Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AG A ———————Ú————— Nr. 220 — 26. november 1991 Er Dagblaðið málgagn hjá eini ávísari fríkirkju? Niðanfyri standandi grein varð send Dagblaðnum hin 12. nov. sum ein við- merking til grein teirra „Fólkakirkjan á einum vegamåti«, men varð ikki tikin upp av blaðnum. Spurdi onkran einaferð, hví stersta frísamkoman í Føroyum ikki hevði sítt egna málgagn. >Teir hava Dagblaðið< varð svarað. Neyvan munnu allir fólka- floksmenn vera so fegnir um tann negativa holdn- ing, sum ávísir leiðandi menn á Dagblaðnum hava til luthersku læruna. At blaðið hevur leitað eftir brekum hjá kirkju- fólkinum hesi seinnu árini, munnu vist øll hava funn- ið útav. Tá ið reringur var innan kirkju, og persónar og felagsskapir við kirkju- ligum tilknýti, hevur ikki verið gjert so lítið burtur- úr. Uppsetingin hevur verið gjørd á tann hátt, at lesarin skal sita eftir við varhuganum av, at har blaðstjórin kirkjuliga kennir seg heima, valdar vælvild, frísemi og fleksi- bilitetur, meðan tað mill- um teirra, sum vóru knýtt at luthersku jåttannar- skriftum, valdar tvídrátt- ur, óskil og einaræðis- lyndi. Vit minnast hvussu nógv blaðið gjørdi burtur úr konsert í Kvívíkar kirkju fyri nøkrum árum síðani. Tað mundi neyvan vera tí, at blaðmaðurin hevði nakað ímóti kon- sertum. Ella skúlastjóra- setanini í Fuglafirði, fyri at nevna tvey demi. Sam- stundis gloymdi blaðið seg burtur sum málgagn fólkafloksins, undir ameri- kansku trúboðaravitjanini fyri nøkrum árum síðani, við at royna at gera hana til sterstu kirkjuseguligu hending í Føroyum. Óhepna skrivingin hjá blaðstjóranum um kirkju- lig viðurskifti, kann eisini verða eitt nýtiligt hevi at fjala út yvir teir trupul- leikar, ið eru har, hann hevur hjarta sítt. Løgid, at einki nakrantíð skal vera at finnast at har. Í Dagblaðnum 11. nov. 91 verður enn einaferð prógvað, at blaðstjórin er partískur. Settir verða saman ymiskir blað- greinastubbar úr ymisk- um bleðum, skrivaðar av ymiskum persónum, teirra millum undirritaða. Teir verða kliptir soleiðis, at lesarin skal fáa so skeiva mynd av tí, ið skrivað er, sum gjerligt: Talan er um illgitingar og ósannindi. At undirritaði ræður prestunum til bara at samstarva við heima- missiónina, og at eg havi sagt at „kirkjunnar læra er hin einasta rættvísger- andi«, og at eg »avnokti øllum tvørkirkjuligum samstarvi« er beinleidis ósatt, eins og nógv annað i greinini er tað. Sigast kann, at roynt hevur verið við ymiskum tverkirkjuligum tiltøkum frá heimamissión- sins síðu, men steðan varð útnyttað. Og hver hevur kent fastari til sviðan av slíkum, enn júst heima- missiónin? Neyvan er nak- ar so blindur, at hann ikki sær fylgirnar av økumen- isku, kompromisfullu argumentunum í landi okkara. Tverkirkjuligt arbeiði kann bara praktiserast har virðing er fyri læruni hjá hinum partinum, t.d. á slíkum hegum steði, sum katolikkar og lutheranar- ar samstarva — og ikki við neyðsemjum, har tað, ið skilir, verður tagt burt- ur. Sum ein, ið kemur víða um, og tí skuldi havt rímuliga góða feling við, hvat rerist í kirkjulívinum kring landið, er eingin