mikudagur 30. oktober 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
o ps
Síða 6
. -
Vilhelm ikki vid samgonguni um Nónhamar/Skálafjall
>Ég gav Atla
greið hoð longu
sunnudagin«
--Skal Nónhamar úr flotanum, so skal
kvotan sjálvsagt býtast millum hinar fýra
trolararnar eystanfyri, sum hava ovlítla kvotu
frammanundan, sigur Vilhelm Johannesen,
lógtingsmaður
Tað er ikki meiriluti í
samgonguni fyri at Skála-
fjall skal fáa kvotuna hjá
Nónhamri, nú hesin skal
takast úr flotanum
--John Petersen,
stýrismaður skal
land-
hava
sagt, at eg takið undir við,
at Skálafjall fær kvotuna
frá Nónhamri. Hetta er
heilt burturvið. Eg ringdi
til Atla Dam so seint sum
sunnukvøldid, um tíggju-
tidina, og segdi honum
greitt, at eg tók ikki undir
við hesum, sigur Vilhelm
Johannesen
Sostatt hevur landstýr-
ið ikki alla samgonguna
aftanfyri uppskotið um at
Skálafjall skal hava kvot-
una hjá Nénhamri.
Pappirstiskur
—At helvtin av veiduni
skal landast til
Klaksvikar, hetta er
pappirfiskur so tad forslær
og kann als ikki fremjast i
verki. Manningin av
Nónhamri skal eisini
sleppa við aftur. Men
hvørja trygd hava teir fyri
at verða bidnir við aftur,
tá teir hava verið við ein
túr, sigur Vilhelm
Johannesen.
-Eg haldi, at tað er
sjálvsagt, at tá Nónhamar
verður tíkin úr flotanum
orsakað av elli, so er tað
náttúrligt at kvotan verður
býtt millum hinar fýra
trolararnar. Teir hava ov-
lítla kvotu framman und-
an, sigur Vilhelm Jo-
hannesen.
jústinus
Síðan tíðindini mána-
dagin, um at Skálafjall
skuldi hava kvotuna hjá
Nónhamri, hevur Sosi-
alurin fingið tvey mót-
mælisskriv. Annað er frá
Klaksvíkar kommunu og
hitt frå Norðoyar Javn-
aðarfelag.
Páll Josephsen, vara-
býráðsformaður sigur
millum annað í mótmæl-
isskrivinum:
-TaO sum harmar
okkum mest er, at ein
avtala skal vera gjørd við
Skibskreditfonden, um at
ávísir persónar kunnu
keypa Skálafjall aftur frá
Skibskreditfonden, um
Norðoyingar
mótmæla
hesir fáa kvotuna frá
Nónhamri í Barentshav-
inum.—
--Slík undirhondsavtala
kann ikki góðtakast, tí
tann manning, sum hevur
rikið Nónhamar seinastu
árini hevur víst, at hon
hevur kunnað. —
Tað må ti verða eitt
krav, at øll fáa somu
rættindi, og tá landstýrið
ger slíka samtykt við-
víkjandi kvotuni í Bar-
entshavinum, so skal
hetta ikki bert verða gjørt
til ávísar persónar undir-
honds, men alment, so
aðrir, ið hava víst hvat
teir kunna eisini sleppa
framat.—
--Kravið má vera, at
hendan undirhondsavtala
verður broytt, og um
Nónhamar skal takast frá
teimum, sum nú reka
hann, so skulu hesir eisini
hava møguleikan at vera
vid i kappingini um
annad skip.-
Norðoyar Javnadarfel-
ag mótmælir hardliga
mannagongdini í samband
við málið um Nónhamar.
