hósdagur 14. november 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 212 — 14. november 1991
FEÉSKK AC
i Síða 13
Ov nógvir flokkar, men ongar ella
ov fáar skilagóðar loysnir
Tey fólk, sum nýta ta
grundgeving móti stovn-
seting av nýggum polit-
iskum flokki, at tað eru ov
nógvir flokkar, eiga held-
ur at nýta hesa grundgev-
ing:
Tað eru alt ov nógvir
flokkar, men tað eru alt ov
fá ella als ongi skilagóð
uppskot til loysnir.
Tá ið stig verða tikin til
at stovna HIN FØR-
OYSKA FLOKKIN, so er
hetta stig ikki tikið fyri at
fáa ein nýggjan flokk.
Stigið er tikið fyri at fáa
skilagóð uppskot til loysn
av vandamálunum lagt
fram fyri m.a. hinar flokk-
arnar.
Ein vanlig grundgeving
móti stovnseting av ein-
um nýggjum politiskum
flokki er, at vit hava ov
nógvar politiskar flokkar í
Feroyum.
At tað eru alt ov nógvir
politiskir flokkar í Føroy-
um er fullkomiliga rætt.
Vónandi kunnu øll vera
samd um hetta.
Men fólk, sum ásanna,
at tað eru alt ov nógvir
politiskir flokkar, eiga
eisini at ásanna, at tað eru
ov fá, ella als ongi skila-
góð uppskot til loysn av
álvarsligum samfelags-
spurningum, sum td.
vinnuloysi og fíggjar-
kreppu.
Tey fólk, sum nýta hesa
grundgeving móti stovn-
seting av nýggjum polit-
iskum flokki, eiga heldur
at nýta hesa grundgeving:
Tað eru alt ov nógvir
flokkar, men tað eru alt ov
fá ella als ongi skilagóð
uppskot til loysnir.
Tá ið stig verða tikin til
at stovna HIN FØR-
OYSKA FLOKKIN, so er
hetta stig í fyrstu atløgu
ikki tikið fyri at fáa ein
nýggjan flokk. Stigið er
tikið fyri at fáa skilagóð
uppskot til loysn av
vandamálunum legd fram
fyri m.a. hinar flokkarnar.
Tey uppskot til loysnir,
sum HIN FØROYSKI
FLOKKURIN hevur at
bjóða, eru av slíkum slagi,
at hinir flokkarnir ikki
vilja skilja tey, tí tey eru
tað beint evuga av tí at-
burði, teir hava sýnt í
verki. Men kortini kundu
allir hinir flokkarnir tikið
tey til sín sum síni egnu,
uttan at hetta nýttist at
broyta teirra hugsjónar-
grundarlag.
Endamálið við hesum
nýggja flokkinum er júst
hetta. Nevniliga at fáa
hinar flokkarnar at taka
til sín hesi uppskot til
loysnir, soleiðis at tað
slepst burtur úr vinnu-
loysinum og fíggjarkrepp-
uni. Tá hetta er hent, er
ikki longur brúk fyri HIN-
UM FØROYSKA
FLOKKINUM:!
Trupulleikin er, at hinir
flokkarnir og fólk vanliga
ikki skilja politikkin hjá
HINUM FØROYSKA
FLOKKINUM. Tey skilja
ikki, hvusus tað ber til, at
vinningur er møguligur
hjå orkrum, uttan at onk-
ur annar skal tapa tilsvar-
andi. Tey skilja ikki,
hvussu tað kann gerast
óneyðugt hjá føroyingum
at klandrast um avmark-
aða ráverunegd og vinn-
ing klandrast millum
bygdir, millum valdømi,
millum skip og virki, mill-
um ymisk lið í framleiðsl-
uni, 0.s.v. Tey skilja ikki,
hvussu kunnleiki feroy-
inga til kundaterv á m.a.
europeiska meginlandin-
um hevur samanhang við,
hvussu dugnaskapur fer-
oyska fólksins, sum ikki-
avmarkað tilfeingi, kann
troytast í staðin fyri av-
markað ráverutilfeingi.
Tað er nógv tey ikki
skilja. Og hetta er onki at
siga til. At fólk ikki skilja
hetta, gongur sjón fyri
segn um í fíggjarkreppu
og vinnuloysi. Skiltu fólk
hetta, so var ongin fíggj-
arkreppa og onki vinnu-
loysi.
Skulu vit vera brutalir,
so mugu vit siga, at fólkið
í síni óvitsku hevur gjert
seg uppiborið til vinnu-
loysi og fíggjarkreppu,
eins væl og ósjálvbjargnu
steðu landsins.
