leygardagur 5. oktober 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 184 — 5. oktober 1991
Hendan fyrsta dystin
varpaði Magni ikki út alla
tíðina, tí samstundis vóru
eisini aðrir dystir kring
landið á skránni, so hann
fekk hvílt seg inn ímillum.
>Men at varpa ein heilan
dyst, er ikki bara sum at
siga tað, og tá er ein rætti-
liga móður aftaná. At tosa
— stórt sæð uttan íhald — í
90 minuttir kann vera sera
mødsamt.«
9-0 var ikki stuttligt
Magni greiðir frá, at tað
tó langt frá altíð er so
stuttligt at varpa út:
>Miðskeiðis í 80'unum
var landsliðið og spældi
dyst í Kópavági móti ís-
lendingum, og tá gekk ikki
so væl. Okkara menn taptu
9-0,< sigur hann. >Tá var
einki serliga stuttligt at
skula siga frá, meðan mál-
ini bara skolaðu inn. Eg
minnist, hvussu tann ísl-
endski ljóðmaðurin hugdi
uppá meg við djúpari sam-
kenslu og følandi eygum,
meðan regnið oysti niður,
og tað næstan ikki bar til
at standa. Aftaná tann
dystin skrivaði íslendska
pressan, at verjan sprakk
og alt lak inn.<
Men nú er eitt sindur
ødrvisi, og Magni kann
ikki lata vera við at nevna
minniliga dystin í Lands-
krona móti Eysturríki, tá
Føroyar vunnu 1-0.
>Tað var heilt fantast-
iskt, og tað sama í ítróttar-
parkini í Keypmannahavn
ein mánað aftaná, har tað
fr
Magni Arge: »Dysturin i
fjór millum KÍ og MB i
Klaksvík var nakað heilt
fyri seg. Eg gav i hålv-
leikinum Jógvani bróðuri
boð um, at hann helst
mátti vera oftari inni, tí
her var dysturin avgjørd-
ur. Stødan var jú 4-0 til
MB. Men so komu klaks-
víkingar í gongd, og mál
fyri mál otaðu teir seg
inn á mið,. ar, so endin
var, at KI vann 5-3. Tað,
sum eisini var stuttligt,
var at nógv fólk rýmdi í
hálvleikinum, men sum
seinni hálvleikur leið,
mundu tey fáa brell av tí,
tey hoyrdu í útvarpinum,
tí tá avtornaði var aftur
fult av spentum klaksvík-
ingum kring vøllin.«
var ein ótrúligur stemning-
ur vid øllum hasum fólk-
inum (38.500 åskodarar,
blåm.), sum har var komið
at hyggja at.«
Bangin fyri Sorli
Jógvan kann sum
vituligt er venda sær
uppaftur longur aftur í
tíðina við sínum 26 árum
sum útvarpari, og hevur
hann eisini hug at nevna
ein dyst í Íslandi, sum tio
fekk annað úrslit enn 9-0
til íslendingar.
>Tað var í 1967, at
landsliðið fyrstu ferð
skuldi meta íslendingum
eftir tað stóra 10-0 tapið í
1962, og satt at siga, so
var eg eitt sindur bangin
fyri einum sorli aftur hesa-
ferð,< sigur Jógvan. >Men
tað skuldi vísa seg, at før-
oyingarnir kempaðu væl
og enntá komu á odda í
dystinum, tá John Sigurð
úr KI skjeyt mál til 1-0.
Og hóast íslendingar fingu
tvey mál og vunnu 2-1, so
var hetta eitt øgiliga gott
úrslit tá, og er tað enn.«
Jógvan vil eisini fegin
greiða frá tiltiknu hond-
bóltsferðini í 1976, tá
hondbóltslandsliðið niðri í
Portugal fekk fleiri ótrú-
liga góð úrslit. Hann sigur,
at hyrurin í Føroyum eftir
teir dystirnar minti nógv
um tað, sum var eftir eitt
nú Landskrona-dystin
móti Eysturríki.
>Ta ferðina vóru tað
spælarar sum Kári Mort-
ensen, Hanus Joensen,
Finnur Helmsdal, Eyðfinn
Egholm, Kristin Johansen
og eg haldi eisini Sverri
Jacobsen, ið mannaðu
liðið,< sigur Jógvan. >Teir
vunnu fleiri dystir, og tað,
sum varð tapt, var við
einum máli og soleiðis
móti fleiri av teimum
tjóðunum, sum tá vórðu
roknaðar fyri nakað
veruliga stórt í altjóða
hondbólti.<
Fýra mans frá útvarp-
inum við í Miinchen
Tá olympisku leikirnir
vóru í Miinchen í 1972 var
útvarpið við. Ikki færri
enn fýra mans fóru avstað
— tveir teknikarar og so
Niels Juel og Jógvan.
»Einki sjónvarp var at
siggja i Føroyum tå, so ti
var hetta einasti møguleiki
hjå føroyingum at fylgja
við i, hvat fyrifórst har.
Vit løgdu serliga dent á at
dekk alt tað, sum hevði
við Norðurlond at gera,
men tað kom eisini meira
enn so fyri, at vit varpaðu
út frá gðrum, millum
annað hondbóltsfinalan
millum Jugoslavia og
Rumenia var á skránni.
