Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. november 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hormon- javnvågin? Eg eri ein 28 åra gomul kvinna, sum tey seinastu 10 árini hava tikið p- pillar, við steðgi uppá 3 ár í sambandi við barnsburð, síðani 2-3 mán. steðgi við jøvnum millumbilum. Eg havi altíð havt regluliga menstruatión, bæði fyri og eftir p-pillar. Fyri átta mánaðum síðan gavst eg við p-pill- arunum (Gynera), fyri at blíva við barn aftur. Tær fyrstu fimm men- struatiónirnar vóru heilt regluligar, 28-30 dagar ímillum, men tær seinastu menstruatiónirnar eru komnar meira óregluliga, upp til 40 dagar ímillum. Eg eri rímiliga vís í, at eg ikki havi verið við barn í hesum tíðarskeiði. Heldur ikki kann hetta sigast at vera psykiskt, tí eg havi ikki sett mær nakra ávísa tíð til, at eg skal vera vorðin við barn. Veit væl, at tað kann takka meiri enn hálvt ár, áðrenn hormonjavnvågin er komin í rættlag aftaná p- pillar í fleiri ár. Kann hetta koma av, at hormonjavnvágin ikki er í lagi enn? Ella kann nakað annað vera áfatt? Ein, ið ikki hevur mist mótið Tá ein tekur p-pillarar, verður hormonjavnvágin broytt, og jú longri tíð, ein hevur nýtt p-pillarar, jú longri tíð gongur, til hor- monjavnvágin verður aftur í lagi. Tað kann ganga meira enn eitt ár eftir at vera givin við p- pillarunum. Fyri tað um menstrua- tiónssyklus er blivin 40 dagar hjá tygum er ikki vist, at nakað bagir hor- monframleiðsluni. Tað kemur vanliga í rættlag av sær sjálvum, um eingin onnur orsøk er til broyt- ingarnar. Eg skilji á spurning- inum, at tygum halda steðg við p-pillarunum í 2-3 mánaðir við jøvnum millumbili. Hetta haldi eg ikki vera rætt, tí vandi er tá fyri at gerast við barn í ótíð. Tað er ikki neyðugt at halda steðg í nakrar mánaðir av og á - tað broytir ikki hormonjavn- vágina. Marner Eg las í Sosialinum 6/11, at ein 92 ára gamal var vorðin pápi, men har stóð eisini at lessa um eina 6 ára gamla gentu og ein 11 ára gamlan drong, sum vóru blivin foreldur. Kann hetta veruliga bera til? Vanliga fáa gentur, her á leiðum, ikki menstrua- tión fyrr enn í fyrsta lagi á 11 ára aldri, mn hvat við dreingjunum, kunnu teir blíva pápar so ungir? J. Her å okkara leidum er møguligt fyri kvinnur at gerast vid barn longu i 12- 13-14 åra aldri. Men gðrvísi er vid dreingjum. Teir verdafyrst gitingar- førir 0.u. 15 ára gamlir. Tad er møguligt, at ein 92 åra gamal madur kann verda påpi. I heitum lond- um er vist møguligt, at 6-8 åra gamlar gentur kunnu gerast vid barn. Marner UT ———————ET—a—""—e—" j Ja: Navn: Eg gerist haldari av Tidinda- blaðnum Sosialinum og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Haldaragjaldið er kr. 200,- Haldarar uttanlands gjalda kr. 235,-/årsfj. Goldið verður ongantíð fyri fleiri blød enn tey, ið eru eftir at koma í einum ársfjórðingi. fyri ársfj. Bústaður: Bygd/býur: Kannað postverkinum UUNJEISOS - ULINJBISOS - ULNEISOS - ULNJeISOS - UIINJBISOS - ULNJEISOS - Finnið tykkum. onkran annan syndabukk! Fiskivinnupolitikkurin í Fóroyum eigur at broytast fullkomiliga. Um vit framhaldandi h8gsa á sama hátt, sum gjørt hevur verið á fiskivinnuøkinum, verða bæði samfelagið og grunnar løgd í oyði skrivar Lasse Klein, formaður Sjálvstýrisfloksins í blaðnum í dag. Í grein í Sosialinum 14. november 1991 vísir Hjalti í Jákupsstovu á, at smábátarnir eru ein hótt- an fyri fiskastovnar okk- ara. Men tá hugsað verður um steddina av bátunum, fiskireiðskapin teir nýta og hvussu