mikudagur 20. november 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
politikkur
og lands-
politikkur
-Tað er ikki lætt at vera sokallaður lokalpolitikari í
dag, tí nú sparast skal, kemur alt tosið um miðsavnan
fram aftur við fullari megi. Fyri mær at síggja er or-
søkin einføld, sparingarnar skulu helst fara fram utt-
anfyri miðstaðarókið og fyri at vinna frama fyri hes-
um, verða politikararnir, ið koma aðrastaðni úr
landinum, teptir við at spjaldra teir sum snævur-
skygdar lokalpolitikarar skrivar Eyðgunn Samuelsen,
lærari í "Sjønarmid" i dag.
Lokalpolitikkur spillir
okkum samfelagið vil
Eirikur Lindenskov, for-
maður i SU, vera við i
grein i Sosialinum tann
6. november 1991. Satt
at siga var eg ikki sørt
bilsin, tå eg las hesa
grein, trúði fyrst at
hetta var eitt framhald
av grein hjá Bjarna
Djurholm í Dagblað-
num í somu viku, har
hann á sama bógvi sum
Eirikur tosar um krav-
mentalitet, hjá Eiriki
verður hetta nevnt >Ég
vil hava« politikkurin,
annars eru bådir heilt
Hvat er lokalt og
hvat er lands-
politikkur?
Hesi seinnu årini hevur
tað vunnið alt meira
frama innan føroyskan
politikk at nevna øll til-
tøk, id skulu liggja utt-
an fyri Sudurstreym,
fyri lokalpolitikk og
vert er at leggja til
merkis, at orðið lokal-
politikkur her verður
nýtt sum eitt skeldsorð.
Umvent verða øll tiltøk
í Suðurstreymi nevnd
landspolitikkur, lands-
gagnligt, samfelagnum
at fram og so framv. —
her er ongin endi á teim
positivu orðunum.
Fyri mær at síggja er
alt vent á hevdið, tí
nógv av tiltøkunum í
Suðurstreymi, sum t.d.
flogvellur og grasvellur
eru tann rami lokalpoli-
tikkur í negativum
týdningi, ið bert hava
til endamáls at rekja
áhugamál hjá ávísum
politikarum. Tað er ilt
at síggja hví eitt nú
vágatunnilin ella
sjúkrahúsið á Tveroyri
eru meira lokal og sjálv-
sekin mál, enn tey
omanfyri nevndu dem-
ini.
Tað er nú einaferð so,
at umleið helvtin av
Feroya fólki býr uttan
fyri Suðurstreym, so
skulu vit tosa um sam-
felagsgagnligt, má tað
vera til gagn fyri okk-
um gll — eisini hina
helvtina, ið býr uttan-
fyri Suðurstreym.
Miðvísur
landspolitikkur
Eirikur eftirlýsir einum
miðvísum politikki og
har eru vit samd á
pappírinum, tí vit
hugsa nok ikki tað
sama, tá vit fara aftur
um orðini.
Í mínum hugaheimi
hevur Javnaðarflokkur-
in altíð havt ein mið-
vísan landspolitikk sum
sítt fremsta mál, skilt á
tann hátt, at tað skal
vera liviligt á oðrum
plássum í Feroyum
eisini, ikki bara í Havn.
Hetta málið hjá Javn-
aðarflokkinum er orsek-
in til at vit hava nýtt
nógvar milliónir at út-
byggja ferðasambandið
um alt landið við ferj-
um, tunnlum og góðum
vegum — skuldu vit ell
flyta til Havnar, vóru
allar hesar iløgur óneyð-
ugar. Hugsanin hevur
verið, at fólk skal liva
úti á bygd og ikki bert
yvirliva, tí eru skúlar
og sjúkrahús eisini legd
út á tey sterru plássini.
Ofta hvur verið sagt, at
hetta kostar meira, men
vit velja at gjalda hvat *
tað kostar. I dag loyvi -
eg mær at ivast í, um
tað veruliga er so nógv
dýrari at hava stovnar
úti á bygd, tí í Havn
druknar nógv í umsit-
ing og tað kostar.
Fíggjarvánir og
lokalpolitikkur
Tosað verður nógv um
prestisjuprojekt í grein- -
Í
SJÓNARMIÐ
ini hjá Eiriki. Vert er at
leggja til merkis, at tað,
hann kallar prestisju-
projekt, ell eru uttan-
fyri Havnina. Hann
nevnir vágatunnilin og
bæði sjúkrahúsini. Sum
eitt sakligt argument
fyri at steðga tunnlin-
um og niðurleggja
sjúkrahúsini verður
figgjarstøda landsins
nevnd og hetta kemur
at ljóða objektivt, tí at
vit vita øll, at stødan er
vánalig. Men hví skal
vánaliga fíggjarstoðan
veljast sum grundgev-
ing fyri at steðga júst
hesum málum? Skulu
vit halda fast við at vit
bert skulu gera tað, ið
vit hava ráð til, so
mugu vit hyggja at
Havnini við somu
grundgeving. Hava vit
ráð til at nýta umleið
70% av ellum almenn-
um iløgum komandi 3
árini í Suðurstreymi?
Hetta kundi verið ein
hóskandi spurningur at
sett, tá iløguætlan
landsstýrisins skal við-
gerast.
Lokalpolitikararnir
og fólkið í
útjaðaragkjunum
Tað er ikki lætt at vera
sokallaður lokalpolitik-
ari í dag, tí nú sparast
skal, kemur alt tosið
um miðsavnan fram
af ir við fullari megi.
Fyri mær at síggja er
orsøkin einføld, sparing-
arnar skulu helst fara
fram uttanfyri mið-
stadarøkid og fyri at
vinna frama fyri hesum,
verða politikararnir, ið
koma aðrastaðni úr
landinum, teptir við at
spjaldra teir sum
snævurskygdar lokal-
politikarar.
Skulu politikararnir
uttanfyri Suðurstreym
verða hoydir, so mugu
teir duga dupult so væl
at grundgeva sum hinir,
ið hoyra til miðstaðar-
ekið, so sterkt standa
tær miðsavnandi kreft-
irnar í dag. Skulu teir
fáa nakað igjøgnum, so
mugu teir spenna seg
meira út. Fyri ta helvt-
ina av Feroya fólki, ið
býr úti um landið, hevði
mangan verið óliviligt,
um vit ikki høvdu havt
politikarar, ið tora at
taka okkara viðurskifti
fram. Eftir er bert at
vóna, at teir í hesum
tíðum, har allar kreftir
draga inn ímóti miðjuni,
megna at standa stinn-
ir, so tað framvegis ber
Nr. 216 — 20. november 1991
Eyðgunn Samuel-
sen, lærari: -Tað er
nú einaferð so, at
umleið helvtin av
Føroya fólki býr
uttan fyri Suður-
streym, so skulu vit
tosa um samfelags-
gagnligt, má tað
vera til gagn fyri
okkum øll - eisini
hina helvtina, sum
býr uttanfyri
Suðurstreym
til at liva uttanfyri
Havnina.
P.S. Um Marita Peter-
sen skal víkja legtings-
sessin, skuldi verið
óneyðugt at farið í blød-
ini við, tað mátti kunna
verðið loyst innanfloks.
Eyðgunn Samuelsen
KENNI