leygardagur 2. november 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 204 — 2. november 1991
Orð:
tá teir syngja, tí hetta
merkir sangin, sum ann-
ars er av tí allar vakrasta
vit eiga.
Tá var meira futtur í
Finni, tá hann lyfti allar
áhoyrararnar upp í sítt
»undurfulla land<, meðan
klaverið bleiv sundurbro-
derað, og rytmurnar fingu
pallin at sveiggja. Her
strálaði ein lívsgleði og
optimisma úr hverjum
tóna, og uttan mun til, um
tær dámar tílíkan tónleik,
so smittar lívsgleðin, tó at
tú onkuntíð kanska kundi
ynskt, ut klaverleikarin
bert rakti annanhvønn
tangent.
Kórtónleikurin hevði
ikki serliga stóran lut í
hesi Havnartónamyndini,
men hesin parturin av tón-
leikinum er nógv á palli
alt árið, so lætt er at finna
hevi til at hoyra kórtón-
leik av ymsum slag. Jólini
eru í hondum, og tá eru
kórkonsertirnar tættar.
Tórshavnar kamarkór
hevði leiklutin sum Havn-
ar Sangfelag, og vit
hoyrdu teir venja igjøgn-
um ein rút, sum snildis-
liga varð >loraður< niður
úr loftinum.
Kamarkórið er gott kór,
men heldur veikt í hega
endanum. Feroyingar
gera ikki nógv um seg, og
vit syngja helst mezzo-
forte og helst í moll, men
tå »haran spelar sum eitt
fok«, so kundu vit latið
hana runnið í friði, loyst
stemmutvinguna og givið
eitt »replay«, tá sangurin
var liðugur, um vit ynskja
at síggja hana i »slow
motion«.
Saknadi eitt sindur av
nýggjum kórtónleiki, og
júst kamarkórið hevur
verið við til at framfera
nógvan nýggjan tónleik,
við sera góðum úrsliti, so
Pauli í Sandagerði
her hevði ikki verið trup-
ult at fingið okkurt meira
áhugavert uppí.
Tann rytmiski tónleik-
urin hevur í mong ár átt
nógv og gott fólk, og fleiri
av okkara frægastu tón-
leikarum hava í eina hálva
eld verið eins trúgvir á
undirhaldspallinum so
væl sum til »klassiska«.
Hvør minnist ikki Gogg-
una, sum i 40 år hevur ført
saman havnarfólk — og
onnur — og hvussu mong
eru ikki tey perini, ið hesir
charmerandi tónaskemt-
ararnir hava knýtt saman
á dansigólvinum í sjón-
leikarhúsinum.
Tað var ein frægd at
hoyra fleiri av hesum góðu
gomlu mynda nekur av
teimum gomlu orkestrun-
um saman við ungum tón-
leikarum. Her var eingin
ættargjógv, og evnaríkir
og fjølbroyttir eru hesir
ungu eins og teir eldru.
Rock, blues ella jass, nevn
okkurt slag av tónleiki, og
teir skifta stól og spæla,
sum vóru teir vaksnir upp
við júst hesum
tónleikinum. Ikki er vert
at nevna nevn, tí allir
klára teir uppgávur sínar
væl, bæði sangarar og
spælarar. Tað er eisini at
gleðast um, at eitt vaks-
andi tal av hesum yngru
royna seg sum tónasmiðir,
og úrslitini eru góð.
Rytmiski tónleikurin
setti sín serliga dám á
Havnartónar.
Tónleikurin í Feroyum
er í menning, og menning
fáa vit úr væl skipaðari út-
búgving.
Við trioini Ernst, Jó-
annes og Jens Chr., fingu
vit eina hóming av, hvat
vit kunnu heysta av mið-
Tórshavnar Kamarorkestur
vísari | útbúgving. Og
evnaríkar unglingar eiga
vit hópin av, sum væl
”
Dubultkvartettin í Ebenezer
kunnu rekka einum steði,
sum hesir tríggir nú eru á.
Hans Havelund gav okk-
Síða 15
um eina hóming av hes-
um, tá hann stjórnaði ein-
um bólki av ungum strúk-
arum. Hesi bern og ungu
hava gávurnar, so er bert -
ein spurningur, um vit
vilja gjalda og geva teim-
um meguleika at menn-
ast.
Tíverri verður nógv
skorið á hesum eki í dag.
Vit hava ikki ráð, siga teir
>klóku<, men hava vit ráð
at lata vera? Hvussu nógv
mentanarligt ríkidemi
kundu vit ikki fingið burt-
ur úr bert einari av
»fadæsunum« hjá teimum
>klóku<?
Teir ungu rockararnir í
bólkinum Patio boðaðu
eisini frá gróðri á tí rytm-
isku síðuni. Sera charmer-
andi og livandi bóru teir
seg fram, og Benjamin
sang seg inn í hjertuni á
áhoyrarunum, meðan ung-
ar dísar rockaðu og rull-
aðu um kapp við rytmur-
nar.
Tórshavnar
Kamarkór
Tað sigst, at Bakar
Hansen græt, tá næming-
ar hansara spældu fyri
kongi fyrst í tjúgunum. Í
dag hevði ein lummaklút-
ur neyvan rokkið.
Havnartónakveldið í
Norðurlandahúsinum var
væl fyriskipað, og øll
komu væl frá síni upp-
gávu. Kanska var tað eitt
sindur drúgt, men hvar
skalt tú skera? Letan var
sera hugnalig og fjel-
broytt, og Kári Petersen
og Poul Arni smíðaðu
hegnisliga Havnartónar-
nar saman til eina charm-
erandi heild. Poul Arni
blandaði seg enntá upp í
liðið av tónleikarum, tá
hann við síni ókeypis
fingrafloytu floytaði tvey
ótrúliga vekur og still leg
bert ringfingurin sýntist
at flyta seg, og ljósið frá
ringinum blinsktraði
takt við kenslusama
»vibratoid«.
So nógvur tónleikur, og
kortini so lítil partur av
ellum Havnartónunum
Hver býur av somu stedd
man rúma so nógvum tón-
leiki?