Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 185 — 8. oktober 1991 j Gjørdu okkara hesta Tad heyði verið óðamannaverk at farið út í Hest hósdagin við fleiri ferðafólkum umborð eftir skaddum manni, sigur Finn Clementsen, skipari á Rituni. Hann heldur, at fólk eiga at venda sær til sjúkrahúsverkið heldur enn til Strandferðsluna við klagum um sjúkraflutning- in Gjáramorgunin fekk Bygdarráðið klagar um Strandferðslan bræv frá sjúkraflutningin og vísir til Hest Bygdarráði. hendingina hósdagin í sein- astu viku, tá ein ungur mað- ur fekk skaða, og tað tók sína tíð, til bátur kom eftir honum. Strandferðslan hevur bið- ið Finn Clementsen um at gera viðmerkingar til bræv- ið. Sosialurin hevur eisini fingið orð á skiparan. - Tveir minuttir áðrenn Ritan skuldi fara av Havnini úttil Nólsoyar vórðu vit úr Í kabússini hittu vit17 ára gomlu Hansu Mariu Petersen úr Kollafirði og 16 ára gomlu Heidi av Skipanesi. Tær læra báðar til skipskokk á Kokkaskúlanum í Klaksvík. Allir næmingarnir á skúlanum fara ikki í praktikk við skipi. Minst líka nógv fra á gistingarhús og matstovur, men tær báðar hildu, at tá tað nú eitur skipskokkur, er rætt at royna tað lívið. Tær eru nú aðru vikuna við Ólavi Halga, har teimum dámar væl. Manningin er alt fitt fólk, og tær hava sloppið at roynt seg. Onkrar dagar hava tær sjálvar gjórt døgurda. Báðar lata væl at at vera umborð. Heidi er ikki heilt stinn á sjónum , men Hans Maria kennir ikki til sjoverk og kundi væl hugsað sær at roynt seg sum skipskokkur, tá hon verður liðug við skúlan til jóla Nógv arbeiði uttanlands Arbeidsmøguleikamir? I Føroyum eru teir neyvan góðir, nú so fá skip eru eftir. Og skuldu føroysku reið- ararnir valt millum konu- fólk og mannfólk at sett til at ført skip, høvdu teir óivað valt ein mann. Tad leggur Marina minni i, ti hon ætlar sær út at sigla við stórum útlendskum farmaskipum. Aftaná skúlan skal honfyrst sigla seks mánaðir sum stýrimaður, og so kann hon fáa pappirini. Marina heldur ikki, at hon útilokar møguleikan at stovna familju einaferð, fyri tað um hon gerst skips- førari. Uppilagstir skips- førarar kunnu fåa arbeidi. Summir teirra eru havnar- meistarar. Men so langt fram hugsar Marina ikki enn. Hon skal fyrst hava sína útbúgving, og. sum partur av útbúgvingini eru tey nú nakrar dagar við Ólavi Halga og læra at navigera. randi Ed Súsídlurin Hesti biðin um at koma eftireinum sjúklingi. Einki var sagt um, at nøkur van- lukka var hend. Vit søgdu vi tey, at tey noyddust at tosa við Trónd, sum hevur allan sjúkraflutningin til oyggj- arnar í Suðurstreymi greiðir Finn Clementsen frá. Ogreið boð - Tá vit vóru komnir hálva leiðina til Nólsoyar, fáa vit boð um at fara í Hest. 19 vaksin fólk og ein nyfød- ingur vóru ferðafólkini, og vit valdu at fara til Nólsoyar við teimum heldur enn ul Havnar. Tað hevði verið óðamannaverk at farið beint í Hest við ferðafólki um- borð, tí vit seta jú bæði skip og fólk í váða ein slíkan túr, sigur Finn Clementsen. Hann hevði framvegis einki at vita um nakra vanlukku. Spurdi um lækni skuldi við, men tað var ikki neyðugt, fekk hann at vita. Tróndur óeynaður Finn Clementsen heldur tað vera skeivt at lasta Strand- ferðsluna og manningina á Rituni fyri, at Tróndur hev- ur sjúkraflutningin. Tað hevur sjúkrahúsverkið av- gjørt, og ti eiga klagur at verda vendar tann vegin, heldur hann. Skiparin skilir væl, at hestfólk eru mis- nøgd við, at Tróndur skal hava sjukraflutningin, ti skipið er ikki egnað til tað. Finn Clementsen sigur, at hann fleiri ferðir hevur mælt bygdarráðunum í Nólsoy og í Hesti til at streingja á sjúkrahúsverkið um heldur at lata Rituna Ritan er rætta farið at nýta til sjúkraflutning, heldur Finn Clement- sen, skipari á Rituni røkja sjúkraflutningin. Tað hevur hann gjørt, ti hann alla tíðina hevur borið ótta fyri, at tað fór at enda galið. Men aftur ul vidurskiftini hósdagin. - Vit gjørdu okkara besta. Tað var ódnarveður, og myrkt er í Hesti. Tað gekk ikki so long tíð, sum sagt er Tjúgu minuttir eftir, at vit fóru av Havnini, loystu vit aftur úr Nólsoy, og tað gingu trý korter, til vit vóru í Hest. Skjótari sluppu vit ikki, sigur Finn Clement- sen, skipari á Rituni. randi Busseigararnir, sum hava sáttmála við landsstýrið og koyrahjá Bygdaleiðum, eru nú í tveimum bólkum. Eigararnir, sum umboða 19 sáttmálar, eru farnir úr Bussfelag Føroya, og sunnudagin stovnaðu teir nýggja felagið Bussamtgk- an. . 17 sáttmálar eru eftir í Bussfelag Føroya, so nýggja felagið umboðar meirlutan av busseigarun- um. Nýggja felagið krógvar ikki, hvussu tað m.a. skilir seg frá Bussfelag Føroya. Í lógin stendur, at endamálið eratumboða bussførararnar og virka gjøgnum Sam- ferðsluskrivstovuna, sum felagið roknar fyri sín ar- beiðsgevara. Busseigarar- nir gera sáttmála við lands- stýrið, men tað er Sam- ferðsluskrivstovan, sum umsitur málsgkið. Bussamtøkan valdi Henry Jarnskor á Strondum til formann. Niels Persson í Havn er næstformaður, Heri Simonsen er skrivari. Hinir nevndarlimirnir eru Mervyn Dimon og Jákup Oluf Langgárd í Søldar- firði. Hemy Jamskor og Mervyn Dimon vóru til fyri stuttum nevndarlimir i Bussfelag Føroya. Teir vórðu koyrdir úr nevndini, tá felagið fór i tviningar eftir verkfallið, ið ikki fekk fulla undirtøku. Sjálvt um nýggja felagið telur meirlutan av buss- eigarunum, eru enn ikki økini ikki umboða í ti. Eingin eigari í Vágum og í Nytt bussfelag Norduroyggjum er komin uppi. At busseigararnir nå eru skipadir itveimum feløgum åvirkar ikki såttmålavidur- skiftini hjå teimum vid landsstýrið nú. Busseigar- arnir gjørdu herfyri nýggjan sáttmála at unndirskriva. Hesin sáttmáli gongur til ársskiftið. Men eru busseigararnir tá framvegis í tveimum eløgum, noydist landsstýrið at samráðast við tvey feløg. randi