Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 1991síða 19

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 tíðindablaðið Nr. 239 — 21. desember 1991 Javnaðarstríðsmaðurin A. C. Meyer pg leið hansara til trúnna á Gud A. C. Meyer var fólkatingsmaður fyri danska javnaðarflokkin í 40 ár. Tá ið hann doyði í 1938, skrivaði »Kristeligt Dagblad« millum annað: >Eingin í donsku verkamannarørsluni hevur ver- ið meiri kendur og elskaður av tí vanliga manninum kring alt landið enn A. C. Meyer. A. C. Meyer hjálpti mótfalnum og kúgaðum verkamonnum á fotur kring alt landið til stríð fyri toluligum livikorum, til stríð móti mammon og kong alkohol. Peter Sabroe, ið var ein av floksfelogum Meyers — og eisini nógu elskaður av vanliga manninum kring landið — heuði sín leiklut í at A. C. Meyer gjordist ein persónligur kristin. Hendan frásognin snýr seg júst um hetta Fyrst skal verða tikið nak- að burtur úr lívsseguni hjá A. C. Meyer, ið nevn- ist »En agitators erindr- inger«: »Å Fælledvej nr. 11 eri eg føddur. Hetta 1858, men eg vaks upp i húsinum, ið er nr. 3, i somu gøtu, har eg eisini buleikadist barnaår mini. Var hetta ein eydnurik tiå? Vid minninum um kærleiksfullu mammu mina vil eg siga ja, men vid hennara sliti og strevi i huga, somuleidis ringum døgum, fåtækt og van- skepnu, ynski eg mær ikki barnaårini aftur Oldurabbi min var kokkur við russiska hovið í keisaratíðini. Hann slapp til rýmingar og kom til Týsklands við einum følskum passi. Ur Tysk- landi kom hann til Dan- markar og búsettist i bygdini Ballerup, id gjørd- ist heimstadurin hjå ætt- ini. Her vórðu mong børn borin í heim og yngsti av teimum var pápi mín, sum lærdi til skómakara. Tá ið ein hevur í huga at russ- arin er ein droymari, bar- barur, sangelskari og elsk- ari av frískari luft, fer tað kanska at verða torfert at leiða ættaruppruna mín til ein ella annan fleturiddara — ella fleturánsmann, júst tí eg havi eginleika russarans, við kanska ein- um farra av suðurlendsk- um eginleikum, sum eg fekk eftir móður mína. var í Getan, har vit búðu, gjørdist min barnafløta og leikpallur bædi til spæl, renning og hugflog, allan vegin frå Johannes kirkj- uni til »Store Vibenhus«. Stuttligastu løturnar vóru teir summardagarnir, tå id heimaverjan hevði sínar venjingar. I 1878 »sosial- demokratisk forbund« stovnað. I stjórnini sótu millum aðrar C.C. Ander- sen, I.C. Hørdum og W. Wiinblad. Eg gjerdist dagligur leidari — 20 åra gamal — medan P. Knud- sen gjørdist formaður. varð Ein dagin í 1884 varð eg róptur upp á skrivstovuna hjá blaðstjórnini og fekk her at vita frá Wiinblad og P. Knudsen, at eg átti at gerast »agitator« fyri flokkin. Eg tók av — og løn var 30 kr. um vikuna. Nú byrjaði ein nýggj tíð — mítt veruliga lív — við ferðing kring landið, oft- ani saman við „teim ferð- andi sangarunum< sum hjálparmonnum og at- dráttardepli. Tvey ár seinni varð eg settur sum blaðmaður á blaðnum, og 9. apríl 1895 varð eg valdur inn í fólka- tingið, eftir ein harðan valdyst, sum byrjaði í »Valkyrien«, seinni St. Maiæ Kirkjuheli á Vester- brogade. Eftir at eg hevði hildið fyrstu reðu mína í fólka- tinginum, metti Árhuus Stifttidende meg soleiðis: »A. C. Meyer líkist ein- um veruligum javnaðar- manni, einum Ravachol, hann er hegur, klænur, gráur í andliti. Dimma hárið stendur í andarisi og reddin ljóðar eins og var hon dyppað niður í sváv- ul. Men hvussu bar tað til at henda eldsálin og koll- veltingarmaðurin gjerdist ein álvarsamur kristin? Hendan spurningin spyr fyrrverandi verk- smiðjutrúboðarin C. V. Christensen í bók síni »Er vi