hósdagur 7. november 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 207 — 7. november 1991
keldan, hinar norrenu
tjóðirnar leita til fyri at
finna sínar retur. Bæði
danir, sviar, norðmenn
og oyggjatjóðirnar fyri
sunnan okkum. (Væl
vitandi, at norrent mál
eisini hevur sín uppruna
í germanskum, ger-
manskt í indo-
europeiskum og so
framvegis).
Hetta merkir ikki, at
Ísland bert er eitt
»forngripasavn«. Nei —
tverturímóti hava teir
prógvað at til ber at
samtvinna varðveitslu
og broytingar (tað man
eita »progressiv
konservatisma« á
millumtjóðalatíni), at
vera í teirri serstødu at
hava høvi til at málbera
seg um øll
nútíðarfyribrigði á
egnum máli. Ikki bert
serfrødingar skilja tekn-
isk og frødilig orð, nei,
øll kunnu — vid at
greina orðini — skilja
hvarjum tey eru saman-
sett av. Fyri íslendingar
er óneyðugt at skilja
latín og grikskt fyri at
lesa freðigreinar á
móðurmálinum. Og at
teir, sum Dan R. Peter-
sen heldur, hava sterri
trupulleikar enn vit í
millumtjóða samskift-
um, tí teir rekja sítt
egna móðurmál, er bein-
leiðis tvætl. Tvert-
urímóti: fáar tjóðir
munnu hava so sterkt
altjóðameðvit sum júst
íslendingar.
Sjálvandi eiga vit ikki
umhugsunarleyst at
taka við ellum orðum,
íslendingar smíða. Við
Dan vil eg tó siga, at
eisini teir nýta orð sum
»orlov«, »ruta«, og
nýggj orð, sum fella inn
í bendingarmynstur og
málkervi annars, so
sum »traktor« og
»diskur«. Og dámar tær
ikki orð sum >ljóm-
fløga«, so er tað ikki
haðani, tað kemur.
5. Rótloysing
staðarnavna
Hevði íslendska varð-
veitslan av norrønu
sjálvsímyndini miseydn-
ast, hevði danska hjá-
landaveldið sigrað eisini
har á mentanarliga
økinum. So itu eisini
íslendingar donsk
bronglað nøvn, og vit
við teimum høvdu end-
að sum hetlendingar
málsliga, ikki at vita
hvat egnu orð og nøvn
merkja. Bygdir høvdu
til dømis itid »Gliebre«
og »Sjov«, og hvat vid
donsku moyggjabitun-
um i navninum
»Myggenæs«? Eiga vit
ikki at vera takksom
fyri at kunna skeita i
útnyrðing fyri at bjarga
okkara málsligu sjálvsí-
mynd toluliga snikka-
leysa inn í nútíðina, tí
mitt í ellum hesum
»europiseringum«,
»anglo-amerikani-« og
»internationali-« og eðr-
um »-seringum«, standa
norrønu tjóðirnar og
londini sterkast í allari
millumtjóða samvinnu
við at viðurkenna og
varðveita okkara ser-
merki og eginleikar.
Tað er til fánýtis at
berjast ímóti millum-
tjóða samskifti á fjøl-
miðla- og mentanarøkin-
um; men her er sum við
einstaklinginum: einans
við at skilja teg sjálvan
kanst tú skilia onnur,
einans við at vera góður
við títt egna kanst tú
vera góður við og njóta
tað hini hava at bjóða
tær — og ikki minst:
einans við at elska teg
sjálvan ert tú førur fyri
at elska tín næsta (mis-
skiljingar frábiðnar).
Hetta er eisini galdandi
fyri tjóðir.
6. Løgfrødiligt
navnafrælsi
Er málburður fólksins
viðkvæmt evni í al-
mennum umreðum, eru
mannanøvn hvaðna við-
kvæmari: vit kenna
okkum lættliga »rakt«
ella enntá »særd í stolt-
leikan«. Men føroyingar
hava so fingid nyggja
navnalóggávu. Sum við
øllum réttøkum broyt-
ingum, krevst her til-
lagingartíð, áðrenn før-
oyskir navnasiðir fáa
fótafesti og gerast
hevd. Her má einstak-
lingurin hava løgfrødi-
ligan sjálvsavgerðar-
rætt, tvs. um hann/hon
ynskir gamla ættar-
navnið, vil kennast við
åvis stadarnøvn, navn
faðirs/móður afturvid
syni/dóttur, ella okkurt
annað. Og tað uttan at
spyrja nakran kong.
(NB. Ongin má hava
einarætt, »patent« til á-
vís son/dóttir-nevn!).
Kanska fer óttin fyri
hurlivasa at gera seg
galdandi eina tíð, síðani
fara hálvdonsk nevn í
seguna, sum minni um
tíðarskeið í Feroya
Søgu, har tað eydnaðist
hjálandastevnuni at ota
formligu sjálvsímynd
okkara av palli.
