Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 237 — 19. desember 1991 Byrådid ger mismun Meðan aðrar útstykkingar hava goldið millum triðing og helvt fyri veg v. m., so skulu eigararnir Fyri eystan Gil gjalda fult og heilt fyri hetta. Bý- ráðið fer snøgt sagt av stað við príslækkingini uppá 3-4 milliónir, sum broyttu tíðirnar hava havt við sær - Einki er meira rímiligt enn at býráðið setur borg- ararnar javnbjóðis, tá talan er um somu viðurskifti. Hetta heldur nevndin í eigarafelagnum Fyri eyst- an Gil, ið metir, at eigara- felagið har hevur verið fyri vanbýti í mun til aðrar út- stykkingar, ið býráðið hev- ur staðið fyri. Bert millum triding og helvt Felagið vísir sum dømi á, at eigarafelagið Inni á Gøtu hevur goldið helvtina av tí, tað kostar at gera veg v.m., sum hoyrir uppí byggibúgvingina av gkin- um; eigarfelagið í Lítla Gili hevur goldið uppaftur minni: bert triðing av tí tað kostar. Restina hevur bý- ráðið goldið. - Býráðið krevur hin- vegin av okkum, at vit skulu gjalda alt hetta fult og heilt, og tað halda vit vera fullkomuliga órími- ligt, tá onnur eigarafeløg fáa betri sómdir, siga Hans Johannes Johannesen, for- maður, og Sakaris Guld- bro, næstformaður í eigara- felagnum Eystan Gil. Býráðið tekur munin… Utstykkingin Eystan Gil er væl nyggjari enn hinar bådar. Medan hinar bådar eru gjørdar, meðan prisir- nir fyri byggibúning vóru høgir, so varð útstykking- in Eystan Gil ikki boðin út fyrrenn á vári 1990. Hetta hevur havt við sær, at tilboðið uppá byggibúningina varð nógv bíligari enn roknað varð við. Hetta hevði kortini ikki við sær, at grund- stykkini Eystan Gil vórðu bíligari enn í hinum út- stykkinginum. Býráðið hevur sett marknaðarkreft- irnar úr gildi. 35.000 kr. á muni - Tað, sum vit kundu spart, við tað at prísirnir eru farnir niður, tí fer býráðið av stað við, hóast býráðið longu í januar 1989 stað- festi, at broyttu tíðirnar fóru at koma okkum til góðar, siga teir báðir nevndarlimimir. Samtalt er talan um einar 34 milliónir krónur. Teir upplýsa, at eftir hes- um fer hvørt grundstykki at kosta 276.000 krónur. - Høvdu vit fingið somu sømdir sum aðrar útstykk- ingar, so kostaði hvort stykki umleið 235.000 krónur, siga Hans Jo- hannes og Sakaris. Stein oman á byrðu Teir siga, at enn vantar at selja tíggju stykki av teimum 93. So leingi tey eru óseld, fer tað at kosta teimum, sum longu hava keypt. Tað svarar til reiði- liga 33.000 krónur fyri hvørt húski av teimum 83, sum hava keynt. Síða 11 - Tað er órímiligt, at vit skulu gjalda meira fyri veg v.m. enn húsaeig- arar í útstykkingunum beint við síðuna av, siga Hans Johannes Jo- hannesen og Sakaris Guldbro - Men fólk aftra seg við at keypa grundstykki í dag fyri útvið 280.000 krónur, siga teir báðir, ið eisini vísa á, at tá alt kemur til alt, so hevur býráðið ong- antíð ásett ein fastan prís, ið kann góðtakast. Sum at sletta vatn á gás - Hevdi býráðið sett Ld. 235.000 krónur sum fastan pris, so hevði valla staðið á at selt, siga nevndarlimirn- ir í eigarafelagnum Eystan Gil. Hans Johannes Johanne- sen og Sakaris Guldbro siga, at í november-mánaði í fjør fekk felagið fyrilagt eina fyribils kostnaðarmet- ing. Í henni stóð, at hvort grundstykki fór at kosta umleið 276.000 krónur, og at eigararnir fult og heilt skuldu rinda fyri veg v.m. - Hesum hava vit mót- mælt fleiri ferðir, men tað er sum at sletta vatn á gás, síga teir og upplýsa, at nevndin tá ikki vildi steðga arbeiðnum fyri at byggi- búningin fór at verða upp- aftur dýrari. Síðst, felagið gjørði vart við hetta, var í juni mán- aði, men enn er einki svar komið. ówh GRUNDSTYKKI TIL SØLU Eitt sera gott og slætt grundstykki Eystan Gil, við góðum útsýni, til selu við 50.000 kr. í avsláttri. Bill. mrk. 91125 Tað gongst illa at selja tey seinastu tíggju grundstykkini Fyri eystan Gil. Tað eru eisini tey, sum eru fús at gjalda 50.000 krónur fyri at verða leys av grundstykkinum, tey hava sett seg fyri Eystan Gil. Tað verða tey ikki uttan so, at tey hava keypara. Lýsingin stóð í Dimmalætting í ap- ril í ár Ógvuliga Ógreitt Skipanin við eigara- feløgum er sera 6- greið, soleiðis sum hon hevur virkað í praksis, siga tveir av nevndarlimunum i eigarafelagnum Fyri eystan Gil, Hans Jo- hannes Johannesen og Sakaris Guldbro, å vikavist formadur og næstformadur i fel- agnum. Stóru útstykkingar- nar, sum býráðið í Havn hevur tíkið stig til í åttatiårunum, hava flestu verid knyttar at eigarafel- øgum. Teir bådir Hans Jo- hannes og Sakaris siga, at såttmålin vid tann, ið stendur fyri sjálvari byggibúning- ini hevur verið sera greiður. - Í viðurskiftunum millum býráðið og eigarafelggini hevur hinvegin tann regla verið galdandi, at eig- arafeløgini hava stað- ið sum byggiharrar uttan nakra sum helst ávirkan, siga teir báðir. - Eigarafelggini hava snøgt sagt havt stríðið av at umsita eitt arbeiði, sum bý- ráðið stórt sæð einsa- malt hevur verið um at bjóða út, siga kom- andi húsaeigararnir. Eystan Gil hevur býráðið t.d. uttan víð- ari loyvt sær at sent okkum eina rokning, ið umfatar munandi meira enn rokningin, onnur eigarafeløg hava fingið. - Tað er upp á tíð- ina, at greiða verður fingin á ábyrgdarbýt- inum millum feløg og byråd á hesum øki, síga teir misnøgdu nevndarlimimir. ówh Hvønn mikudag hevur Sosialurin vælumtókta læknateigin >Skriva til Marner< við í blaðnum, har læknin Marner Simonsen svarar øllum spurningum, lesarar okkara kunnu hugsast at hava um lív og heilsu. So hava tit onkur vanda- mál innan hetta øki, skulu tit bert tríva í pennin, skriva spurningin niður — gjarna undir dulnevni — og senda hann til Sosialin, Postboks 76, 110 Tórs- havn. Merkið brævbjálvan >Skriva til Marner«.