mikudagur 20. november 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
5
Nr. 216 — 20. november 991
Hóast sjey av bestu kvinnuligu borðtennisspælarunum, íslending-
Få
Sida 13
ar eiga, vóru við í borðtenniskapping í Reykjavík um vikuskiftið,
vann Anna Petersen úr Streymi kappingina
At Anna Petersen, sum
vanliga spælir við við
Streymi, er ein sera
stinnur borðtennisspælari,
vistu vit frammanundan.
Men at hon var so stinn,
at hon kundi gera gllum
teimum bestu kvinnuligu
borðtennisspælarunum í
Íslandi fyri skommum við
at vinda burturúr teimum,
mundi vera meira, enn
sjálvt tey bordtenniskøn-
astu her á landi, høvdu
vónir um.
Vann kappingina
So mikið meira eydnað-
ist henni tó at vinna eina
kapping í Reykjavík í Ís-
landi um vikuskiftið, har
ikki færr enn sjey av teim-
um bestu kvinnuligu borð-
tennisspælarunum, íslend-
ingar eiga, vóru við.
Tað eydnaðist Annu Pet-
ersen meistarliga at vinna
hesa kappingina.
Gjørdust triðbestir
Hjá monnunum vann
ikki nakar av føroyingun-
um kappingina, men tað
eydnaðist Peturi Niclasen
úr AB at gerast triðbestur.
Sama úrslit fekk eisini
Bergur Jacobsen úr AB,
sum spældi hjá unglingun-
um, har hann gjørdist
nummar trý.
Alt samalt sera góð úr-
slit, ið óivað geva før-
oysku spælarunum enn
meira hug og orku at náa
góð úrslit, eins og slíkir
"'trimufir” so avgjørt
kunnu vera vid til at
stimbra bordtennis i Før-
oyum, sum heilt vist verð-
ur spælt av mongum,
hóast ikki so mong taka
lut í teimum kappingum,
sum eru.
hj.
Gamlamannadansur
I Itottarhøllini á Hálsi
Nýtt tiltak verður nú roynt vid dansikvøldum sum i 60' unum
Høllin å Hålsi fer nå undir
eitt nytt tiltak. Ætlanin er
at skipa fyri nøkrum
kvøldum við gamla-
mannadansi. Borð og
stólar verða í hellini, so
fólk kunnu sita og práta
saman. Dansigólvið
verður uml. 3000 kvm, og
ikki fleiri enn 1.100
atgongumerki verða seld.
Roynt verður við fyrsta
tiltakinum friggjakvøldid
22. nov. 1991 kl. 22.00.
Tveir væl umtóktir tón-
leikabólkar úr Vestmanna
fara at spæla til dansin
fyrsta kveldið og verða
tað »Vestmenn« og
»Thunderbirds«.
Tónleikabólkin = Vest-
menn kenna flest allir før-
oyingar. Teir byrjaðu at
spæla í 82 og fyrsta plát-
an, >Brot<, kom í 83. Í 85
kom so næsta plátan,
»Kanska í dag« og í 88
kom plåtan >Vestmenn 3«
út.
Teir, ið spæla við tón-
leikabólkinum eru: Martin
Joensen, bass, Ólavur
Højgaard, sang, Niels
Olsen, harmoniku, Bogi
Olsen, guitar og Jógvan í
Toftum, trummur. Tveir
aðrir tónleikarar fara eis-
ini at hjálpa Vestmonnum
hetta kveldið, men hverjir
teir eru, er ikki greitt enn.
Vestmenn spæla bert til
undirhald og er hetta frí-
tíðarítriv teirra. Teir gera
eisini alt tilfarið sjálvir.
Tey, sum vóru ung í 60-
unum, kenna óivað tón-
leikabólkin Thunderbirds,
sum var ógvuliga kendur
tá. Teir byrjaðu at spæla
sum 11-12 ára gamlir á
einum garagu-lofti og av
tí kom navnið Garagu-
boys, sum teir kallaðust
fyrstu tíðina. Hesa tíðina
hevdu teir millum annað
barnakonsertir og annað.
Í 1964 spældu teir fyri
fyrstu ferð til dans í dansi-
stovuni í Vestmanna. Tá
vóru teir um 15-16 ára ald-
ur og navnið á tónleika-
bólkinum varð broytt til
>Thunderbirds<. = Hetta
kom av tí at flottasti bil-
urin í Vestmanna um
hetta mundið var ein Ford
Tnunderbird, ið pápi ein
av dreingjunum átti.
Nú byrjaði tónleikabólk-
urin at spæla næstan
hvert vikuskifti og fyri
tað mesta varð spælt í
Vestmanna og Vágunum,
men eisini varð vitjað í
Suðri, Klaksvík og á
Glyvrum. Eitt skiftið
vóru teir fast húsaorkest-
ur í Losjuni í Havn.
