leygardagur 7. desember 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EN
Nr. 229 — 7. desember 1991
Sosialurin
no
V Iisin
Tá talan er um tann 100% trúgva lesaraskaran,
er Dimmalætting sum vera man á odda, men á
einum klárum øOrum plássi kemur Sosialurin,
meðan eitt blað sum Oyggjatidindi rótar í botn-
inum saman við smærru blødunum
H6skvøldid almannakunn-
gjørdi »Dagur og vika< á
skerminum eina kanning,
sum handilsskúla-
næmingar í Havn hava
gjørt fyri sjónvarpið.
Fyrst og fremst er tað
útbreiðsluna hjá Sjónvarpi
Føroya, kanningin er gjørd
um, men umframt eru fólk
eisini spurd um lesivanar,
tá tað snýr seg um før-
oysku blødini.
Tilsamans 616 fólk um
alt landið eru spurd um,
hvussu ofta tey lesa før-
oysku blødini, sum í
hesum føri eru Dimma-
lætting, Sosialurin, Dag-
blaðið, Oyggjatíðindi, Fríu
Føroyar, Norðlýsið, Eyst-
uroyggin og FF-blaðið.
Fjúrtandi er ikki við í
kanningini, men kemst tað
av, at blaðið ikki var út-
komið aftur, tá kanningin
varð gjørd miðskeiðis í no-
vember.
Kanningin er annars
rættiliga væl umboðandi
fyri landið. Einastu serligu
frávik frá teimum spurdu í
mun til fólkatalið, er, at
heldur fleiri eru spurd í
Norðoyggjum og heldur
færri í Eysturoynni, enn
prosentvísa fólktalið er,
men sum heild er umboð-
anin sera breið.
Klárt næstbestur
Sum vera man — og
helst eisini roknað við
frammanundan — er
Dimmalætting størsta blað
í landinum, og átta av
hvørjum tiggju føroy-
ingum lesa hana altíð, tå
hon kemur út.
Men á einum klárum
gørum plássi kemur Sosi-
alurin, ið 37 prosent av
teimum spurdu lesa hvgrja
ferð.
Verður so hugt at onkr-
um av hinum blødunum,
so er Dagblaðið nakað væl
niðanfyri Sosialin við 21,5
prosentum av lesarum, ið
altíð lesa blaðið, meðan
eitt blað sum Oyggjatíð-
indi liggur og rótar í botn-
inum við eitt lítið sindur
stórri tólum enn blød sum
Norðlýsið og FF-blaðið, ið
eru lokal- og felagsblød,
ið bert koma út eina ferð
hvgrja ella aðruhvgrja
viku.
Annarhvgr lesur
als ikki Oyggjatíðindi
Og annarhvør føroying-
ur lesur als ikki Oyggja-
tíðindi, meðan hesi tølini
er nógv verri fyri eitt nú
Norðlýsið og FF-blaðið, ið
átta av hvørjum tíggju før-
oyingum ikki nerta.
Tá talan er um at lesa
blaðið av og á og rættiliga
ofta, er Sosialurin fremst-
ur.
Sløk 5,5 prosent lesa
Sosialin tríggjar ferðir av
. hverjum fýra ferðum hann
kemur út, meðan hetta tal
fyri eitt nú Dimmalætting
er nógv lægri — niðri á 3,6
prosentum. Dagblaðið og
Oyggjatíðindi liggja um 4
prosent.
Dimmalætting
Sosialurin
Dagblaðið
Oyggjatíðindi
Fríu Føroyar
Norðlýsið
Eysturoyggin
FF-blaðið
Sosialurin tvær ferðir
meira enn Dimma
Verður so hugt at tøl-
unum fyri tey, sum lesa
blaðið aðruhvgrja ferð, er
Sosialurin við 13,3 pro-
sentum tvær ferðir so væl
umboðaður millum manna
LLLLLLLEELEEEMA
Uh
LE ÓØÓÁÐ A MM
() Øll eintøk
sum Dimmalætting vid 6,5
prosentum. Hetta prosent-
talið hjá Oyggjatíðindum
er niðri á 8,9.
Tað, sum annars kann
sigast at vera merkisvert
við hesi kanning, er at eitt
so lutfalsliga nýtt blað
sum FF-blaðið, ið kemur
æ Annaðhvert
Einki eintak
Sum sæst á talvuni omanfyri, er Dimmalætting framvegis nógv tað størsta blaðið, men
henni á baki er Sosialurin — fleiri blaðlongdir frammanfyri hini blødini. Av tíðinda-
blødunum er Oyggjatíðindi ringast fyri. Bert 14 prosent av øllum fóroyingum lesa
Oggjatidindi, hvørja ferð tað kemur út, meðan annarhvør føroyingur als ikki nertir
blaðið, sum liggur nakað á sama stødi sum felags- og lokalpolitisku blødini Norðlýsið
og FF-blaðið, ið bert koma út eina ferð hvørja ella adruhvørja viku. Annars er merkis-
vert, at eit so lutfalsliga nýtt blað sum FF-blaðið skal verða lisið hvørja ferð av hvørj-
um tíggjunda fóroyingi. Fjúrtandi er ikki við í kanningini, sum handilsskúlanæmingar í
Havn hava gjørt fyri Sjónvarp Føroya, tí kanningin varð gjørd miðskeiðis í november
áðrenn Fjúrtandi kom útaftur.
Grafikkur: Hilmar Jan
út aðruhvgrja viku, verður
lisið av næstan 10 prosent-
um av øllum føroyingum,
og må tad sigast at vera
rættiliga gott fyri eitt nytt
blad, id kanska vendir sær
ul ein eitt sindur avmark-
aðan part av fólkinum.
hj.
í Føroyaleidini, gevur hon-
um viðhald.
- Kappingin við eitt nú
íslendsku ríkisskipini hev-
ur tvingað okkara prísir
niður, sigur Jógvan Ras-
mussen, sum upplýsir, at
Føroyaleidin hevur somu
grundtakstir sum íslendsku
skipini.
- Avleidingin av FAS-
skipanini verður bara tann,
at tað framyvir verður for-
svarligt at hava teir farma-
prísir, sum kappingin í
longri tíð hevur tvingað
okkum til, sigur Jógvan
Rasmussen, ið eisini hevur
sitið í FAS-nevndini.
Smyril Line
íkki roknað
Óli Hammer, stjóri á
Smyril Line, vil ikki svara
spurninginum, hvert tað
fer at verða bíligari at
ferðast við Norrønnu.
- Enn hava vit einki
uppskot sæð, og tí hava vit
ikki lisið tað og-tiansheld-
ur roknað uppá tað, sigur
hann.
ówh
Tað verður ikki bíligari
at senda farm við
føroyskum skipum eftir
at FAS-skipanin er
komin í gildi. Men
kappingarførleikin hjá
skipunum verður betri
enn higartil