Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Hon sjolivid valdi Marina Klein úr Klaksvík er fyrsta fóroyska kvinnan, sum fer at læra til skipsførara Marina hevur sínarroyndir sum sjómaður frásiglingstíð síni við trolara og farmaskipum. Nú lærir hon at seta út í kortið Fríggjadagin fór Ólavur Halgi út, og umframt teir 11 menninar umborð, fóru 13 næmingar á Føroya Sjó- mansskúla, tveir næmingar á Kokkaskúlanum í Klaks- vík og tveir praktikantar úr fólkaskúlanum við. Veðrið var einki serligt, men tað løgdu hesir kom- andi sjómenninir als einki í. Í hvussu er ikki Marina Klein. Marina er fyrsta før- oyska kvinna á Føroya Sjó- mansskúla. „Sosialurin var umborð á Olavi Halga eina løtu, áðrenn tey løgdu frá landið fríggjadagin. Eitt tað fyrsta menniskja, vit møttu, var Marina. Hon var komin um- boð ein tíma undan fráferð. Tey høvdu fingið at vita á skúlanum, at skipið sigldi klokkan fýra, og so var at vera har, helt hon. Floks- felagarnir komu so við og við. Tað fyrsta var at finna sær eina koyggju. Tað man ikki vera á hvgrjum túri, at kvinnur eru við Olavi Halga, men tað ber væl til. Tey skipaðu seg á tann hátt, at Marina fekk kamar sam- an við tveimum gentum av Kokkaskúlanum í Klaks- vík. Eingin ger mun Vitseta okkum í messuna at práta. Har situr onkur næmingur aftrat og nakrir av føstu manningini. Mann- ingin tekur tað heilt na- túrligt, at ein kvinna nú kemur við av sjómansskúl- anum. So, so, hon ætlar at verða skipsførari. Marina sjálv ger eisini lítið burturúr ti, at hon hevur valt at fáa sær slíka út- búgving. Tað hevur hon altíð ætlað sær. - Longu tá eg gekk í skúla í Klaksvík, setti eg mær fyri at verða sjómaður. Tá vit skuldu í praktikk, søkti eg um at sleppa við farma- skipi, men tað slapp eg ikki, sigur Marina. Hon hevur ongantíð møtt nakrari forðing fyri at fara henda vegin. Foreldrini hava alla tíðina stuðla, og somuleiðis vinfólkini. Men onkur av vinfólkunum hev- ur kortini sagt: At tú tímir. Marina skilir væl, at ikki kvinnur fáa sær slíka út- búgving. Tað er eingin framtíð í tí hjá teimum, sum ætla at fáa sær familju. Marina er 22 ára gomul og hugsar íkki enn um at stovna familju. Arbeiðið kemur framum í hennara hugaheimi. Siglingstíð . Sjólívið er ikki ókent fyri Marinu, tí hon hevur sjálv- sagt sína siglingstíð, sum hon fekk við at at vera við trolaranum Føroyingi og vid farmaskipunum Atlan- tic Cloud og Tec Venture. Tad gekk væl at vera dekk- ari å farmaskipi, men vid trolara var tað alt ov tungt fyri eitt konufólk, so tungir toskarnir eru. Við farma- skipunum hevur hon verið í Karibiska havinum, í Mex- ikanska flógvanum og heilt úr Grønlandi niður til Afrika. Marina hevur eisini verið á sjóvinnuskúla i Sønder- borg, har hon fekk prógv í Nr. 185 — 8. oktober 1991 Myndir: Kalmar Fríggjdagin seinna- partin legði ÓlavurHalgi frá landi við sjómans- skúlanæmingum umborð. Fyri fyrstu ferð var ein kvinna millum næmingarnar 1987. Síðan hevur hon siglt. 6. august í ár fór hon so á Føroya Sjómansskúla i Havn. Móttgkan var góð, og trupulleikar havaeingir ver- ið. Men skúlin var ikki inn- rættaður til at hava bæði konufólk og mannfólk. Har vart.d. baraeitt wc, men tað er broytt nú. Marina heldur ikki, at skúlin ger nakran mun á henni og mannfólkinum, og gott tað sama. Eftir eitt ár á sjómans- skúlanum fáa tey útbúgv- ingina, sum kallast vakt- offiserur. Tey kunnu gevast tá. Hetta er ein nýggj ú- búgving, sum danska reið- aríið A. P. Møller skundaði undir at skipa, tí trotið var so stórt á yvirmonnum til farmaskip. Ein vaktoffiser- ur gongur á vakt um dagin umborð, hann dugir at navi- gera, men hevur ikki bein- leiðis nakra ábyrgd, veit Marina at siga. Henda skipan byrjaði í ár og dettur væntandi burtur aftur á nýggjárinum. Tann gamla stýrimansútbúgvingin er ikki til longur. Marina ætlarikki at geast á skúllanum, tá hon verður vaktoffiserur, men heldur fram tvey ár aftrat á skúl- anum, til hon er skipsførari. >