Ætlanin við HINUM
FØROYSKA FLOKKIN-
UM er meira gjøgnum
tingumboðan at upplýsa
fólk, undirvísa fólki, og
greiða fólki frá, hvussu
veruligu samanhangirnir
eru. Vit fáa onga loysn
uttan at fólk skilir ávísar
samanhangir. Flokkurin
fer at leggja alstóran dent
á hetta, og IKKI á propa-
gandauppskot, politiskan
taktik, politiska makt, at-
kveðugreiðslur o.l, sum
hinir flokkarnir leggja all-
an dentin å.
Ætlanin er altso at
leggja stóran dent á at
upplýsa og ráðgeva við
grundsteði í, at vit veru-
liga hava hitt neyðuga
innlitið, sum annars ikki
er tekt í hinum flokkunum
og í fyrisiting landsins.
Hinir flokkarnir fáa
milliónir til »politiska
upplýsing<. Vit ætla at
fremja hesa politisku upp-
lýsing og ráðgeving uttan
slíkan pening.
Hvussu slíkt kann vera
meguligt, skilja hinir
flokkarnir og vanlig fólk
heldur ikki. Men vit liva
eisini í einum ósjálv-
bjargnum samfelagi við
fíggjarkreppu og vinnu-
loysi — júst tí fólk skilja
ov lítið.
Ólavur Christiansen
Hans Birgir Hansen: verri fer fullkomiliga
skeivur.
Bjarni fer skeivur
— Í 1979 segði Bjarni
Hansen seg mæla frá, at
nógv umreddi kubbin
verður settur í gamlar
ketlar, men í dag sigur
hann, at kubbin best verð-
ur nýttur í gomlum ketl-
um. Sannleikin er, at
kubbin kann nýtast í ell-
um ketlum, sigur Hans
Birgir Hansen, umboðs-
maður hjá V.H. Flach í
Feroyum.
Hans Birgir Hansen
fegnast nú um, at kjakið
um kubban og sparingina
í tí sambandi aftur er
vorðið aktuelt. Men hann
harmast um, at nógv av tí,
ið kom fram í Sosialinum í
síðstu viku, er villleiðandi.
Sum umboðsmaður hjá
V.H. Flach, ráðferir Birgir
seg við danan í sambandi
við teir spurningar, ið
taka seg upp — við tí
endamáli, at fólk, ið hava
áhuga fyri orkusparing,
veruliga kunnu fáa sum
mest burturúr.
— Men eg kenni longu
nú á mær, at mótsteðu-
menn mínir — eins og í
sjeyti- og áttatiárunum,
eru úti eftir at mótarbeiða
teknologiini og orkuspar-
ingini.
Skeivar og vill-
leiðandi upplýsingar
Hans Birgir leggur dent á,
at nógv av tí, sum Bjarni
Hansen sigur í samreðuni,
ikki samsvarar við tað,
hann sjálvur segði fyri
einum 12—13 árum síðani.
— Í Sosialinum í síðstu
viku mælir Bjarni fólki til
at nýta kubba, um tey
hava ein gamlan ketil.
Hann heldur ikki, at tað er
nakað gott hugskot at
seta kubba í nýggjan ket-
il, tí tað kann føra til ter-
ing.
Men hetta avvísir Birg-
ir og sigur, at teringin
serliga ger seg galdandi,
áðrenn kubbin kemur inn í
myndina, tí tá er roykurin
kaldari.
— Eg havi avrit av
grein i Oyggjatidindum
frå 1979, og tå sigur
Bjarni just tad øvugta. Tå
sigur hann »at hann á
ongan hátt vil viðmæla, at
jarnkubbn verður nýttur í
gomlum og ótíðarhósk-
andi fýringum, tí tær hava
ikki tann tryggleika, sum
tær nýggju fýringarnar
hava...
— Her mótisgur Bjarni
sær sjálvum.
Fakkunnleiki
krevst
Birgir sigur, at Bjarni tí-
— Tað er nevniliga so-
leiðis, at kubbin kann nýt-
ast í ellum ketlum, men tá
ið hann verður settur í teir
nýggjaru ketlarnar,
krevst fakkunnleiki, og
hann havi eg fingið og
framvegis fái frá V.H.
Flach.
Birgir leggur tó afturat,
at teir gomlu og teir
nýggju ketlarnir eru feil-
konstrueraðir, og úrslitið
er, at hitaorkan verður alt
ov lítið útnyttað.
