leygardagur 28. september 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sn.
Nr. 179 — 28. september 1991
Góð heilsa er
størsta gåvan
- Eg havi livað eitt langt og áhugavert liv og hava hitt nógv fólk um
allan heim. Heilsan er framvegis góð, og tá kann eg ikki ynskja mær
meira, sigur Anette Wang í Havn. Í morgin verður hon 80 ár
- Hesa vikuna havi eg tíkið
frí frá skrivstovuni, so eg
verði heima. Annars dugi
eg ikki at síggja, hvat er at
tosa við meg um av al-
mennum áhuga.
Soleiðis segði Anette
Wang í Havn, tá vit ringdu
til hennara fyrr í vikuni.
Anette er so beskeðin, men
hon er blíð og tekur væl
ímóti, tá vit koma at vitja
hana í Tréndargøtu 47.
Arbeiðið sítt, hon hesa
vikuna hevur verið frá, er á
skrivstovuni hjá Amnesty
International í Vágsbotni. Í
fleiri ár var hon formaður
har, og sjålvt um hon ikki
longur er í nevndini, heldur
Anette fram við sjálvbodna
arbeiði sínum á skrivstov-
uni. Men hesa vikuna hevur
hon tikið sær frí frá arbeið-
inum, tí onkrar fyrireiking-
ar hevor hon havt í sam-
bandi við, at hon í morgin, á
mikkjalsmessu, verður 80
Anette Wang hevur verið
í Føroyum síðan beint eftir
kríggið.
- Føroyingar vóru av-
skornir frá umheiminum
undir krígnum, og tað sama
var við okkum í Danmark.
Vit kendu okkum inni-
stongd í Danmark, og tí var
útlongsulin stórur hjá nógv-
um, tá kríggið var av, sigur
Anette.
Um tað mundið var Juul
apotekari í Føroyum. Anet-
te kendi beiggja hansara,
sum eisini var apotekari, í
Danmark, og tá Tjaldurs
Apotek í Havn søkti eftir
tveimum farmaceutum,
fekk Anette Faber, sum hon
tá æt, annað starvið. Anette
hevði nøkur ár framm-
anundan tikid prógv sum
farmaceutur og hevði ar-
beitt í Odense. Hesir
donsku farmaceutarnir
komu við fyrsta veruliga
ferðamannaskipinum eftir
kríggið til Føroya.
lår móttska
ímóti. Tá sá eg fyrstu ferð
føroyska flaggið, sigur
Anette.
Tey fóru fyrst niðan á
apotekið at sova tað, ið eftir
var av náttini.
Dagin eftir fór Anette til
Hilbert, amtmann, sum
syrgdi fyri, at hon fekk eitt
kamar í landslæknahúsin-
um.
- Hilbert var bilsin, tá eg
segði honum, at eg hevði
staðið millum alt hetta
fólkið í gleðisrúsi og veittr-
að við føroyska flagginum.
"Svingede De virkelig med
det færøske flag, Frøken
Faber?” segði hann.
Anette hevdi eisini verid
hjå Madam Ellingsgaard og
spurt seg fyri um innivist,
men Ellingsgaard vildi ikki
hava kvinnur búgvani.
Mannfólk búðu har. Anette
át tá á matstovuni, og har
hitti hon Knút Wang, sum
hon seinni giftist við. Knút
búði tá hjá Ellingsgaard.
Stóð væl til
- Tað var eitt land í blóma at
koma til samanborið við
tað, eg kom frá. Fólk høvdu
bæði kaffi, te og klæðir, so
eg sendi beinanvegin
pakkarniður til familjuna, tí
í Danmark stóð illa til við
vørum. Her var sanniliga
vælstandur. Eg sá enntá, at
børnini høvdu pengar at
keypa bomm fyri. Tað
hevði eg ikki sæð áður.
Tað var stór avbjóðing
fyri Anette og nýggja
starvsfelaga hennara at
koma til Føroya at arbeiða.
Juul, apotekarin, gjørdi eina
ferð til Danmarkar við sama
skipi, sum hevði flutt tey til
Føroya. Tey stóðu so har
einsamgll við apotekinum
undir sær. Tey noyddust
sjálv at gera alt arbeiði,
vaska fløskur o.a. Anette
letur væl at samstarvinum
við starvsfólkini á apote-
kinum.
Eitt stutt skifti var hon á
apotekinum á Tvøroyri og
arbeiddi. Anette hevur eis-
- Familjan hjá mær í
Danmark sendi mær donsk
súrepli. Eg hevði onga aðra-
staðni at leggja tey enn í
vindeygað á apotekinum.
Fólk komu og vildu keypa,
tí tey høvdu ikki sæð súrepli
áður. Á Tvøroyri lærdi eg
tey fyrstu føroysku orðini:
"Eg veit ikki", sum ein
genta altíð segði.
Anette arbeiddi eitt ár á
apotekinum, men árið eftir
fór hon afturtil Danmarkar -
við Kongshavn.
- Ferðin tók seks dagar.
Skipið var lastað við silda-
olju, og eg minnist at alt
vidføri mítt luktaði av
sildaolju.
Anette fór fyrst til Árhus
atarbeiða eina tíð. Stutta tíð
eftir, at hon fór niður, kom
Knút aftaná, og tey giftust.
Hann arbeiddi fyrst á Jyl-
landsposten, og tá tey síðan
fóru til Keypmannahavnar,
har hon fekk arbeiði á ein-
um apoteki, og hann á
skrivstovu.
Í Danmark eitt skifti
Í 1948 fóru tey bæði aftur til
Føroya og fluttu inn í húsini
í Tréndargøtu, har Anette
framvegis byr. Tey fyrstu
árini leigaðu tey húsini frå
Torstein Petersen, men
nøkur ár seinni keyptu tey
húsini.
Meðan sonurin Sverri var
liul, var Anette heima, men
so tók hon uppaftur arbeiðið
sitt á apotekinum. Næstan
alla tíðina arbeiddi hon
hálvan dag fyri eisini at
kunna røkja hús og heim.
Hon var á apotekinum, til
hon fylti 70 fyri 10 árum
síðan.
Bilti ikki at gevast
- Tað var eitt sindur løgid at
fara frá. Hinvegin var tað
gott, tí tá komu teldurnar,
og tí hevði eg onki ímóti at
LE
Anette Wang hevur i
åravis arbeitt trúfast i
Amnesty International,
Føroya Deild. Gjøgnum
hetta arbeiðið hevur hon
fingið vinir og kenn-
ingarum allan heim
sleppa frá at seta meg inn í.
Sjálvandi saknaði eg fólk-
ini, eg arbeiddi saman við.
Men eg veit ikki, um eg
saknaði arbeiðið sjálvt.
Fakið broyttist so nógv tá.
og bleiv meira eftirlitsar-
beiði. Og tá ein upplivir tað
soleiðis, er líka gott at gev-
ast.
Anette sigur, at hon bein-
anvegin fall til í Havn og í
Tréndargøtu við gllum
urtaggrðunum. Sjálv var
hon yvirlæknadóttir, upp-
vaksin í Helsingør.
Fest røtur
Vit bådar tosa eitt sindur um
gamlar dagar, men Anette