Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 1991síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 tíðindablaðið SpSjalurin LR Nr 220 — 26. november 1991 Hví ikki avtaka børnini eisini? Vorðið sum húsarhald, sum hugsar minst um børnini. Tað verið seg privat, lands ella kommunalt Í farnu viku bórust tey tíðindi, bæði frá Komm- unufelagnum og frá ein- støkum kommunum, at flein av landsins komm- unum vóru so illa fyri, at reimin má spennast enn nøkur hol. Sagt varð, barnafrádrátt- urin má takast burtur, og kanska barnaansingin eisi- ni. Orsøkin til, at fleiri kommunur eru sera illa fyri, er íløguballið mikla fyri at takka. Nú koma timburmenninir frå teirri tíðini, tå ov nógv bar til. Einki var Gført. Eingin kommuna, vid virding fyri sær sjålvari, kundi til dømis vera ein graslikis- vøll fyri uttan. Og hetta uttan mun til, um komm- unan frammanundan skyldadi upp um ovastu fjallaundar í nánd Ov lítið til børnini I samband við ætlaðu skerjingarnar í barnafrá- dráttinum og á barnaans- ingarøkinum verður sagt, at flestu av útreiðslunum, kommunurnar hava, eru lógarbundnar, og tí er eingin annar vegur nú at ganga, enn at leggjast eftir teimum yngstu á bygd og í Eitt býar- ella bygdar- húsarhald er ikki stórt ødrvist enn eitt heilt vanligt privat husarhald, har ein åvis, størri ella minni, rågva av pengum eru at råda yvir. Tad er beint, sum sagt verður, at ein kommuna hevur fleiri fastar, og harav eisini lógarbundnar út- reiðslur, og hesar mugu rindast um ein vil ella ei. Men sama er eisini við privata húsarhaldinum. Í privata húsarhaldinum skal sambært lóg skattur gjaldast, og haraftrat eru so mangar útreiðslur, sum ein ikki á nakran hátt sleppur undan. Húsaút- reiðslur, SEV, telefon, sjúkrakassi o.s.fr. Men tá aliar tær heilt føstu út- reiðslurnar eru goldnar, skuldi helst verið nakað eftir til klæði, mat v.m. Og við hesum "avlopspeng- um" má húsast sum frægast. Øll tey eg kenni, hugsa í hvussu er fyrst og fremst um, at børn teirra fáa tað tey skulu hava, og síðani kann so túrurin koma til hini. Luxus kemur vanliga í síðstu rgð. Hjá mongum kommun- um tykist at vera øvugt. Eftir at føstu (lógar- bundnu) útreiðslurnar eru goldnar, verður hugsað um alskyns meira ella minni óneyðugar iløgur, og um nakað so er eftir, kunnu børnini kanska koma upp í part. Hvussu við kvinnuni Ein skuldi mangan ikki trú, at kvinnur yvirhøvur hava valrætt. Tær eru í mongum fórum nógv verri fyri enn menn. Hetta gáa kommunustýrislimir sjáldan um, og lítið hoyrist frå nøkrum umboðandi sjónarmiðini hjá hesum forfjónaða stætti í sam- felagnum. Hevur nakar hugsað um, hvussu kvinnur, sum hava børn i barnaansingaraldri vera fyri, eftir at barna- ansingin verdur tikin av. Er hetta ikki tad sama sum at geva teimum beinleiðis boð um at fara heim til kjøtgryturnar? Jú - tað kunnu kanska eisini vera menninir, sum fara heim at passa børnini,- góðan mor- gun Føroyar! Hevur eingin hugsad um, at tað er vorðið alt meira vanligt, at kvinnur, sum gerast við barn, verða riknar úr stavið? Hevur eingin hugsað um, at truplari er hjá kvinnum í barnsburðaraldri at fáa starv? Hví bølir landsstýrið enn uppskotinum um at út- reidslurnar, arbeiðsplássini hava orsaka av barns- burðafarðloyvi, skulu být- ast út á øll arbeiðspláss, soleiðis at fíggjarviður- skiftini hjá einum arbeiðs- plássi ikki skulu vera ein forðing í, at tey hava ráð til, at seta kvinnur í arbeiði? Sterri vald til kommunurnar Nú vita vit, at fer løgmaður bert á wc, er Sundstein skjótur at spæla løgmaður, og tá nýtir hann allar lystir til at markera seg við onkrum smartum uppskot. Eitt av hesum er at lata kommununum stórri vald. Millum annað á barnaansingarøkinum. Vit hava longu fingið eitt boð upp á, hvat Komm- unufelagið og fleiri kommunur halda um hetta øki, og hvussu høgt tað verður sett. Hetta