— Men tá ið kubbin
kemur inn í myndina,
byrja vit at nýta orkuna á
skilagóðan hátt.
Hann sigur, at ísetanin
av kubbanum bert er byrj-
anin til eina upp aftur
sterri orkusparing.
Sosialurin
avdúkar einki
Í síðstu viku skrivaði
Sosialurin eisini, at teir nú
kunnu prógva, at til ber at
spara nógvan pening við
kubbanum, men her er
Hans Birgir Hansen full-
Vit og
póllendingar
Kunnu Havnar Hand-
verkarafelag og fútin,
sum geva arbeiðsloyvi til
útlendingar, svara hesum
spurningum.
Vit eru tjúgu handverk-
arar, sum hava arbeitt á
Tórshavnar Skipasmiðju,
sum eru uppsagdir í
síðstu viku og óivað verða
fleiri eisini í komandi døg-
um.
Um somu tíð varðveita
tjúgu póllendingar arbeið-
ið. Teir komu til Føroya í
síni tíð at gera stálarbeiði
til Vestmanna-trolarar-
nar. Tann seinasti fór úr
byggihellini fyri trimum
mánaðum síðan og tá var
stálarbeiðið liðugt. Teir
fluttu tá út á bedingina at
gera viðlíkahaldsarbeiði,
og nú umbyggja teir Hall-
arklett. Undanferslan
hevur verið, at póllending-
arnir eru sáttmálabundn-
ir, men tað kann ikki vera
komið óvæntað, at trolar-
arnir eru lidnir og tað ikki
bleiv brúk fyri teimum.
Teir komu til Feroya at
gera trolararnar og einki
annað. Teir hava gjert
nógv fyrifallandi arbeiði
síðan tíðliga í summar, tá
stálarbeiðið minkaði á ný-
bygninginum. Eisini bleiv
ført fram, at hesir menn
vóru góðir sveisarar. I
síðstu viku blivu tríggir
føroyingar, allir yrkis-
sveisarar, uppsagdir sama
dag, ella sum vit fingu at
vita »farid í jolaferiu«.
Poul Mohr upplýsti í
»Degi og viku«, at hesir
póllendingar skuldu verða
ein míana afturat. Livst
so spyrst. Eg ætli mær at
venda aftur 10. desember
og vita, um hann talar
satt. Sjálvur haldi eg at
20. januar er rættari, tí tá
skal Hallarklettur vera
liðugur. Og um aðrar um-
byggingar ella umvæling-
ar verða, tá halda teir
fram meðan vit standa og
hyggja at, og kanska liva
av Almu.
At enda: Vit hava bygt
nógv skip og gjert nógv
stál- og sveisiarbeiði, áðr-
enn hesir komu og tóku
arbeiði frá okkum. Er
hetta at undirmeta fer-
oyska arbeiðsmegi! Tað
var ikki andin hjá Kjartan
Mohr. Póllendingarnir eru
ósekir. Tað er leiðslan á
Tórshavnar Skipasmiðju,
sum má bera ábyrgdina.
Hvat ger Havnar Hand-
verkarafelag við sínar lim-
ir, sum hava fingið hesa
jólagávu og hvat sigur
fútin um arbeiðs- og uppi-
haldsloyvið.
PS. Vónandi skilja Hand-
verkarafelagið og fútin,
hví eg ikki kann leggja
navn til.
Ein av teim tjúgu
bíligari, skjótari,
minni støv, meiri vitan
komiliga ósamdur.
— Tað er ikki Sosialur-
in, ið prógvar nakað sum
helst — nú í nítiárunum.
Nei, sparingarnar við
kubbanum vórðu
prógvaðar í Feroyum
longu fyri 12—13 árum
síðani, og tað er uppaftur
út við 20 ár síðani, at V.H.
Flach prógvaði tað fyri
denum.
— Tí er tað ikki
Sosialurin, ið prógvar
nakað, sigur umboðs-
maðurin hjá V.H. Flach
og vísir á, at hetta er vill-
leiðing og reingjan av
veruleikanum.
— Men nú skulu vit so
vóna, at týdningarmikla
kjakið um hesi viðurskifti
aftur verða sett í hásæti í
føroysku fjølmidlunum —
til gledi og gagns fyri
Føroya fólk, sigur Hans
Birgir Hansen at enda.
Tad ber framvegis til
hjá fólki, ið hava áhuga
fyri orkusparing, at venda
sær til føroyska umboðs-
mannin hjá V.H. Flach, og
ynskja hesi at tosa við
danan, kann Hans Birgir
Hansen seta seg í sam-
band við danan.