týsdagur 26. november 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 220 — 26. november 1991
eecs
Síða 15
Lítil rættleiðing
Tað tykist vera so, at tá ið
talan er um fakfelog og
teirra virksemi, so nýtist
einum ikki at taka tað so
tungt við sannleikanum. Í
øllum førum ikki, um ein
er arbeidsgevari ella um-
bod arbeidsgevarans. Ti
tað sum varð framborið i
sendingini Dagur og Vika
í sjónvarpinum seinasta
hóskveld um fakfeløg og
hevuðsavtalur var í ellum
førum ikki eftirfarandi.
Segan er í stuttum
henda: Í 1989 setti lands-
stýrið nevnd at gera álit
um arbeiðsrætt. Í hesa
nevnd vórðu settir tríggir
juristar, og hesir gjørdu
tað megnar avrik at um-
seta donsku lógina um ar-
beiðsrætt nærum orð fyri
orð. Teir tímdu enntá ikki
at snegga lógina so frægt
til føroysk viðurskifti, at
teir tóku hædd fyri, at før-
oysk fakfeløg eru sjålv-
stødug fakfeløg og ikki
skipað í nakran lands-
felagsskap. Hetta er jú
segan um tokferðslu í Fer-
oyum einaferð enn.
Fyri at geva lógar-
arbeiðnum ein farra av
demokratiskari = skræðu,
sendi landsstýrið hetta
hissini álit, sum nevndin
hevði gjørt, til fakfeløgini
til ummælis.
Og fakfeløgini svaradu,
herundir eisini Starvs-
mannafelagið, og sendu
síni ummæli, men seinni
fingu vit so prógv fyri, at
landsins politikarar og
embætismenn ikki góvu
sær stórvegis far um hesi
svar, men hevdu lagt tey
at kalla ólisin til viks!
Hetta kann vera
grundin til, at ein av land-
sins hægstu embætis-
monnum mistók seg í
sjónvarpssendingini hås-
kveldið.
Nú er virðingin fyri
fakfeløgunum gjøgnum-
gangandi lítil. Og hann tú
ikki virðir, honum lurtar
tú jú ikki ordiliga eftir. Og
har er embætismaðurin í
landsstýrinum onki
undantak.
Fakfeløgini hava ongan-
tíð verið ímóti »høvuds-
avtalum«. Tað, sum feløg-
ini hava verið ímóti, er av-
oldaðum, umsettum
donskum hevuðsavtalum,
sum ikki hóska til foroysk
viðurskifti og sum teir í
Danmark nú eru í ferð við
at broyta. Fakfeløgini
hava eisini sagt, at tey
vilja ikki hava ein dansk-
an arbeiðsrætt, men held-
ur vilja hava ein føroysk-
an. Landsstýrið og ar-
beiðsgevararnir vildu (og
vilja?) hava danskar regl-
ur og danskan arbeiðs-
rætt, og teir um tað. Tað
ynskið skulu teir sleppa at
hava. Men harfyri skulu
teir ikki leggja fakfelogun-
um orð í munnin. Fakfe-
løgini eru ment at tala
sínar sakir (enn vónandi).
Tí henda lítla rættleið-
ingin.
Tað er óreingiligt fakt-
um, at Starvsmannafelag-
ið í teirri tíðini, tá ið eg var
formaður, fegið vildi hava
eina hevuðsavtalu, og í
brævi dagf. 14. februar
1990 til landsstýrið og til
lenardeildina heitir felagið
á landsstýrið um at byrja
samráðingar um eina slíka
beinanvegin.
Í brævinum, sum var
aftursvar til omanfyri
nevnda álit um arbeiðs-
rætt, skrivar felagið m.a.:
„Nevnd felagsins kann
sjálvandi taka undir við,
at tá ið sáttmáli er undir-
skrivaður, so skuldi lítil
orsøk verið til at partarnir
í sáttmálaskeiðnum lýsa
verkfall ella verkbann í-
móti hverjum eðrum.
Men vit eru eisini vitandi
um, at brot á sáttmálan í
verandi steðu kann føra til
verkfall ella verkbann. Vit
eru tí hugaðir fyri, nú hevi
tykist vera til tess, at
samráðast við landsstýrið
beinanvegin ella tá ið sátt-
málasamráðingar verða
aftur, um hvussu farast
skal fram, tá ið talan er
um brot á sáttmálan. Í
hesum sambandi vilja vit
mæla til, at gjert verður
uppískoyti til verandi
sáttmála, sum skal
snúgva seg um eina
mannagongd, sum skal
fylgjast, tá ið annar part-
urin metir sáttmálan
brotnan.