Hetta vóru tey bestu liðini
í heiminum tá,< minnist
Jógvan.
> Vit vóru serliga til stað-
ar, tá talan var um svimj-
ing, fótbólt og hondbólt,
men eisini ítróttargreinar
sum flogbóltur og boksing
vóru við í tí, vit sendu
heim til Føroya. Tilsam-
ans høvdu vit 60 beinlei-
dis senditimar í teir fjúrtan
dagarnar.<
»Og so var tað ikki
minst keðiliga hendingin,
tá ísraelska bygdin varð
álopin av terroristum, sum
gjørdi, at vit har vóru mitt
í eldinum heilt bókstavi-
liga,< sigur Jógvan.
Ferðin í Norðurírlandi
tann besta higartil
Hóast Arge-brødurnir
uttan hóvasták kunnu leita
aftur til ymsar hendingar,
ið fólk eisini minnast aftur
og kenna frá útvarpingini,
hevur ikki minst hetta
síðsta árið sett seg fast.
»EM-kappingini hevur
givið okkum nógvar góðar
upplivingar, og úrslitini
hava eisini sum heild verið
heilt ótrúliga góð,< sigur
Magni. >Serliga haldi eg
ferðin til Norðurírlands,
sum varð krýnd við tí frá-
líka 1-1 javnleikinum í
Belfast, var góð.<
Ur Belfast sendu Arge-
brødumir alla somlu tíðina
frá landsliðshópinum, um-
framt at teir eisini fingust
við aktuellu politisku stød-
una har niðri. Millum ann-
að høvdu teir okkurt úr
norðurírska tinginum, sum
ætlanin er at endurreisa.
»Eg haldi, at tað var so
spennandi at vitja eitt av
okkara nærmastu granna-
londum, sum tó var heilt
gørvísi, enn tað eitt nú er
her heima hjá okkum,<
sigur Magni.
»Føroyar hava
skor...Xzcmíð...rað<
Tað, sum flestu lurtarar
óivað minnast aftur á frá
dystinum og ferðini hjá
Arge-brødrunum í Norð-
urírlandi, var útvarpingin í
sambandi við føroyska
málið, sum Kári
Reynheim gjørdi í seinna
hálvleiki.
Jógvan Arge hevði orð-
ið, tá málið kom, men
hann kom bert hálvur
gjøgnum semingin, áðrenn
Magni mátti yvirtaka, so
lurtararnir kundu hoyra,
hvat veruliga fyrifórst.
Men hvat var tað so,
sum hendi, tá Jógvan misti
málið og ljóðaði, sum
hann var um at kvalast?
>Ég veit ikki sjálvur
veruliga, hvat tað var, sum
hndi, men eg haldi, at eg
fyrst má greiða frá forsøg-
uni, sum byrjaði við, at eg
í eitt hálvt ár hevði sjúkur
í hálsinum. Tað vóru
onkrar knýtingar í sjálvari
røddini, sum ikki vildu
fara burtur. Og undan
dystinum var hjá
hálsalæknanum, men hann
segði seg ikki síggja
nakað, hvat orsgkin so
kundi vera til hetta,< sigur
Jógvan.
>Tá so hatta málið kom,
fekk eg púra propp, og alt
knýttist saman, so eg ikki
fekk orðið upp í teirri løt-
uni, men so var yvirstaðið,
og eg kundi halda fram.
Síðani havi eg verið spill-
Jógvan Arge: >Nógvir av
dystunum í 1. deild í ár
have verið sera góðir,
men eg haldi 8-2 dysturin
millum HB og B36 ber
prísin. Ein so stórur HB-
sigur kom óvæntaður, so
tað forslerdi, og eg má
siga, at tað var sera
stuttligt at síggja, sjálvt
um eg væl skilji, at tað
ikki mundi vera so stutt-
ligt hjá teimum B36-við-
haldsfólkunum, sum
vóru í Gundadali og
hugdu.«
Síða 13
friskur i hålsinum, so hatta
målid hjå Kåra var tann
reini leikidómur fyri min
háls,< er nidurstødan hjá
Jógvani, sum saman við
bróðrinum aftur hetta
komandi vikuskiftid skal
varpa út toppdystirnar í 1
deild.
Gera veruleikan
meira spennandi
Talan er sjálvsagt um
endaspurtin millum KÍ og
B36 um FM-gullið.
At annar teirra verður í
Havn og hin í Gøtu liggur
púra fast. Men hvør av
teimum verdur hvar, skulu
vit ikki avdúka her. Tann
spenningin skal lesarin
eisini eiga í dag og hálvan
morgindagin.
Í byrjanina av hesi grein
varð nevnt, at onkur vil
vera við, at Arge-
bróðurnir vidhvørt eru so
Oførir við mikrofonini, at
teir enntá gera eitt nú
dystirnar nógv meira
spennandi, enn veruleikin
er.
Um so er, ber óivað væl
til at togast aftur og fram
um, men í hvussu er man
fåur ivast i, at teir hvørja
ferð »spæla ein góðan
dyst<, og skuldi tað, ið fer
fram inni á vøllinum ikki
svara til tað, ein væntar
sær, er eingin grund at
vera bangin fyri at Arge-
brødurnir í búrinum ikki
geva seg fult út, tá á
stendur...