minka tollin á ávísum skreytvørum so sum lukt- ilsi, kosmetikki, prýðis- lutum og ikki at gloyma - sum tað verður sagt í grein 4 - grýlu-, og aðrir undir- haldslutir, íroknað ganda- og skemtlutir. Orsøkin ul, at landsstýri- ð vil broyta tolllógina fyri hesar vørur er, at hesar verða neyvan keyptar í Føroyum, tí tollurin er so høgur. Bjargar neyvan landskassanum Tå núverandi fíggjarlóg varð samtykt varð roknað við, at landskassin fór at fáa 650 milliónir inn í tollgjøldum. Men so verð ur ikki. Tollinntøkan fer helst at liggja um 50 milltónir lægri. Hvat hetta uppskotið fer at ávirka tollinntøkuna er ilt at síga LUngmenn Sum nøvd #1 11CStu 1 Orð- era ivasamir um tur fóru at koma i kassan av hesum ávum. Vilhelm Johannesen á- sannaði, at nú fór at verða bíligari at ganga grýla, og at útgerð til at ganda við, verður somuleiðis biligari, men hann segði seg ivast í, um tað við hesum fór at bera til at ganda fleiri pengar í landskassan. Eis- int ivadist Lasse Klein um dygdina i uppskounum. Kanska tað fór at bjarga men > fleiri krør onkrari fólkafloksommu, sum selur luktilsi, helt tingmadurin hjå Sjålv- styrisflokkinum fyri. Sleppa uppbremsing- arpolitikinum Finnbogi Arge var held- ur ikki fyri uppskotinum. Hann helt hetta vera eitt skeivt signal ti tað førir til størri innflutning, og fær ti handilsjavnan skeiva veg- in. Hann helt, at vid at lækka tollin, var lands- styrid vid at sleppa upp- bremsingarpolitikkinum. Finnbogi fsakson helt fyri, at hetta vóru góð tíðindi fyri tey, sum dáma bíligt luktilsi, men hann segði seg tó ivast i, um uppskotið fór at bjarga landskassanum. Skuldi tað gjørt nakran mun í inn- tókunum bar hann ótta fyri at vit øll máttu ganga í einum luktilsisrúsi. Tingmaður tjóðveldisfloksins segði seg eisini ivast i, um veran gerst biligari um tollurin verður minni og vísti á, at herfyri varð Síða 3 tollurin á timbri settur niður, men tað merkti brúkarin ikki nógv til. tór.- Sambært uppskotinum hjá Jógvani Sundstein verður nú bíligari at ganga grýla Sama brenni- studningur sum í fjør Fyri landsstýrið hevur Jóannes Eidesgaard lagt uppskot á ting um brenni- og samskiftisstudning til pensionistar. Eftir uppskotinum fáa pensionistar 1943 krónur í brenni- og samskiftisstudningi. Hetta er sama upp- hædd sum i fjør. Hendan studning fåa allir pensionistar sum ikki hava eina stórri årsinntøku út um pensiónina enn 80.000 krónur fyri hjún, og 60.000 krón- ur fyri støk. Stud- ningurin er ikki skattskyldugur. Hendan studning hava pensionistar nú fingið seinastu tíggju árini. Fyrstu árini fingu pensionistarnir eina lægri upphædd, sum bert varð roknaður sum brennistudningur, men frá 1988 varð ein stuðul til partvísa rindar av ul dømis telefongjaldi, sjónvarps- og útvarpsgjaldi, lagdur aftrat brennistudninginum. tór.- Lættari at fáa avlamisbil Í samband við uppskotið um at lækka biltollin mælti Vilhelm Johannesen til at broyta reglur- nar um avlamisbilar soleiðis, at rórslubrekað kunnu fáa ein bil, sum hóskar teimum best Ein rørslubrekadur hevur í dag møguleika til at fáa eim bil uttan at rinda fult tollgjald. Hann kann eisini fáa lán og ein ávísan stuðul, men treytin er, at bilurin má ikki kosta meir enn tað sum svarar til ein av teimum smærru bilun- um, sum eru at fáa. Hetta fyrivarni er í mongum fórum ein forðan, og nøktar ikki tørvin hjá einum rørslubrekadum. Hetta sóu vit eitt dómi um í sjónvarpinum sunnu- kvøldid. Vilhelm Johannesen, løgtingsmadur hevur nú tikid spurningin upp í tnginum. Undir ordaskifti- num um at lækka biltollin førdi tingmadurin fram, at rørslubrekadi hava annan tørv enn onnur, og ti mælti hann til at Skattanevndin fer at taka målid upp av nyggjum vid ti fyri eygad, at gera treytirnar, at fåa avlamisbil, betri. 10.000 biligari Eftir uppskotinum, sum fígjarmálaráðharrin hevur lagt fyri tingið, skal tollurin lækkast so mikið, at ein vanligur bilur verður umleið 10.000 krónur bíligari. Á hendan hátt roknar fíggjarmálaráðharr- in við, at fleiri bilar verða seldir. Tað vóru annars fleiri tingmenn stórliga í iva um. Tað vóru eisini tingmenn sum fegnir vildu vita, hví tað var so umráðandi hjá landsstýrin- um at fáa fleiri nýggjar bilar seldar í Føroyum. Uppskotið hjá lands- stýrinum er annars áleið tað sama sum var fyri á tingið í vár, málið. men tá fall tór.- Fíggjarmálaráðharrin Vi fegin hava, al fleiri ! h r r K !Åjp 221r Dilar vé d seial