leygardagur 28. september 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 179 — 28. september 1991
livir meira í nútíðini.
Sjálvandi fellur prátið eisini
inn á hjúnarlag hennara við
Knút, sum í mong ár var
blaðstjóri á Dagblaðnum.
Tey høvdu eitt gott lív
saman. Knút Wang var
løgtingsmaður og blað-
stjóri, og tann vegin kom
hon at kenna uppaftur fleiri
fólk.
- Tá Knút doyði, vórðu
tað fólk, sum spurdu meg,
um eg ikki hevði hug at
flyta aftur til Danmarkar.
men tað hevði eg ikki
kunnað. Eg havi fest røtur
her, sjálvt um eg ikki nakra-
ntíð verði føroyingur. Hvat
skuldi eg gjørt í eini íbúð í
Keypamannahavn einsa-
mgll. Her búgvi eg fyri meg
sjálva, men eg kenni meg
ikki einsamalla, so nógv
fólk sum eg kenni. Men eg
fari uttanlands eina ella
tvær ferðir um árið. Eg havi
stundir til tað og syrgi fyri at
hava ráð til tað eisini.
Anette hevur altíð havt
góðan ferðingarhug, og
hennara hugaheimur rgkk-
ur eisini langt út um land-
oddarnar. Hon og Knút
plagdu at ferðast, og tann
vanan legði Anette ikki frá
sær, tá hon í 1976 bleiv
einkja. Heldur tvertur-
ímóti.
- Ferðir til baðistrendur
hava ongantíð sagt mær
nakað. Eg vil uppliva
nakað, tá eg ferðist. Og
nógv hevur hon upplivað á
sínum mongu ferðum.
Hon hevur verið á fýra
ársfundum í ymsum lond-
um hjá Amnesty Inter-
national, fleiri ferðir verið á
málskeið í Fraklandi og sæð
fleiri lond um allan heim.
Eitt árið var hon og vitjaði
ein suðurafrikanara, sum
hevði verið samvitskufangi
hjá Amnesty International.
Hon fylgdist til Suðurafrika
við skyldfólki hansara, sum
búði í Onglandi. Í 1985 var
Anette á alheims kvinnu-
ráðstevnuni í Kenya, og tá
hon var komin so langt,
vildi hon síggja meira av
landinum og fór á safari inn
í landið at síggja villini
djórini og síðan til Mom-
bassa. Í 1989 var hon í
Bangladesh við einum
ferðalagið hjá Santalmissi-
ónini. Fleiri ferðir hevur
hon verið á háskúla í Dan-
mark, og tað hevur verið
líka áhugavert hvgrja ferð
Gott endamál
Arbeiðið í Amnesty Inter-
national, Føroya deild, hev-
ur havt stóran týdning fyri
Anette Wang. Í 23 árhevur
hon verið limur í felags-
skapinum og er framvegis
líka eldhugað.
- Tað kennist so væl at
kunna gera okkurt gagnligt,
og haraftrat eri eg komin í
samband við hópin av fólki
um allan heim. Eg var næst-
an rørd, tå eg nú fekk fød-
ingardagskort frá fólki, eg
havi verið í sambandi við í
Amnesty.
- Eg havi eisini eitt SOS-
barn. Tað er ein níggju ára
gomul genta í India. Nú ein
dagin fekk eg bræv frá
henni. Hon er fjórða SOS-
barnið hjá mær. Hini eru øll
vaksin nú. Onkur vil halda,
at tað munar so lítið at lata
pengar til at forsyrgja ein-
um barni. Men eg sigi sum
so, at eitt barn er eitt barn.
Tá tað barnið veksur til, fær
tað at vita, at tað eru onnur
menniskju í heiminum, sum
vilja hjálpa: Tað er ein máti
at virka fyri eini betri verð.
Keðir seg ikki
- Annars fái eg tíðina at
ganga við at lesa, eg komi
nógv út og royni at fylgja
við. Eg fari í Filmsfelagið,
og tónleik dámar mær væl,
so eg eri eisini ofta til
konsertir.
- Og so havi eg verid so
heppin at hava havt góða
heilsu. Ikki tí eg havi gjørt
nakað serligt fyri tað, sigur
Anette, flennir og festir sær
í aftur. - Eg gangi tó til
fimleik og gangi túrar og
navi ikki sama skund nú
sum áður.
Anette Wang heldur fød-
ingardagin í morgin saman
viðskyldfólki og næstu vin-
unum. Hon hevur eina tví-
burðarsystir, sum er jur-
istur, men ikki arbeiðir
longur. Tær báðar eru nær
knýttar. Hon hevur eisini
ein eldri beiggja. Øll
systkini og børn teirra eru
líka góð við hvgnn annan.
- So leingi heilsan er,
kann eg ikki klaga um
nakað. Góð heilsa er størsta
gávan, sigur Anette Wang.
randi
sø,
KN
4
I IUNUABISNJØGS k WuINDPJO GINA
Wu
Selja brúkt ljóðferi
Um ikki so langa tíð letur
nýggjur handil upp í mið-
býnum Havn. Ein nýggjur
handil, ið fer at selja brúktar
vørur.
"Tónaskálin", ið sølu-
búðin fer at eita, skal selja
tónleikaútgerð, t.d. ljóðfóri
og útgerð, stereoanlegg,
plátu- og bandspælarar,
plátur, bond og ymist ann-
að. Í flestu førur verða
brúktir Lutir at fáa í sólubúð-
ini, men nýggir lutir verða
eisini seldir, tá handilin
finnur okkurt gott tilboð
innan- ella uttanlands.
Brødurnir Benjamin og
Jón, sum saman við ødrum
hava tikið stig til handilin,
sigur, at hugmyndin aft-
anfyri tiltakið er, at eingin
skal noyðast at lata vera við
at spæl tónleik, ella verða
forðaður í at lata børnini
spæla, tí tey ikki hava ráð.
Tí lata teir upp hesa "second
Hand" sølubudini.
Teir ivast ikki í, at nógv
fólk hava ymiska útgerð
liggjandi, sum ikki verður
brúkt. Hesi kunnu lata sølu-
búðini ljóðfgrini ella annað
at selja, so onnnur áhuga
kunnu ogna sær vøruna bil-
igari. Prísur og flutningurin
verður avtalaður við sølu-
búðina. Peningurin verður
latin fyri vøruna sama dag,
sum hon verður seld. Alt
verður tryggjað, meðan tað
stendur á goymslu.
uilbe
pnuuns 60 Bep Djineuny
xt
Y880I 867
— —
(+
tLLBET 86
spur/s| 3010.
UAPYSIOL OI T-4:
£Þ X0qISO-
urðaaaefð340 OIA
/A 198910
e(661 WS3
gel OTIIH9,
-"007'81 MM