leygardagur 19. oktober 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 194 — 19. oktober 1991
AE =
Oli Hammer, fyribils stjøri å Hotel Føroyum:
Vit keyptu húsið
— Ikki starvsfolkid
Síðani Jákup Joensen í
1986 keypti táverandi Ho-
tel Føroyar, broytti hann
navnið á tí og valdi at
kalla tað Hotel Borg.
Eitt navn, ið hóskaði
stak væl saman við ødrum
ognum hjá lopransmann-
inum, sum í skipum eigur
fleiri aðrar borgir.
Nú er hotellid ikki nøkur
borg longur, men aftur
Hotel Føroyar — tó við tí
frávíki, at navnið hereftir
verður skrivað við tveim-
um prikkum yvir 6. So-
leiðis!
Tí man skeltið á
myndini omanfyri nú aftur
fara at koma til sín rætt, so
skjótt sum strikan er broytt
til tveir prikkar.
Nógvir smálutir eftir
Smyril Line eigur
nýggja partafelagið, sum
seinnapartin hósdagin
keypti hotellið frá Kredit-
foreiningini Danmark fyri
eitt higartil ikki almanna-
kunngjørt tal av krónum.
Stjóri í partafelagnum er
Óli Hammer,
Smyril Line, sum sam-
stjóri í
stundis er vorðin fyribils
stjóri á Hotel Føroyum.
>Keypið er enn so nýtt,
og alt hendi so skjótt, at
vit ikki rættiliga hava havt
stundir at hugsa allar smá-
lutirnar ígjógnum, men
sum eisini nevnt í tíðinda-
skrivinum til fjølmidlarnar
heldur hotellið fram uttan
steðg,< sigur Óli Hammer
fyri Sosialinum. >Annars
er millum lítið og einki
virksemi á hotellinum nú,
so tað fyrsta, ið verður á
skránni, verða jólaveitslur
og so kanska eisini skeið-
virksemi. Liggjandi gestir
hevur hotellið at kalla ong-
ar av í løtuni.«
Starvsfólkainnrás
Í ferðafólkavinnuni er
umráðandi ikki at vera ov
seinur á sjóvarfallinum, so
tí fara beinanvegin fyri-
reikingar í gongd, so ho-
tellið kann vera klárt, tá
summarið kemur.
>Vit hava sett okkum
sum mál at fáa Hotel Før-
oyar upp á eitt høgt stødi,
so fyri ein part mugu vit
helst byrja frá botninum
av,< sigur Óli Hammer. >Í
fyrsta umfarið er tað okk-
ara egna fólk, ið arbeiðir á
hotellinum, og so fáa vit at
síggja, hvat vit skulu gera,
tá summarsiglingin byrjar
aftur hjá >Norrønu<, eins
og vit skulu finna útav,
hvussu hotellið skal verða
rikið um summarið, ið jú
er besta tíðin til gestir.<
Tá hotellið varð selt hós-
dagin, gjørdi starvsfólkið
hjá Smyril Line meira ella
minni eina innrás á hotell-
inum, og farið varð m.a.
undir at telja vørur upp.
Arbeiðsleys
Samstundis vildi hetta
siga tað sama, sum at tey,
sum frammanundan arb-
eiddu á hotellinum máttu
pakka síni ting saman og
fara heim. Tey høvdu
einki arbeiði.
Sum skilst, hevði eingin
kunnað tey um, hvat fór at
henda við hotellinum og
teirra arbeiðsplássum.
Var tað ikki rættiliga
bombastiskt at troppa upp
við nýggjum starvsfólkum
við tað sama, tit høvdu
keypt hotellið?
>Tað haldi eg íkki. Vit
keyptu bert húsið og ikki
starvsfólkið,< sigur Óli
Hammer. >Og vit hava
eina rúgvu av fólki, ið ikki
kann ganga heima fyri
einki. Starvsfólkunum, ið
vóru á hotellinum framm-
anundan, kunnu vit ikki
taka ábyrgdina av. Men
tey eru vælkomin at søkja
arbeiði á hotellinum, eins
og øll onnur.<
Nýggjan stjóra
Hvør verður nýggjur
stjóri á hotellinum, nú tú
sjálvur bert ert stjóri fyri-
bils?