Síða 15
Polytypi-framsýning
i Norðurlandahúsinum
Í samstarvi við Nordisk
Konstsentrum í Helsing-
fors letur ein framsýning
við heitinum POLYTYPI
upp í Norðurlandahúsin-
um 8. november kl. 17.00.
Graeme Rudd og aðrir
tónleikarar seta framsýn-
ingina við eini konsert
upp á hálvan tíma, og
framsýningin verður
standandi allan november
mánaða.
Seinastu tíggjuárini er
ein menning hend innan
myndlist, soleiðis at
markið millum tær
ymisku listagreinirnar:
tekning, máling, skurð-
myndlist og grafikk, er
kámað. Líistafólk nýta
fleiri listagreinir, og eitt
og sama listaverk kann
verða sett saman av fleiri
ólíkum listagreinum. Men
tá ið tað kemur til gra-
fikkin, er hetta ikki so
vanligt, og í norður-
lendsku londunum finst í
dag ein lutfalsliga stórur
bólkur av listafólki, ið
mestsum arbeiðir við gra-
fikki burturav. Nú er tað
so, at grafikkur ofta ligg-
ur til grund fyri sjón-
bandsframleiðslum, men
nýskapanin innan grafikk-
in hevur ofta verið knýtt
at menningini í teimum
fototeknisku hættunum
at reprodusera. Henda
gongdin hevur havt við
sær, at norðurlendsku
grafikara-felogini eru
farin at seta mark millum
reproduktiónir og upp-
runalig listaverk. Innan
fyri teir vanligu grafisku
arbeiðshættirnar hava
royndir verið gjerdar við
nýggjum tilfari, t.d. við at
trykkja á plastikk. Tá ið
talan er um at úttrykkja
seg grafiskt, ber eisini til
at tosa um endurnýggjan,
eftirsum at fleiri listafólk
hava nýtt stórar steddir
— ein gongd við eisini
hava sæð innan málninga-
list.
POLYTYPI, ein ar-
beiðshættur við elektro-
lysu til kopargrafikk, er
ein nýggjur teknikkur inn-
an grafikk. Tað er áhuga-
vert at arbeiðshátturin er
eitt úrslit av seinastu
teknifreðiligu menningini,
samstundis sum hann
hevur retur langt aftur í
seguna hjá grafikkinum.
Peter Sjøblom ferir í grein
síni arbeidshåttin heilt
aftur til 1700 talið. Og
júst hetta samanspælið,
millum gamla vitan og nú-
tímans teknifreði, ger
evnið hugtakandi. Ein
bólkur av norðurlendsk-
um listafólkum hevur ar-
beitt og gjørt royndir við
POLYTYPI sum grafisk-
um teknikki. Listafólkini í
tiltakinum eru: Lennart
Aschenbrenner (S), Lauri
Astala (SF), Helgi Thor-
gils Fridjonsson (IS), Pet-
er Hahne (S). Olav
Christoffer Jenssen (N),
Leif Lage (DK), Jukka
Måkelå (SF) og Peter Sjø-
blom (S). Ymiskt var,
—hvussu nógvar royndir
listafólkini høvdu framm-
anundan, og Peter Sjø-
blom ynskti at lata sinar
norðurlendsku starvsfe-
lagar sleppa framat verk-
staðnum, fyri at fáa fram
tey ymisku eyðkennini hjá
norðurlondum.
Í kanningini av arbeiðs-
háttinum er tann fjeltátt-
aða bakgrundin saman við
stílinum hjá tí einstaka
listafólkinum vorðið eitt
rikidømi, sum hevi verður
at síggja í POLYTYPI-
framsýningini.
Í sambandi við fram-
sýningina hevur Nordisk
Konstsentrum givið eina
bók út. Bókin kunnar um
POLYTYPI, og lýsir
hvussu nógv lættari tað er
vorðið fyri listafólk at ar-
beiða við kopargrafikki.
Tað er eitt ynski, at fram-
sýningin og bókin kunnu
geva listafólkum íbástur
til at halda fram við at
menna arbeiðsháttin.
Meira um POLYTYPI
er at síggja frá fríggja-
degnum 8. november kl.
17.00 í Norðurlandahús-
inum. Og tann fyrsta
hálva tíman verður tón-
leikur undir leiðslu av
Graeme Rudd at hoyra.
við hópin av góðum vinningum byrjar
i SOSIALINUM um hålvan november
Verið við frá byrjan
— vissið tykkum øll blødini!
GERIST HALDARAR!!
— og fáið hetta frálíka tíðindablað restina av
árinum — 5 ferðir um vikuna fyri kr. 100,-
- sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sostalurin - <
rin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin
Ja!
Eg gerist haldari av Tíðinda-
blaðnum Sosialinum og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
frá nov. 91 til nýggjárs 91/92.
fyri kr. 100,- (haldarar i Føroyum)
fyri kr. 160,- (haldarar uttanlands)
Navn:
Bústaður:
Bygd/býur: mm.
110 Tórshavn
Kannað postverkinum