fáar dagar hesir fáa roynt, skal ein ikki hava flogvit fyri at á- sanna, at hesin pástandur er púra burturvið. Fyri tað fyrsta er saml- aða veiðan á nærleiðum í dag meira enn 100.000 tons, tá er tann fiskur ikki taldur við, sum trolararnir hava sílað frá í trol teirra og sum liggur og rotnar á havsins botni. Til stuttleika? Tá sagt verður, at í 1985 vóru 6.000 tons av umleið 150.000 tonsum bert fisk- að til stuttleikar, vil eg fyrst viðmerkja, at eingin fiskar 6.000 tons bert til stuttleikar. Og harnæst skal sigast,at her er bert talan um umleið 4% av heildarveiðuni á nærleið- unum undir Feroyum, hóast allur hesin so stóri, effektivi, hóttandi og væl- utgjørdi småbåtaflotin av »stuttleikabåtum« fór á flot. Og um fiskifreðingar halda, at tað eru hesir bátar, ið hava elvt til fiskaloysi og minkandi stovnar, so skilji eg betur, hví steðan er, sum hon er í dag; tí so hava teir ikki á nakran hátt ásannað, hvar tann veruliga hóttanin er, nevniliga trolingin — par- trolingin. Trupulleikunum til lívs So leingi trolingin ikki verður annaðhvert bann- að ella minkað munandi, koma stovnar okkara ikki fyri seg aftur. Eg haldi at Hjalti eigur at tosa meira við útróðrarmenn, ið berj- ast á opnum havi fyri at bjarga sær sjálvum og landi sínum, heldur enn at sita trongskygdur á skriv- stovu síni, meðan land og ríki raplar, orsakað av at eingin ger nakað fyri at koma trupulleikunum til lívs. Tá tosað verður um at banna troling ella av- marka trolingina, so stingur ein annar trupul- leiki seg upp, nevniliga hvat so við flakavirkjun- um? Noyðast vit ikki at hava trolarar fyri at fáa nóg nógvan fisk til flaka- virkini? Jú! Vit kunnu halda á fram við trolingini eina tíð afturat, men hvat so, tá eingin fiskur er eft- ir? Nei! Vit mugu ásanna, at vit hava ikki nóg mikið av fiski til at bjarga ellum flakavirkjunum í núver- andi líki. Samlaða veiðan má minkast til tað, ið grunnar okkara tola, og síðan má ein umlegging fara fram í flakavinnuni. Besti háttur at stýra veið- uni er ikki at stýra henni, men at lata línu- og snellu- bátar/-skip fiska frítt á ávísum ekjum, samstund- is sum troling verður bannað á nærleiðunum, ella avmarkad munandi. Hjáveiðan hjá fremmandum Um vit hyggja at fiski- skapinum á miðleiðini sæst, at so at siga allur fiskiskapur har, undantik- ið íslandskvotan, er lodna, POLITIKARIN Í DAG svartkjaftur og líknandi og sostatt eingin fiskur til tey føroysku flakavirkini. Og tå islandskvotan er ókeypis, loyvi eg mær at seta spurnartekin vid, um vit eiga at byta kvotur til miðleiðslondini. Viðvíkj- andi kvotum á fjarleiðum má ásannast, at tann fisk- ur, ið vit fáa, kemur væl við, men hinvegin eri eg bangin fyri, at tað, sum hinir fiska í okkara sjógvi, ger stóran skaða. Her hugsi eg um tað árin trol- ingin hevur á botnin og ta ekologisku javnvågina, umframt at hjåveidan av rundum fiski í okkara sjógvi er sterri enn kvotan av rundum fiski vit fáa í fremmandum sjógvi. (hóast eingi hagtel eru). Broyting neyðug Fiskivinnupolitikkurin i Føroyum eigur at broyt- ast fullkomiliga. Um vit framhaldandi hugsa á sama hátt, sum gjert hev- ur verið á fiskivinnuøkin- um, verð bæði samfelagið og grunnar legd í oyði. Politiska samgongan, sum hevur bjóðað seg fram at stýra samfelag- num, og umsiting henn- ara, eiga at koma við munagóðum loysnum og at finna onkran annan syndabukk enn smábátar- nar; annars halda tit bæði tykkum sjálvar og alt Fer- oya fólk fyri gjeldur. Lasse Klein Lýsið í SOSlalinum see