mikudagur 30. oktober 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Fólkaskúlin -
meguleikar
heldur enn
fordingar!
-Latið okkum taka lógvatak saman børnum
okkara til frama. Latið okkum troyta møgu-
leikarnar, heldur enn at stara okkum blind í
forðingum skrivar Hensar Ellingsgaard, stjóri
á Landsskúlafyrisitingini í "Sjónarmið" í dag.
Fólkaskúlin er tann al-
menni skúlin, sum nú
býður undirvísing eftir
legtingslóg nr. 21 frá
22. mars. 1979 um
fólkaskúlan, og sum
var sett í gildi frá 1.
august sama árið.
Í lógini stendur, hver
uppgáva fólkaskúlans
er, og hvussu undirvís-
ingin eigur at verða
skipað.
Fólkaskúlin er ein 7
ára grundskúli og ein 2
ára framhaldsskúli.
Framhaldsskúlin
kann verða førdur víð-
ari við einum 10.
flokki, ið kann rekka
um meira enn eitt
skúlaár.
Tað hevur mangan
verið funnist at okkara
fólkaskúlalóg, at hon
er ov rúm, at hon loyvir
so at siga øllum, og at
hon setir eingi krøv.
At lógin er rúm, havi
eg altíð hildið talað til
lógarinnar fyrimuns.
Hon gevur góðar
meguleikar, tá ið talan
er um framtíðar skú!-
an.
Framtíðar skúlin
kann fremjast og
mennast ein langan
tein ávegis innan ver-
andi lógarkarmar, júst
av tí at teir eru so rúm-
ir, men treyðugt so, at
ikki forðingar eru at
finna í lógum, kunn-
gerðum, rundskrivum
0.ø., sum mugu verða
beindar av vegnum, so
hvert sum vit koma
longur fram á leiðina í
framburðarstarvi okk-
ara innan fólkaskúlan.
Men tað, sum enn
ræður um, áðrenn farið
verður undir nýggjar
lógarkarmar, er at taka
upp spurningin um
sjálvt innihaldið í ver-
andi fólkaskúlaundir-
vísing, herímillum
lærugreinir, læru-
greinatal (samanber $$
4—11 í fólkaskúlalóg-
ini), tíma- og læru-
greinabýti, eftirmeting
o.s.fr. Í 1987 varð lesi-
ætlanarnevnd sett til
m.a. at taka upp hesar
spurningar og at gera
uppskot um hetta við
ábendingum, um
hvussu hon kundi
hugsað sær at gera
neyðugar ábetur her,
so fólkaskúlin kann fáa
eitt betur hóskandi
undirvisingarligt og
fakligt innihald.
Nevndin varð biðin
um at gera arbeiði sítt
undir teimum fortreyt-
um, at uppskot sam-
stundis kundi verða
gjørt um meguligar
broytingar í verandi
fólkaskúlalóg, sum
nevndin somuleiðis var
biðin um at endur-
skoða.
Í setanarskrivinum
til nevndarlimirnar
varð m.a. víst á, at
innihaldið í komandi
lesiætlanum skuldi
fata um 2 partar: ein al-
mennan og ein yrkislig-
an part.
Tann almenni part-
urin var liðugur í 1990
og er komin út í bók:
Fólkaskúlin — Undir-
vísingarleiðbeining —
Almennur partur.
Tann yrkisligi part-
urin er nú seinast í ok-
tober mánaði latin
landsskúlastjóranum
og verður lagdur fyri
Landsskúlaráðið til
góðkenningar á næsta
fundi. Hesin parturin:
Fólkaskúlin — Undir-
vísingarleiðbeining —
Yrkisligur partur,
verður síðan latin skúl-
unum, sum skulu gera
hver sína ítekiligu lesi-
ætlan at senda Lands-
skúlafyrisitingini til
góðkenningar. Tað er
mín vón, at hetta ar-
beiðið fer at virka við
til at menna virksemi
skúlans við steði í
teimum fortreytum,
tann einstaki fólka-
skúlin hevur.
Tað, sum síðan ræð-
ur um, er at beina burt-
ur tær forðingar, sum
kunnu verða fyri at
menna fólkaskúlan.
Hvussu tað fer at
verða loyst upp fyri
ávísum forðingum í
lógini til tess at menna
framtíðar skúlan, ber
ikki til hjá mær at siga
í dag, men tær fíggjar-
ligu skerjingar, sum
hava verið okkara sam-
felagi fyri seinastu ár-
ini, og sum tykjast at
fara at halda fram,
rekka jú inn í hverja
einastu skúlastovu og
darva eisini framburð-
arstarvinum innan
skúlan.
Í orðaskiftinum á
Feroya Legtingi um
miðnámsútbúgvingar-
nar, var í uppritinum
frá landsstýrinum
sagt, at vit hava ein
góðan fólkaskúla, og
tað tóku fleiri av polit-
isku framsøguf6ikun-
um undir vid. Harum-
framt varð eisini borið
Nr. 201 — 30. oktober 1991
fram, at vit eiga at
»styrkja« okkara fólka-
skúla, sum er grundar-
lagið undir allari víðari
útbúgving.