Vit kundu hugsað okk-
um, at partarnir ásannaðu
felags áhuga í, at sátt-
málin verður hildin, og at
partarnir binda seg til at
royna at forða fyri, at brot
á sáttmálan skal fera til
arbeiðssteðg. Talan kundi
mgl. verið um, at partar-
nir t.d. greitt lýsa vanda-
málini, áðrenn fráboðað
verkfall kann verða sett í
verk. Ein treyt skuldi ver-
ið, at skipaðar semings-
royndir skulu vera loknar,
og at partarnir um teir
kunnu semjast um hetta
kanska heldur royna
ósemjuna í nevnd ella
gerðarrætti osfr. Aðaltátt-
urin skuldi ikki verið verk-
fallsbann, men skipað
samstarvstiltøk«.
Hesi vóru orðini, og eru
tey mær kunnugt enn
ósvarað. Og hetta er jú
beint mótsett tí, sum em-
bætismaðurin upplýsti í
sjónvarpinum: at fakfe-
legini ikki vildu hoyra um
høvudsavtalur. Brævið
leggur upp til samstarv og
samráðingar, men tað
nærmasta, vit eftir ollum
at døma koma samráðing-
um í hesum máli eins og í
eðrum, eru bestiltar rætt-
aravgerðir, ella í ollum før-
um avgerðir, har rætturin
má belæra annan partin,
hvussu hann skal smíða
stevningina, fyri at
rætturin kann sleppa at
geva honum eitt jánka-
sligt viðhald.
Nú rópa menn um sam-
anhald, um at taka ar-
beiðsfólkið við í avgerðir
fyri at økja um kappingar-
førid osfr. Ja, gomorin, nú
er nakað seint, hinir
gomlu.
Vanligt er í krepputíð-
um at heita á allar góðar
kreftir um at standa sam-
an og geva sítt íkast til at
loysa kreppuna. Men so-
leiðis er ikki her á landi.
Her skal armóðin sleppa
at blóma fyri at nakrar fá-
ar familjur í Feroyum
skulu kunna sleppa at
varðveita síni framihjå-
rættindi. Og tí er heldur
ikki brúk fyri teimum
demokratisku kreftunum,
t.d. fakfeløgunum, at vera
við til at peika á nýggjar
leiðir. Nei, nú er meira
brúk fyri syndabukkum,
nú fjalast skal út yvir
grovu misgerðirnar, sum
framdar eru hesi seinastu
nógvu árini. Her hugsi eg
ikki minst um tær stóru
almennu og privatu iløg-
urnar, og skattaspekula-
tiónina í hesum sambandi.
Eg undrist bara á, hvat
javnaðarflokkurin og
oddamaður floksins, Atli
Dam, vinnur við tí poli-
tikki og teimum atgerð-
um, sum rúka so langan
veg av gemenum fakfe-
lagshatri. | Onkustaðnis
fjalir vinningurin seg,
men eg dugi bara ikki at í-
mynda mær, hvat slag
hesin vinningur er, og
hvussu hann er skikkaður.
At enda fari eg at gera
vart við, at eg tíbetur ikki
eri so býttur, at eg hevði
roknað við, at landsstýrið
fór at loypa á leistum fyri
Starvsmannafelagnum,
bara tí at vit hava sent tí
eitt bræv. Viljin var nú
einaferð ikki til staðar,
hverki tann politiski ella
annar vilji, og tí er steðan
soleiðis, sum hon er í dag.
Einasta ætlan mín við
hesum lesarabrævi var at
koma við eini stuttari
rættleiðing, so at ósann-
indini í Degi og Viku hós-
kveldið ikki skuldu
standa ósvarað.
Erhard Jacobsen
Høgrabylgjan
i Føroyum
Í oddagrein i Sosialinum
tysdagin 19. nov. varå
ávarað um eina vanda-
mikla hóttan, tann
racistiska hegrabylgjan
í okkara parti av heimin-
um.