ivi um, at mangt má verða eðrvísi áðrenn hetta gerst veruleiki. Áðrenn kvinnur og menn fara at víðka sjónar- ringin og at realisera teir eisini stóru ynskidreymarnar um eina ekumeniska kirkju, hevði fyrsta stigið at rokkið hesum máli kanska verið, fyrst at eva seg við at sýnt eitt sindur av arbeiðsáhuga, kær- leika, trúfesti og samar- beiðsvilja innan sína egnu meinigheit. Har er vist hópin at tríva í, og, at sýna kærleika ímóti, hjá okkum ellum. Tað kann samstundis vera ein fyribyrging fyri, at ungfólk í fólkakirkjuni standa spyrjandi, eitt nú í spurninginum um dópin, tá ið skúlafloksfelagar teirra úr samkomuni, har blaðstjórin á Dagblaðnum hevur sítt hjarta í, royna at gera hann til einkis. John S. Petersen Jehova Vitni og sannleikin?! Leygardagin 9. november var drúgv grein í Sosial- num um Jehova Vitni í Feroyum. Hví skrivar Sosialurin hesa grein? Er tað re- klama fyri sektini ella er tað fyri at fáa í lag eitt blaðkjak og harvið kanska økja um seluna? Blaðfólk- ini á Sosialinum vilja utt- an iva siga at øll hava rætt at verða hoyrd, men er greinin ikki ætlað sum beinleiðis reklama, so er journalistikkurin undir alt lágmark og allan kritikk, tí greinin er beinleiðis skaðilig og eitt gott hevi hjá Jehova Vitnum á teirra typiska hátt at brongla veruleikan. Einki nyttar at skriva hetta bræv til at ávara tey, ið savnast hjá Jehova Vitn- um, tí eitt tað fyrsta, tey verða lærd á teirra sokall- aðu Bíbliugranskanar fundum, er at alt sum ikki er skrivað og útgivið igjøgnum The Watch- tower Organisation (Vagt- torns selskabet) er av tí ónda og er eitt vápn frá Djevulinum ímóti teim- um, tískil lesa tey ikki hetta bræv heldur. Kanska kann hetta bræv heldur tæna til at fáa onnur at hugsa og síggja eitt sindur eðrvísi á hesi fólk og hesa sekt. Í hesum brævi verður einans nomið við nakað av tí, ið nevnt verður í grein- ini; skuldi læran hjá Je- hova Vitnum verið við- gjørd, bleiv hetta til drúgva bók. Mynd er av pressu- ovastanum Olaf Berg Nielsen, har hann sigur at tey nýta tær feroysku Bibliu týðingarnar, so verður ikki sagt meir um hetta og harvið er nærum sligið fast, at Jehova Vitni eru ikki eðrvísi enn aðrir trúarbolkar. Hví greiðir Olaf Berg Nielsen ikki frá hvussu tey nýta Bíbliuna? at tey einans lesa tað, ið Vagt- tornið sigur tey skulu lesa og at lisið og útlagt verður so sum organisatiónin fyriskipar og at umframt tær alment góðkendu týð- ingarnar, so nýta tey eis- ini teirra egnu týðing: New World Translation og henda týðing samsvar- ar als ikki við aðrar týð- ingar, hartil verður hon stødugt broytt fyri betur at prógva bronglaðu sjónarmið teirra, ið leiða henda trúarbólk. Henda týðingin (New World Translation) er grundarlag fyri allari Bíbliugransking, sum Je- hova Vitni gera og henda gransking er fyriskipað av Vagttárnselskabet. Eitt vanligt Vitni fær umleið 3000 síður av lesn- aði um ári frá felagsskap- inum samanborið við ein- ans undir 200 síður av Bíbliu lesnaði, nógv tann sterri parturin av hesum úr Gamla Testamenti. Tað sigur seg sjálvt, at skal ein fylgja fyriskipanum Vagttårnsselskabet verð- ur ikki nógv tíð til