Men vit eiga tó at
hava í huga, at fólka-
skúlin stendur dagliga
fyri áhaldandi avbjóð-
ingum í einum broyti-
ligum samfelagi. Tí
kunnu vit ongantíð
geva okkum til tols og
siga, at vit hava ein
nóg góðan fólkaskúla.
Fólkaskúlin er altíð á-
vegis, og tað, ið ræður
um, er at halda honum
á teirri kós, ið samsvar-
ar við tær samfelags-
broytingar, sum altíð
gera seg galdandi.
Tað sígur samanum
fíggjarliga, og tað
verða vit at ásanna og
at skipa okkum eftir,
men skulu vit halda
okkara fólkaskúla á tí
undirvísingarliga
steði, sum higartil er
rokkið, so mugu vit fáa
aðrar møguleikar at
troyta við tí fíggjarliga
tilfeingi, sum fólka-
skúlin nú hevur, tó við
teirri fortreyt, at undir-
vísingartímatal næm-
inganna eigur at vaksa
heldur enn at minka.
Forðingar í lógini,
sum hava verið nevnd-
ar, til tess at ioysa upp
fyri virkismeguleikum
innan fólkaskúlan eru
t.d. floksdeildtalið,
skeiðsbýtið og ár-
gangsbýtið. Tað hevur
eisini verið víst á, at ar-
beiðstíð lærarans, sum
hon nú er ásett við 27
undirvísingartímum,
um vikuna, er ein stirv-
in skipan í mun til tað,
hon hevði verið, um
hon varð legd inn í eitt
ársverk við einum ávís-
um árstímatali heldur
enn við festum viku-
tímatali. Um ein árs-
verksskipan hevði ver-
ið framd, hevði hon
beint nakrar forðingar
burtur.
Í hesum skúlaárin-
um 1991/92 eru 65
fólkaskúlar, av teimum
eru 26 við færri enn 20
næmingum. Tað hevur
veriå nevnt, at teir
s.ørru skúlarnir hava
fleiri møguleikar at
fremja skerjingar enn
teir smærru. Tað er
ikki vist, at tað er so.
Taka vit eitt demi við
einum skúla ið hevur 7
næmingar ella færri
(tað eru 17 tílíkir skúl-
ar), skúlin hevur t.d. 28
læraratímar um vikuna
til taks, ein av næm-
ingunum er í 7. ár-
gangi, men hevði hann
gingið í einum ár-
gangsbýttum skúla,
hevði hesin næmingur
havt 32 undirvísingar-
tímar um vikuna, t.v.s.
4 tímar fleiri enn javn-
aldurin í tí lítla skúlan-
um. Men ársverkið hjá
læraranum í tí sterra
skúlanum ber í sær
nógv fleiri arbeiðsupp-
gávur enn hjá læraran-
um í tí lítla skúlanum.
Tað átti tí at borið til
at skipa ársverkið í tí
lítla skúlanum, so at
tann ávísi næmingurin
fekk fleiri undirvísing-
artímar.
Spurningurin um
ársverk ella ikki er ein
samráðingarspurning-
um millum Feroya
Hensar
Ellingsgaard: -Tær
fíggjarligu
skerjingar, sum
hava verið okkara
samfelagi fyri
seinastu árini, og
sum tykjast at fara
; at halda fram, røkka
inn í hvørja einastu
skúlastovu og darva
eisini framburðar-
starvinum innan
skúlan
í Lærarafelag og Føroya
Landsstýri, men tað er
eyðsæð, at við eini árs-
verksskipan hevdu vit
fingið nakrar virkis-
meguleikar, sum vit
ikki hava í dag, og
skúlarnir høvdu fingið
eitt liðiligari arbeiðs-
amboð at skipa skúla-
dagin og skúlaárið við.
Tað eigur eisini at
verða nevnt, at skúlar-
nir kundu skipa undir-
vísingina hjá tí ein-
staka næminginum, so-
leiðis at næmingurin
fekk fleiri meguleikar
fyri sjálvvirksemi. Tað
verður sagt og ásann-
að, at vit liva í einum
»informati6nssamfe-
lagi« við nógvum
tekniligum meguleik-
um. Vit eiga at troyta
hesar meguleikar og
miða ímóti, at Lands-
miðsteðin fyri Undir-
vísingaramboð fær til
vega dátusteð við ym-
iskum undirvísingar-
skráum, sum skúlarnir
kunnu troyta. Við ein-
ari telduskipan kundi
næmingurin so eisini í
tí lítla skúlanum havt
samskifti við hesa
steð, meðan lærarin
gjørdi annað arbeiði í
skúlanum, og sostatt
fingið fleiri undirvís-
ingartímar.
Latið okkum taka
lógvatak saman bern-
um okkara til frama.
Latið okkum troyta
møguleikarnar, heldur
enn at stara okkum
blind í forðingum !
Hensar Ellingsgaard