Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. november 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 I s0Sialurin Lesarabrøv Nr. 216 — 20. november 1991 Ránið av kvotuni hjá Nónhamri Sandingur í kolandi stormi Jú, víst hevur Vilhelm Jo- hannesen alla orsek til at við steðuna í Norðoyum. Hver kundi vænta, at nakar annar gjørdi um seg og kendi á- byrgd fyri okkum uttan Vilhelm Johannesen? (An- finnur svevur enn). Men aftur til Sandingin í kolandi stormi. Hevði hesin gjørt sær ómak at kaga í Almanakkan frá 88 og 91, hevði hann skjótt sæð, hvussu nógv skip og harvið arbeiðspláss, norð- oyingar hava mist. Seinastu 2 árini eru 24 skip/båtar farin úr gera vart K.G listanum, umleið 35—40 M.a. eru allir teir nýggjastu línuvátar- nir, Klettur. Glóðanes, Julius á Bakka, Niclas á Selheyggi, farnir. Rækju- trolararnir Karina og Kjel- ur. Svartkjaftatrolarin Raðhamar og partrolarar- nir Saksaberg og Slætta- berg. Trolararnir, sum royndu í Eystursjónum. Ein saltfiskatrolari fór nakað áðrenn. Hugsar man um veiðiorkuna, tað skal man eisini gera, so er talan um ein niðurskurð uppá umleið 50%. Meðan hetta er hent her í Norð- oyum, sohava sandoying- ar beint tverturímóti ekt munandi um sítt veiðu- trýst við sterri partrolar- um og ætlaðu sær eisini at fara avstað við kvotuni hjá Nónhamri. Tað er markleysur frekleiki og óloyalitetur ímóti sínum landsmonnum, sum hava mist sterri veiðiorku enn nakar annar, kemur ikki vend í hjá stóru línu- bátunum og útróðrarbát- unum í nærmastu framtíð. Útlitini fyri hesum eru sera ring. Fara enn fleiri bátar av KG listanum vegna trolararánsveiðuna seinastu árini? Tað er bara ein tíðarspurningur, hvussu skjótt teir fyrstu fara — 2 stórir standa longu til tvang afturat. Jú, harra Sandoyingur, her vóru veruliga stórar orsekir til at Vilhelm Jo- hannesen gjerdi vart við seg. Hetta eiga eisini allir norðoyingar at bera hon- um eina stóra tekk fyri. Somuleiðis eiga øll hini umboðini hjá javnaðar- flokkinum at duga at skilja hetta rættvísiskrav frá Vilhelmi Johannesen. Eisini eiga hesi somu um- boð at hava allar sterstu virðing fyri okkara stersta vinnulívsmanni fyri tey megnar avrik, sum Svend Thulesen hev- ur gjert fyri okkum føroy- ingar. Kanska einasta fyritøka, sum er »upp to date< í Feroyum í dag. Hví so leggja á tað, sum gongur væl? Hví skal salt- fiskatrolarin Nónhamar við síni kvotu nú eisini fáa sviðan av svartkjafta- ævintýrinum? Heilsan Javnadarmadur Viðmerking til viðmerking hjá Vilhelm Johannesen Eg takki her fyri svarið, hóast ikki heilt nøgdur. Er tað góð loysn hjá okkum í Sandoynni at keypa frystan fisk úr út- londum, tá ið tit aðrir hava so stóra kvotu bæði á Flemmish cap og í Ba- rentshavinum? Har meti eg at tað hevði verið lætt- ari hjá okkum at keypt, um vit t.d. fingu okkara part av kvotuni. At tú ikki hevði kunnað tonkt tær at flutt eina kvotu úr einari oyggj í aðra, tykir mær nokkso legið. Tíbetur er tað so- leiðis, at man kann keypa og selja skip við fiskiloyvi millum oyggjar, og har er tað veiðan í báðum forum, sum skal geva sítt. Tað mesta, sum eg skrivaði um var sam- gonguslit; men tað tekur tú ikki upp á tunguna. Tað er meguligt, at eg taki feil; men eg haldi ikki at eg taki so nógv feil, at tú lovaði samgonguslit fyri Vesturvón og Enni- berg. Til seinast, ikki bara tú, Vilhelm, men tit allir, ið ganga og tvætla við hes- um samgonguslitinum: Takið heldur og sigið ting- sessin frá tykkum, tit hava massar av vara- monnum, sum kunnu taka eftir tykkum, tá ið tit ikki hava hug longur. Nú skrivi eg ikki aftur; haldi eg tað verða neyð- ugt, so ringi eg. Vinarlig heilsan Sólvit Hvor er maðurin 17. Upp undir síðsta val var ein stór ónegd við tá sit- andi landsstýri, tí teir vóru so ósamdir. Tað kundi ikki ganga, at før- oyingar skuldi liva í eini so ótryggari steðu. Lítið og einki kom á skaftið, og so var endin, at vit fingu val í ótíð. Hesir somu menn, sum so harðliga funnust at tá sitandi landsstýri, gera nú akkurát tað sama, summir klandrast um skip, summir um berghol. Tó varð sagt av mongum manni, at tað var ringt at fara í eina samgongu við Óla Breckmann sum 17. manni. Tað sær út til at vera nógvir Ólar í hesi samgonguni. Lokalpolitikkur Tað sær út sum at nógv- ir av okkara politikarum ikki vita, at teir eru vald- ir at umboða alt Feroya fólk, men tað eru tit, um tit ikki vita tað. Tað sær ikki mætari út enn vit skulu fara aftur til val. Skuldi tað hent, so er tað stersta skomm í Feroya segu, so eg haldi at tit tríggir, Birg- ir, Vilhelm og Bjarni, tit skulu hugsa tykkum væl um, áðrenn tit slíta hesa samgonguna, tí so hava tit gjørt størsta brølara í Føroya søgu. Til Vilhelm! Tað verð- ur nógv betri fyri allar foroyingar at lata Skála- fjall fáa frið, selja hann til hægsta boð, enn at fara til valborðið, tí tað gagnar ongum. Skikkið tykkum væl og havi eitt gott samar- beiði, gerið tykkum ikki fyri skommum. Kollafjorður 17/11-91 Heðin Hansen Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvønn hósdag frá kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM, undir Pisuvaréa 2, ella á tit 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. 15.30—17.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frå kl. 15.30—7.00 á morgni.