Henda hóttan sprettur
tó ikki av ongum, verður
sagt, men heldur úr terv-
andi evnum hjá teimum
stýrandi at skapa rætt-
vís og sosialt góð og
trygg samfeløg.
I endanum å greinini
verður vist á, at Ó.B.
»koyrir« vid lágum
blussi i løtuni, ti at
Javnadarflokkurin og
Fólkaflokkurin eru í
samgongu. Í sama anda-
drátti verður sagt, at vit
eiga at vera á varðhaldi,
soleiðis at høgrabylgjan
ikki fær so mikið sum
fótin fyri seg í hesum
landinum.
Álvaratos, hví skal
Ó.B. ikki hvíla ideolog-
iska pennin, meðan javn-
aðarfólk í Landsstýrin-
um saman við Fólka-
flokkinum gera tað
ítekuliga arbeiðið fyri
hann.
Í Feroya Landsstýri
terva so sanniliga evni
at skapa rættvís og
sosialt góð og trygg kor.
Tað má sigast at vera
paradoksalt, at ein kona
við so góðum fyritreyt-
um sum mentamálaráð-
harri okkara Marita
Petersen, skal klára at
vera við at skapa so stór-
an sosialan ótryggleika
og ruðuleika, sum gjert
hevur verið í seinastuni.
Marita Petersen sam-
an við Lisbeth Petersen
mugu sigast at vera eitt
stórt vónbrot fyri
kvinnurersluna í Feroy-
um. At hesar báðar, ið
hava fingið nógvar av
atkveðum sínum frá
kvinnum við áliti á, at
tær fóru at verja kom-
andi ættarlið betur, enn
menn eru ferir fyri, — at
hesar báðar fara í parti
við Poul Michelsen og
hjálpa honum at taka
skúlan frá býarbernum
sínum. Hetta má sigast
at vera eitt sera stórt
vónbrot.
Um Sosialurin meinar,
at sosial trygg og góð
kor eru, at politikarar
javnaðar, fólkafloks og
sambandsins í myrkri
tosa saman um, hvussu
tey lumpa ein skúla frá
500 næmingum, 1000
foreldrum og 40 lærara-
fólkum. Ja, so hava vit
onki at óttast. Eftir mín-
um tykki er hetta tað ev-
ugta.
Hvat hugsa hasi fólk-
ini, og hvenn politikk
hava slíkir flokkar?
Sambandsmaðurin
Jóanes Álvheygg er í-
móti at selja Eysturskúl-
an. Eilif Samuelsen
skrivar ímóti at skera ov
nógv niður í Fólkaskúl-
anum, meðan Lisbeth
Petersen, mamma, hús-
móðir, býráðslimur, leg-
tingslimur og borgari í
eysturbýnum, tekur við
stórum stavum undir
við Poul Michelsen.
Og hvenn Þpolitikk
hevur Javnaðarflokkur-
in? Heldur býráðslimur-
in Torfinn Smith fram-
vegis, tað er skilagott, at
Marita Petersen hjálpir
Poul Michelsen at selja
skúlarnar hjá havnar-
bernum? Og hverja
meining hevur Atli P.
Dam, toppskorarin í
Suður-Streymi til sein-
asta legtingsval? Heldur
tann sterki maðurin eis-
ini, at tað er skilagóður
politikkur, og at tað fer
at bjarga landsins bú-
skapi, at spara skúla-
bernini og tey brekaðu
út á getuna?
Sosialinum tervar ikki
at fara til Týsklands ella
USA at leita eftir hegra-
ráki. Tað rekur hart í
sjálvum Javnaðarflokk-
inum. Spurningurin er,
um hann ikki er við at
yvirhála Fólkaflokkin
hegrumegin.
Alis Jacobsen
limur í Sosialistiska
Loysingarflokkinum
ra
vo
PPP» PÅ
c vt
skriva
mál innan hetta øki
Spur nin 1917 nn
Hvønn mikudag hevur Sosialurin vælumtókta
læknateigin >Skriva til Marner< við í blaðnum,
har læknin Marner Simonsen svarar øllum
spurningum, lesarar okkara kunnu hugsast at
hava um lív og heilsu. So hava tit onkur vanda-
skulu tit bert tríva í pennin,
iður — gjar
"Há undi ir
stalin, Postbok j
Á arm: Merkið brævbjálvan »Skriva til Marner«.
s 76
;
lulnevni —