>Tað er eitt av teimum
mongu tingunum, vit enn
ikki hava fingið greiði á,
men vit fara at royna at fáa
fatur á fólki við hotelút-
búgving, sum so skal hava
leiðsluna av tí um hendi,<
sigur fyribils stjórin. >Um
vit eisini fáa brúk fyri ødr-
um fólki við neyðugum
serkunnleika, skulu vit eis-
ini finna útav í hesi kom-
andi tíðini.<
hj.
Sida 3
Henrik Autzen, stjóri á KD:
Gott at hava
Selt hotellið
Tað var Kreditforein-
ingin Danmark, KD, ið
upprunalig kravdi Hot-
el Borg selt á tvingsils-
sølu, og eisini var tað
KD, ið keypti hotellið
hósdagin fyri 16,3 mill-
iónir krónur, fyri síðani
at selja tað víðari til eitt
partafelag hjá Smyril
Line.
Nú tvingsilssølan fór
fram, hevði KD stívliga
30 milliónir krónur í
klemmu á hotellinum,
so ikki er ilt at skilja, at
KD vildi hava sítt inn,
so væl tað nú læt seg
gera.
Ti er tó ikki gjørligt
at finna útav í løtuni, tí
hvorki KD ella Smyril
Line vilja upplýsa,
hvussu nógv tað nýggja
partafelagið hevur giv-
ið fyri hotellið.
Sosialurin endurgav tó
í gjár eina keldu í
>bransjuni<, ið vildi
vera við, at talan var
um 20 milliónir.
Síðani eru tøl komin
fram — óváttað — uppi á
einum 30 milliónum.
>Ég kann ikki siga
nakað um, hvussu nógv
vit nú hava selt hotellið
fyri, men eg vil tó siga,
at vit eru glaðir yvir, at
tað eydnaðist okkum at
selja hotellið,< sigur
Henrik Autzen, stjóri á
KD. >Vit hava sjálv-
sagt onga bakgrend
fyri at reka hotel í
Føroyum, so hesin
handilin kom okkum
sera væl við.<
Sum hotellið nú varð
selt, hava Tryggingar-
sambandið og bank-
arnir mist pengar
Hevur KD selt hotellið
fyri minni enn 3(
milliónir krónur, hevur
KD eisini mist pengar,
men hevur hinvegin
kanska eina ávísa trygd
í at hava fíggjað nýggja
keypið og harvið fáa
avmarkað missin.
hj.
Smyril Line pakka-loysnir:
Hevur nu 3-400
seingjarpláss at
bjoda ferdandi
Vid keypinum av hotell-
inum vid Oyggjarvegin, ið
nú eitur Hotel Føroyar, er
Smyril Line ført fyri at
bjóða kundum sínum stór
pakkatilboð, ið umfata
bæði ferðing og innivist.
Undan hotellkeypinum
eigur Smyril Line jú vall-
araheim í Eysturbýnum,
so við Hotel Føroyum
aftrat kann Smyril Line
hýsa 3-400 ferðafólkum
um samdøgrid.
„Hetta verður eisini tað,
vit fara at gera framyvir,<
sigur Óli Hammer, stjóri á
Smyril Line og stjóri í Pf.
frá 17/10-1991, ið stendur
fyri hotellinum. >Kunnu
vit geva pakkar allan veg-
in igjøgnum, nøkta vit í
gllum fórum ein rættiliga
stóran part av tí tørvi, ið
er.«
Ferðafólkaskipið »Norr-
Ona« liggur i løtuni i
Keypmannahavn uttan at
hava charter. Fleiri fyri-
spurningar hava verid i
sidstuni, men enn hevur so
einki spurst burturúr.
hj.
Frá komandi mikudegi fer Sosialurin aftur undir
vælumtókta læknateigin >Skriva til Marner<. Ætlan-
in er at hesin teigur skal vera í blaðnum hvønn miku-
dag, og har fer so læknin Marner Simonsen at svara
øllum spurningum, lesarar okkara kunnu hugsast at
hava um lív og heilsu. So hava tit onkur vandamál
innan hetta øki, skulu tit bert tríva í pennin, skriva
spurningin niður og senda Sosialinum hann. Adress-
an er: Skriva til Marner, Postboks 76, 110 Tórshavn