átti um ikki annað at sagt Javnað- arflokkinum í landsstýr- inum nakað. Kunnu vit ikki fáa greitt at vita frá Javnaðar- flokkinum í Tinganesi, hvat hann heldur um at lata kommununum stórri vald á eitt nú barnaansing- arøkinum? Undir onkrari vading i Tinganesi er, sum eg havi skilt okkurt, sum kallar seg Kommunala Eftirliuð. Og mær vitandi stendur i sam- gonguskjalinum, at Kommunala Eftirlitið skal fáast at : virka betri i neyvari samstarvi vid bilskapar- deildina, so betri eftirlit og stýring fæst á komm- unalum lántókum og ílógum. Kann Javnaðarflokkurin í landsstýrinum ikki minna landsstýrismannin í kommunumálum, Jógvan Sundstein, á hendan setning, sum hann eftir gllum at dóma hevur gloymt? Tað man neyvan vera mansbarn í Føroyum, sum ikki er fullgreitt yvir, at fíggjarliga stødan hjá samfelagnum ikki er hin besta. At øll mugu gera sítt ítarsta at spara er eisini greitt, men mangan tykjast sparingarnar fyrst og fremst at ganga út yvir tey veikastu í samfelagnum. Tórfinn Smith viðmerking politisk Tvær sannar stuttsøgur Stuttsøga 1: Aral-sjógvurin (Kelda: Noreg - Aralsjógvurin í Sovjet (millum Kasakhstan og Usbekistan) er heimsins fjórði stersti innsjógvur. Stersta dýpi er (var) 66 m og víddin er (var) 68.000 km”, ið svarar til uml. 50 ferðir Føroyar. Ongar áir renna frá sjó- num, men fyri at halda vatnleguni, tervar sjó- num í meðal 35 milli- ardir tons av frískum vatni árliga. Í fjør fekk hann einans 2 milliardir og er vatnlegan síðani miðskeiðis í 60-unum sokkin uml. 15 m. Saml- aða vatnmongdin í sjó- num er minkað við uml. 50%. »Dagbladet«, 12.11.91.) Prestigu-verkætlan Khrustjovs — ein umhvørvis- og buskaparvanlukka Fyrst i 60-årunum ték Sovjet-leidslan (Nikita Khrustjov) ta prestigu- avgerð, at veita áirnar, sum runnu í Aralsjógv- in, í eina risa vatnskipan til nýggjar bummulls- veltur í Karakum-oyði- merkini. Frá hesum velt- um rennur so vatnið aft- ur í Aralsjógvin, men nú blandað við eiturleivd- um frá handilstødunum og eiturspræningunum (móti skordýrum). Bummullsframfram- leiðslan — »hvita gull framleiðslan< — var ein av sterstu prestigu- verkætlanum Khrust- jovs í strembanini at endurreisa búskapin í Sovjet. 35% av bumm- ullsframleiðsluni her gevur hall, hóast fólk enn í dag arbeiða fyri trælaløn, men hetta er sum ein dropi í havinum ímóti tí ræðuligu um- hvervisvanlukku, ið nú kemur undan kavi — ein umhvervisvanlukka, ið verður mett millum heimsins allar sterstu. Eitring, sjúkur, oydimørk og evna- frødisligt AIDS Hvat er hent? tnið, luftin og jørd- in eru vorðin eitrað. Har, ið fyrr vóru gróðrarmikl- ar skógir, er í dag oyði- merk, og sandstormar oyðileggja dyrkilendi og lunguni hjá menniskjun- um. Sjógvurin er doyggjandi og havna- býir, fiski- og farmaskip liggja í dag í oyðimerk- ini, 150 km frá sjónum. Øll, sum búgva kring Aralsjógvin, eru vorðin meira og minni sjúk. Tey hava magatrupulleikar, hjartasjúkur, = krabba- mein, gulsótt og blóð- trot. Í meðal liggur hver íbúgvi kring sjógvin tvær ferðir á sjúkrahúsi um árið. Pinkubernini nokta at súgva, tí móð- urmjólkin er selt. Barna- deyðatalið, sum í Sovjet- samveldinum liggur um 23 pr. túsund, er i økin- um 125, og har afturat verður hvert tíggjunda barn føtt brekað. Umhvervisvanlukkan hevur fert til evnafreðis- ligt AIDS, siga serfrød- ingarnir. Lívsvanda- mikið eitur frá leivdun- um frá handilstødunum hevur ávirkað immun- skipanina hjá menniskj- unum, so tey fáa somu sjúkueyðkenni sum AIDS. Stjórnin skyldar upp á stýrisdeildina og stýris- deildin upp á stjórnina. Stuttsøga 2: Eidisvatn (Kelda: Klæmint Weihe v.fl.) Eiðisvatn er stersta Feroyum fjórða vatn Í Prestigu-verkætlan SEV's — ein umhvervis- og búskaparvanlukka Fyrst í 80-unum tók SEV-leiðslan ta pre- stigu-avgerð, at . Landsstýrið skyldar upp á SEV og SEV skyldar upp á landsstýr- ið. Tormóður Dahl