sjálv- steðugan lesnað og gransking, tí tekur tú onga steðu sjálvur, men letur teg blint leiða av fe- lagsskapinum og hygg eftir hvat verður sagt um ungu havnargentuna á síðu 13: Hon er ikki ósikk- ur, hon hevur fingið bar- last, hon veit hvat hon meinar og á síðu 15 sigur hon sjálv, at fólkakirkjan gav ikki tey svar, sum hon kundi góðtaka. Taka vit orðið fólkakirkjan út og seta ístaðin vanlig trúgv/kristindómur, = so eru vit komin til kjarnan í Jehova Vitnum, tí hesi komu ikki til Gud upp á Hansara treytir, men ístaðin komu tey við sín- um egnu treytum, tey hava drigið Gud niður á menniskja steði og soleið- is kunnu tey geva svar upp á allar torskildar spurningar, vit menniskju eru so tikin av, tí er gent- an ikki ósikkur og tí veit hon hvat hon meinar, men sorgarleikurin við tí van- liga Jehova Vitnum er at tey eru blind leidd av blindum, sum aftur vóru leidd av blindum osfr., og tí tørvar teim at øll trúgv- andi biðja fyri teimum, at tey megu síggja. Nógv annað kundi verð- ið nevnt, men lat meg enda við tað brotið, har sagt verður: »— at ongin er lytaleysur. Øll gera mis- tøk, eisini Jehova Vitni«. Vit kunnu nevna nakrar av profetiunum hjå The Watchtower Society (Vagttårnselskabet): sidst i 19. øld og fyrst i 20. øld spåddi felagsskapurin, at i 1914 før endaligi bardagi Guds vid Armageddon at standa og at hetta bleiv endin å øllum heimsins veldum og stjørnum (The time is at Hand, Studies in the Scriptures, vol 2, Watch Tower Bible and Tract Society, 1889 (1908 edition) sida 98, 99). Í 1917 spåddi felags- skapurin at kirkjur og samkomu vóru endanum nær, tí at Gud í 1918 fór at leggja hesar í oyði (The Finished Mystery, Studi- es in the Scriptures, vol. 7, 1917 (1917 edition, síða 485). Afturat hesum er ein rúgva av profetium um enda jarðarinnar, t.d. skuldu Ábraham, Ísak, Jákup og teir gomlu pro- fetarnir koma aftur í 1925 (J. F. Rutherford, Millions Now Living Will Newer Die, síða 89, 90, 97). Í 1975 skuldi heimurin eisini fyri heilt vist ganga undir osfr. Hvat sigur Bíblian um falskar profetar? Jesus sigur í Matteus 7,15: >Varið tykkum fyri lygi- profetum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan!« i Gamla Testamenti verður i 5. Mósebók 18,20- 22 sagt, soleidis: »Men tann profetur, ið vågar sær i navni Minum at tala nakad, sum Eg ikki havi ålagt honum at tala, ella sum talar i navni annara guda, tann profetur skal doyggja! Sigur tu nú við tær sjálvum: >Av hverj- um skulu vit kenna orðið, ið Harrin ikki hevur talað?< — so skalt tú vita: Tá ið tað ið profeturin tal- ar í navni Harrans, ikki hendir og ikki verður upp- fylt, so eru tað orð, ið Harrin ikki hevur talað; tað er eitt orð, sum profet- urin í hugmóði hevur vág- að sær at talað, og tú skalt ikki ræðast hann!« Sanniliga kann sigast at vitnisburður Jehova Vitn- anna er ein avskeplaður vitnisburður og at felags- skapurin ikki umboðar tað, hann sigur seg um- boða. Teim, ið savnast hjá Je- hova Vitnum, terva for- benir — vilt tú biðja fyri teim? PS. okkara samfelag er lít- ið, ti vil eg vera ónevndur. -d. Øll fara aftur í sekstiårini. KASTA fer aftur í fimtiårini.