--Serliga mótmæla vit,
at løgtingsumbod okkara
onki høvi hevði at ávirkað
gongdina í hesum máli. —
--Norðoyar Javnaðar-
felag kann ikki góðtaka at
Føroya Landstyri við
sinum midsavningarpolit-
ikki er vid at flyta
arbeiðspláss frå útjaða-
ranum til miðstaðargkið.—
jústinus
Onga við-
merking
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa nakra
viðmerking frá løg-
manni, Atla Dam,
áðrenn blaðið fór til
prentingar í gjár. Men
vit fara tosað við
løgmann í komandi
blaði.
jústinus
Nr. 201 — 30. oktober 1991
Fingu
einki
at vita
Fyrstu almennu boðini
um, at Skálafjall skuldi
hava kvotuna frá Nón-
hamri, fekk Svend
Thulesen, stjóri á P/F
J.F. Kjølbro at vita á
middegi mánadagin. Og
boðini komu íkki
beinleiðis úr Tinganesi,
men gjøgnum tíðinda-
sendingina hjá útvarp-
inum.
--Eg haldi hetta er
eitt sindur keðiligt.
Serliga fyri mann-
ingina, sum hvørki veit
út ella inn. Vit kundu
havt fingið boðini
ørvisi, sigur Svend
Thulesen.
-Tað ljóðar, at
manningin á Nónhamri
fær fyrsta boð at sleppa
við Skálafjall. Men
skal Skálafjall royna
eftir rundum fiski og
heilfrysta hann, so
verður ikki brúk fyri
teimum 33 monnunum,
sum mannað Nónhamar
í dag. Og teir sum
sleppa við, teir hava
onga trygd fyri at teir
eiga kjans aftaná fyrsta
túrin við Skálafjall
Móti gjaldi
-Um ársskiftið
79/80 varð heitt á meg
persónliga um at reiða
Nónhamar út. Eg segði
at eg kundi ikki gera
hetta sum privat-
persónur, men at P/F
J.F. Kjølbro kundi reka
bátin
móti einum
ávísum gjaldi, talan er
ikki um ein leigu-
sáttmála. sigur Svend
Thulesen.
--Hetta hava vit so
gjørt seinastu 12 árini
og såttmålin hevur
verið endurnýggjaður á
hvørjum ári. Vit hava
nú Nónhamar hevur
ligið nýtt fleiri hundrað
túsund krónur fyri at
gera bátin klárar til
fiskiskap eftir nýggjár.
Tað er eitt sindur løgið,
at hava nýtt hendan
pening og so skal
báturin ikki avstað
hóast alt, sigur Svend
Thulesen.
Avreiða í
Klakksvík
--Sum eg havi skilt,
so skal helvtin av
veiðuni leggjast upp í
Klakksvík. Men hetta
verður ikki lætt at
praktiserað. Vit hava
uppboðssglu, hvat nú
um aðrir kunnu bjóðað
betri prís, aðrastaðir í
landinum, ella uttan-
landa. Og hvar í
Klakksvík skal fiskurin
leggjast upp, skal hann
arbeiðast fyri skipið,
ella skulu virkir keypa
hann. Sum eg skilji so
er hetta ógvuliga leyst
orðað, sigur Svend
Thulesen.
--Fyri mær ljóðar
tað eisini eitt sindur
undarligt, Skálafjall
helvtina av tíðini skal
verða eitt slag av
royndarskipi fyri land-
stýrið. Tá skipið skal
fiska svartkjaft ella
kongafisk, so verður
roknistykkið helst
minus. Skal so kvotan
eystanfyri fíggja royn-
darfiskiskapin.
Eystanfyri er
sessongfiskari, men tað
ér eisini
svartkjaftaveiða og
veiðan eftir kongafiski í
Irmingarhavinum.
Kemur hetta at passa
saman, sigur Svend
Thulesen.
Nónhamar
enn nýtiligur
-Nénhamar er enn
eitt nytiligt skip. Hann
er jú útgoldin og tí eru
betri ráð til umvæl-
ingar. Eg vildi mett, at
Nónhamar kundi roynt
nøkur ár afturat uttan
alt ov stórar útreiðslur.
Og tá eru verandi
arbeiðspláss tryggjaði,
sigur Svend Thulesen.
jústinus