Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. november 1991síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 0 Nr. 219 — 23. november 1991 Pr I | 24 *:4 SÁÐIÐ | J/ASR ; NY « AR In <Ð GC Lagt til rættis: + Ag FR Oddbjørg Poulsen Hin lamni Ein dagin tå id Jesus lærdi lærisvein- ar sinar, komu nakrir menn berandi vid einum lamnum manni. Teir sluppu ikki inn gjøgnum dyrn- ar, so teir fóru bara upp á takið, loystu nakrar taksteinar av og koyrdu tann lamna niður gjøgnum takið. Tað stendur í Bíbliuni, at tá Jesus sá trúgv teirra, segði Hann tey orð- ini, sum tú kanst finna fram til við at A loysa koduna í orðagátuni. $/10|0læl Bønin i dag: Takk Jesus, at tå fyrigevur mær minar syndir, tå eg trúgvi á teg. — NS Stór Mozartkonsert sunnudagin í Norðurlandahúsinum Vit eru mitt í einum >Mozart-heysti< í Norður- landahúsinum við seks kendum verkum á skránni sunnudagin 24. november kl. 15.00. Johannes Andreasen hevur valt tón- leikin út og samlað 14 tón- leikarar til at framfera seks verk eftir Mozart. Í fyrsta parti av kon- sertini fara vit at hoyra Ernst Sondum Dalsgarð (floyta), Árna Hansen (klaver), Moniku Stauss Joensen (violin), Jens Smith (bratsch) og Jens Christian Guttesen (cello) framføra floytukvartett i D-dur, KV 285 og klaver- kvartett i g-moll, KV 478. Jens Smith er fingin upp úr Danmark til hesa kon- sertina. Seinast hann spældi í Norðurlandahús- inum var sum solistur í Feroya Symfoniorkestri á 90-ára fødingardegnum hjá Williami Heinesen í 1990. Floytukvartettin í D- dur, KV 285 er dagfest í Mannheim, 25. desember 1777. Hon var ætlað áhugafloytuleikaranum Ferdinand Dejean. Tann fyrsta allegroin er ein stuttur Sonatusatsur. Floytuparturin er ikki so virtuosur, sum vit kanska kundu væntað, men kort- ini eru fleiri konsertant petti, har floytan rættiliga trínur fram. Sera vælum- tókt er h-moll adagoin, har floytan spælir eitt sorg- blítt lag saman við pizzi- cato-strúkarum. Øssur Bæk er violin- solistur i violinsonatuni, sum er fyrst i 2. parti av konsertini. Øssur gransk- ar i løtuni i Hollandi, og spældi eisini hugtakandi å konsertini hjá Føroya Symfoniorkestri seinasta sunnudag. Fylgispælið hava Johannes Andreasen (klaver), Kári Bæk (obo), Anna Elisabeth Klett (klarinett), Fiona Parker (horn) og Tony Hedley (fagott). Violinsonatan B-dur, KV 454 var skrivað á vári 1784. Hetta var eitt tað virknasta tíðarskeiðið lívi Mozarts. Frá februar til miðjan apríl skrivaði hann m.a. fýra stórar klaverkonsertir. Tann 24. apríl skrivar hann úr Wien í brævi til faðir sín: >Her hava vit nú ta gitnu Strinasacchi úr Mantua, ein frálík violinistinna. Hon hevur góðan ans og kenslur, tá hon spælir. Eg eri í ferð við at skriva eina sonatu, sum vit faa at spæla saman hósdagin, tá ið hon hevur konsert í leik- husinum«. Tad sigst, at Mozart festi bert violinpartin & blad. Sjålvur spældi hann hesa fyrstu framførsluna úr eini skitsukendari upp- Jóhannes Andreassen saman við Øssur Bæk, sum spæla ávikavist klaver og violin. Kanny Sambleben, violin, Árni Hansen, klaver, Anna Klett, klarinett, Ernst Dals- garð, tverfloyta, Lis Havelund, violin, Jens Smith, violin, Claire Thomsen, violin, Jens Chr. Guttesen, cello, Monica Stauss Joensen, violin. Trý mangla. Tey eru Kári Bæk, obo, Fióna Parker, valdhorn og Tony Hedley, fagott. skrift. Anna Elisabeth Klett, Kanny Sambleben (violin), Claire Thomsen (violin), Lis Havelund (bratsch) og Jens Christian Guttesen (cello) enda Mozartkon- sertina við eini strúki- kvartett og eini klarinett- kvintett. Strúkikvartettin G-dur, KV 387 er tann fyrsta av teimum seks kvartettun- um, sum vórðu ognaðar Josheph Heydn, og hon var fullfíggjað tann 31. desember 1782. Av lyndi er hetta ljósur tónleikur, sum stendur á tambi av sannari lívsgleði. Klarinettkvintettin í A- dur, KV 581, sum Mozart skrivaði til vinmann sín klarinettleikaran = Anton Stadler, var liðug tann 29. september 1789. Bæði klarinettin sum ljóðferi og strukikvartettin sum grein høvdu nóg illa vunnið sær fótafesti um tað mundið. Tað vit vita, hevði henda samanseting- in ikki verið roynd áður — og tað hevur helst kveikt so mikið meira í hugin hjá Mozart at royna seg. Hann hevði annars granskað og skrivað fimm-raddað síðan 1787. Konsertin i Norður- landahúsinum sunnudag- in kl. 15.00 er fingin i lag við dyggum stuðuli frá Feroya Sparikassa.