Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. oktober 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 193 — 18. oktober 1991 Eingin sparing at steingja ávísar dagar -Vit fáa bert so mikið færri vitjandi og harvið færri inntøkur, sigur Heri Olsen, svimjihallarleiðari í Havn, sum lítið hópi sær í at vit hava eina so frálíka svimjihøll, sum skal vera stongd stóran part av vikuni Svimjihgllin hevur frá býráðnum fingið boð um at spara enn meira. Í fjør varð játtanin til svimji- høllina skorin niður við meira enn 600.000 krón- um, og nú hevur Heri Olsen, leiðari á svimji- høllini fingið boð um, at hann skal spara 400.000 krónur aftrat. Hetta er ikki júst tað, Heri Olsen best kundi hugsa sær. Men gevur býráðið honum tey boðini, so mugu tey haldast. Ein- asti vegur er at steingja ávísar tíðir, høllin í dag er opin. Ringar royndir Heri Olsen sigur, at eingin meining er í at seta prísin upp. Hann vísir á hvussu hevur gingist í ár eftir at nakrar krónur vóru lagdar oman á atgongu- merkið. Við avslåttarkorti kostaði hvgr vitjan í svimjihgllini 10 krónur. Hetta varð seit upp í 11. Og vanligu atgongumerk- ini fóru úr 15 upp í 17. Men hvat hendi. Svimji- høllin fekk ikki tær báðar krónurnar sum liggja mill- um 15 og 17. Fólk fóru heldur at keypa avsláttar- kort, so í staðin fyri at fáa 15 krónur frá hvgrjum vitjandi sum fyrr, fekk høllin nú bert 11. -Men eg var bangi fyri hesum frammanundan, sig- Nakrir av teimum góðu gomlu, sum hava verið dúgligir svimjarar. Bæði í gamla og nýggja svimjihylinum. Johan Norðfoss, Óli Debes, Robert Mohr Poulsaen og Sverri Djurhuus Mynd: Kalmar ur Heri Olsen, sum ikki heldur, at meira kann spar- ast. Stytri tíð opið Sostatt er eingin meining í at seta prísin upp, heldur svimjihallarleiðarin, men fyri at ganga býráðnum á móti, hevur hann gjørt eitt uppskot, sum kann spara høllini 400.000 krónur á útreiðslusíðuni. At siga tveimum ella trimum fólk- um upp og hava stytri opið. Steingja mánadag í staðin fyri sum nú at hava opið bæði fyrrapart og seinrapart. Mikudag er høllin sum er opin fyrra- part, men hesin skal eisini strikast eins og at steingja fríggjadag fyrrapart og bert hava opið seinrapart. -Hetta er eitt uppskot, og annað kann eg ikki gera, men mær dámar tað einki, og ivist stórliga í, um nøkur sparing er í hesum yvirhøvur. Jú, sum sagt spara vit 400.000 krónur á útreiðslusíðuni, men hvat nyttar tað, um vit fáa 400.000 krónur færi inn, spyr Heri Olsen. Sum sild í tunnu Heri Olsen óttast fyri, at fleiri av teimum, sum vanliga svimja, fara at halda seg burtur, um høllin verður stongd so stóran part av tíðina. Hann veit av royndum, at fólk spyrja eftir nær fægst fólk eru í hylinum, og tá koma tey. Hesi fólk koma als ikki tá mong eru har framman- undan, tí tá kenna tey seg sum sild í tunnu. Heri Olsen vísir á, at høllin í Havn verður nógv meira nýtt enn líknandi hellir aðrastaðni. Og skulu fólk sigast upp, ber svimjihall- arleiðarin ótta fyri, at høllin verður ikki eins reinlig hon hevur verið tey nýggju árini hon hevur verið opin. Heri Olsen leggur aftrat, at hann hevur ikki gjørt hetta uppskotið tí hann heldur tað vera skilagott og vónar, at politikararnir fara at hugsa seg um eina ferð enn, áðrenn sparikniv- urin verður settur á av álvara. tór.- Síða 3 Heri Olsen, svimji- hallarleidari heldur ikki, at sparingarnar, býráðið hevur kravt, í veru- leikanum verða sparing- ar. Hvat nyttar at spara 400.000 krónur um vit samstundis fáa 400.000 krónur færri í kassan, spyr hann. Mynd: Kalmar Atlas Copco Kompressarar Borivognar Borimaskinur Brekkarar Borir Meitlar Slangur o.a. Eykalutir og tænasta = Kaj Andreasen Akranesgøta 5 "% Tlf. 15600