Í 1967 royndu teir seg
við innspæling av sang-
um, sum skuldu brúkast
til útgávu av single-plátu,
men upptekurnar vórðu
ikki mettar nóg góðar og
tíð var ikki til fleiri upp-
tekur, so alt varð skúgvað
til viks.
Thunderbirds góvust at
spæla í 1969, tá onkur av
tónleikarunum fór uttan-
lands á skúla. Men í 1975
skipaði VÍF fyri dansi í
Vestmanna og tá var
Thunderbirds aftur at
síggja á pallinum. Teir
hava eisini verið við í til-
takinum „aftur í 60'ini«
hjá Neistanum, og fyri
stuttum skipaði VÍF fyri
almennum dansi í Vest-
manna, har Thunderbirds
og Vestmenn spældu, og
hetta kveldið eydnaðist
stak væl.
Teir, ið eru við í tón-
leikabólkinum, eru: Øssur
Christianse, guitar, Jóan
Magnus Olsen, guitar,
Jógvan Páll Johannesen,
bass, Gulakur Zacharia-
sen, ljómborð, Gunnar
Streymoy, guitar og
Tróndur Streymoy,
trummur og sang.
Tónleikurin er sera fjel-
broyttur hjá Thunder-
birds og teir spæla bæði
eldri og nýggjari plátur.
Atgongumerki kunnu
keypast í forselu á Kunn-
ingarstovuni og í LM-
handlinum. Aldursmarkið
er 20 ár og kostnaðurin er
:100 kr.
Ítróttarhellin á Hálsi
Landsliðið
bjóðað til
Eysturrikis
Ikki sørt av viðurkenning er
í innbjóðing eysturrika —
teir bjóða sær til at gjalda
fyri bæði ferð og uppihald
Í síðstu viku kom eitt
áhugavert bræv í post-
kassan hjá Fótbólts-
sambandi Fgroy1.
I hesum brævi lá ein
innbjóðing til landslið-
ið um at vera við í eini
innandura fótbólts-
kapping í Linz frá 13.
ul 15. desember.
>Eysturríkarar vilja
fegnir hava so nógvar
spælarar sum møguligt
av teimum, sum vóru
við í søgurika dystinum
í Landskrona í fjør, tá
Eysturriki lá eftiri á og
Føroyar vunnu 1-0,
sigur Jåkup Simonsen,
liðleiðari á landsliðn-
um.
Eisini bjóða eystur-
ríkarar sær til at gjalda
bæði ferð og uppihald:
„Hetta týðir bara
uppá, at landsliðið er í
ferð við at fáa viður-
kenning úti í ti stóru
verð, tí vit hava altíð
skula goldið fyri
okkum sjálvar,< sigur
Jákup Simonsen. >Og
sjálvt tá vit hava skula
fingið gestir til Føroya,
hava vit eisini verið
noyddir at goldið fyri
teir, so eitt sindur ødr-
vísi er tað vorðið nú.<
Við á ferðini kunnu
vera 12 spælarar, og
spælt verður á vølli,
sum er 60 metrar lang-
ur og 30 breiðir. Seks
spælarar eru inni í
senn, harav ein er
málmaður.
hj.
sisini bjóðað til Malta:
Givid avbod
Fótbóltslandsliðið er
eisini bjóðað til Malta
at vera við í eini seks-
landakapping, sum skal
vera í februar mánaði í
1992.
Við í hesi kapping
ætlaðu fyrireikararnir
at hava lond sum m.a.
Ísland, Grikkaland,
Kypern, Malta og
Føroyar.
Hesi nevndu londini
eru eisini øll styrkimett
å jøvnum føti vid Før-
oyar i sambandi vid
lutakastid til HM-
kvali-
fikationskappingina.
Talan er um kapping
millum A-landslid, og
Sinnisbati
Frítíðarhelið í Krossgøtu 15 er opið miku-
kvøld kl. 19—22.
helst vilja maltesisku
fyrireikararnir hava
seks lond at vera vid,
so tey kunnu fáa nógv-
ar dystir.
Men landsliðið hevur
givið avboð og fer ikki
við til hesa kapping:
>Vit hava tikið ta av-
gerð, at vit ikki skulu
fara, sjálvt um fyrireik-
ararnir vilja gjalda fyri
uppihaldið, meðan vit
eru har niðri,< sigur
liðleiðari landsliðsins,
Jákup Simonsen. >Bara
ferðingin niður hand-
anvegin er so dýr, at vit
halda tað vera ov
kostnaðarmikið.<
hj.