Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. november 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Toybilið eystanfyri økir frimerkjasøluna Nr. 218 — 22. november 1997 Sameiningin av Týsklandi fær beinleiðis åvirkan á føroysku frimerkjasøluna. Sjålvan sameiningardagin fór ein føroysk- ur/grønlendskur frímerkjabussur Eysturtýsklandi, og nú fara vit at síggja úrslit Frímerkjadeildin hjá Post- verki Feroya sendir út árliga 370.000 brøv. Sein- astu fýra ella fimm árini hevur talið verið minkandi, men tað er tað ikki meira. Í ár selja við eins mong føroysk frímerki sum vit gjørdu í fjør, og eftir øllum at dóma fer talið á við- skiftafólkum nú at kvinka uppeftir. Tað er leiðarin á Frí- merkjadeildini Knud Wac- her sannførdur um, og vísir á gongdina eystan- fyri, nú marknaðarkreftir- na Innrás nar eisini gera SI ð hevur ikki verið bøn fyri at selja eitt einasta føroyskt frímerki eystan fyri tað tey kallaðu jarn- tjaldið, hóast áhugin, at savna frímerkir har, hevur verið stórur. Sendu vit ein brævbjálva til t.d. Eystur- týskland, kundu vit vera sannførd um, at hann kom ikki longur enn til markið. Fekk so eitt stempul - VERBOTEN - og kom so heimaftur. Tað var ikki loyvt at handla við út- lendskum valuta. Hetta sigur Knud Wac- her sum fegnast um, at tað nú er ødrvisi. Hann greiðir frá, at føroyska frímerkjadeildin sendi, saman við teirru grønlendsku, ein frí- merkjabuss inn í Eystur- týskland sjálvan samein- ingardagin. Hetta og tað arbeiðið, sum síðani er farið fram, at fáa fatur á hendan nýggja marknaðin, hevur gjørt, at frímerkja- deildin nú hevur ngvnini á 22.000 frímerkjasavnarum, sum búgva í fyrrverandi Eysturtýsklandi. Hesi ngvn og adressur verða nú sett í eina skipan, fyri síðani at lata teimum tey tilboð, vit hava at bjóða. Knud Wacher roknar við, at frímerkjasavnarar eystanfyri fáa alt stórri áhuga fyri fremmandum frímerkjum sum tíðin líður. Eisini fyri teimum eldru føroysku frimerkju- num, sum ikki longur eru til í stórum tali hjá fri- merkjahandlarunum. Hetta ger ein øktan eftirspurning eftur hesum merkjum, fær prísin upp, og hetta fer eisini at gera sína ávirkan galdandi vestanfyri. Men tað er dýrt við søluarbeidi og ein má rokna við, at tað tekur tíð, men at hetta fer at loysa ivast leiðarin á frímerkjadeildini ikki i. Sum eitt dømi um fri- merkjaåhugan eystanfyri sigur Knud Wacher frå eini frimerkjaframsyning i Prag fyri nøkrum årum sidani. Ikki færri enn 500.000 fólk vitjaðu fram- Sag SEE á rundferð í fyrrverandi sýningina. Hetta eru fimm ferðir so mong, sum vitja eina stóra altjóða frí- merkjaframsýning vestanfyri. Spara men siga ikki fólki upp Eins og aðrir stovnar roynir eisini Frímerkja- deildin at spara har sparast kann, men hetta gera tey uttan at siga fólki upp. Tað hevur ljóðað, at ein stempulmaskina skuldi av- loysa fleiri av teimum, sum hava sítt dagliga arbeiði á frímerkjadeildini, men hetta avsannar Knud Wacher. -Vit hava fingið eina tilika stempulmaskinu, men av teirri orsøk verður eingin koyrdur heim. Higani fara eingi av okkara åvum fyrr enn tey eru 70. Fimm fóru i år um aldursmarkið, og fýra fara næsta ár. Hesi arbeiðspláss yvirtekur maskinan, sigur Knud Wacher. A frí- merkjadeildini arbeiða í dag um 60 fólk. tór.- „470 FOROYAR Knud Wacher, leiðari á Frímerkjadeildini ivast ikki i, at sølan av føroyskum frímerkjum fer at økjast. Mynd: Kalmar Selur nu frimerki til landsmenn sínar Monika Rikardsdóttir er fódd og uppvaksin í tí landi, sum einaferð æt Eysturtýskland. Nú hevur hon frímerkjasamskifti við landsmenn sínar Seinastu tíggju árini hevur Monika Rikardsdóttir ar- beitt á Frímerkjadeildini á Argjum. Hennara serliga arbeidsøki nú er at taka sær av samskiftinum við týskar frímerkjasavnarar. Serliga teimum í fyrr- verandi Eysturtýsklandi, og tað er ikki av tilvild. Tí har er hon fødd og uppvaksin, og kennir tí eisini til viðurskiftini har, og málsliga er hon, sum vera man, væl fyri. Monika hevur arbeitt ymsastaðni í Týsklandi. Millum annað sum blað- fólk í Hamburg eitt skifti, til hon, beint eftur heims- bardaga, flutti til Íslandi og giftust har. Hesi sein- astu tíggju árini hevur hon búð í Føroyum, og starvast á Frímerkjadeildini. Hon er sannførd um, at tað eigur at bera til at selja føroysk frímerki í heim- ; landi sínum. Hon var sjálv við í frímerkjabussinum eystanfyri í fjør heyst. -Nei,- vit seldu kanska ikki so nógv júst á hesi ferðini, men vit fingu ivaleyst vakt áhuga fyri føroyskum frímerkjum har. Tað er heldur ikki so løgid, ti eg veit, at frímerki D Amnesty International Skrivstovan i Vågsbotni er opin mánadag. miku- dag og fríggjadag kl. 11—16. Tlf. 15816.