fakkelbærere<- (0. Lohse 1952). C. V. Christ- ensen var úr Valby og sig- ur í lívssegu síni frá ym- iskum stórmennum, hann hitti, m.a. A. C. Meyer. C. V. Christensen greiðir her frá samreðum, hann sjálv- ur hevði við A. C. Meyer, bæði í heimi hansara og gongutúrum, ið teir vóru saman. A. C. Meyer greiddi sjálvur soleiðis frá: „Eitt kveldið eg hevði verið á einum harðligum fundi í Remersgade í árini 1909, varð kjak millum fimm prestar eðrumegin og Peter Sabroe og meg hinumegin. Bylgjurnar gingu hegar og so við og við hevdu vit est fundar- fólkið so upp, at tey geyl- aðu og trampaðu í gólvið hverja ferð ein av prestun- um steig fram á talarapall- in. Men prestarnir tóku sær ikki tykni av hesum. Fram móti midnátt — tá ið vit skuldu fara at enda, leyp Peter Sabroe knappliga upp á talara- pallin og rópti: „Floksfelagar! Hetta eru seinastu orðini av mín- um munni: Tit eiga kortini ongan betri vin enn pro- fetin úr Galilea — onga sterri leidarastjørnu gjøgnum livid enn hans- ara kongaligu log: >Breð- ur elski hver annan«.« Ein deyðategn bergtók samkomuna. ØI hugdu undrandi og í villareiði í andlitið á hverjum eðrum. Hvat var hetta? Stóð Sabroe ikki har og gav prestunum rætt? Prestar- nir gleddu við. Teir vóru eisini ovfarnir. Sjálvur kendi eg tað, eins og grundvellurin raplaði und- an mær — og tað hevði eg ikki væntað. Eg royndi at fáa eina frágreiðing, men Sabroe tók hatt og stav og fór út. Fundarfólkið fór á fetur og fundurin upploystist í einum vasi. Seinni fór eg sjálvur út, men eg hevði ongan hug at fara beint heim, valdi tí at fara ein túr framvið Dosseringen. Hetta var eitt stjernu- klárt kveld, púra stilt og mánalýsi var. Hugsunar- samur stegðaði eg á við runnagirðingina mitt á »Svineryggen«. Og knapp- liga — av einum kviklig- um innskoti, leyp eg upp i runnagirðingina og læt tornirnar stinga meg, sum eina bót fyri tað, ið eg hevði sagt á fundinum. Og samstundis byrjaði eg at biðja til Gud, tann Gud, sum eg ikki trúði á: „Harri, fyrigev mær. Gev mær eitt annað sinni fyri næsta minum«, bað eg. Tá ið eg kom út úr aftur runnagirðingini, undrað- ist eg yvir tað, ið eg hevði gjørt, men var kortini glaður. Hetta kveldið kendi eg Guds kall sum ongantíð áður. Fleiri dag- ar eftir hetta var eg ikki eg sjálvur. Men so gloymdi eg tað og tveitti meg aftur út í arbeiðið. Men kjakfundir, sum hes- ar, fór eg ikki aftur til. . .« >Mong ár — runnu«, greiddi A. C. Meyer frá, „so gjørdist eg sjúkur í beinunum. Tað var iskias ella okkurt sovorðið. Men tá ið tað ikki batnaði, fór eg út á Skodsborg sana- torium. Eg kom heim, men mátti út aftur. So ein ódnardag meðan eg gekk A.C. ein gongutúr á vegnum, tók eitt vindblak hattin hjá mær av høvdinum, yv- ir um hegnið og inn i ein urtagarð. Eg royndi at koma yvir um hegnið, men so eiðasert at tað eydnaðist. Ein maður kom júst tá framvið á súkklu. Hann setti súkkluna og leyp yvir um hegnið og fekk fatur á hattinum. Eg takkaði honum og vildi fegin vita, hver hann var, sum so vinarliga hevði hjálpt mær. Men í fyrst- uni vildi hann ikki siga, men tá ið eg fegin vildi vita hetta, segði hann við einum stórum smíli: >Kann tað ikki gera tað sama. Men tá ið tygum so fegin vilja vita tað, so eiti eg Ege prestur — farvæl«. Og við hesum orðum leyp hann aftur upp á súkkluna og helt leiðina fram. Eg stóð og helt fast i hattin, meðan eg hugsaði: »Ja, nú ert tú komin so langt, at tú mást hava prestar at hjálpa tær«. Langa tíð eftir hesa hending var tað at eg setti mær fyri at fara í kirkju hjá Ege presti, fyri at lurta eftir honum. hendan vitjanin gjørdist til mang- ar vitjanir í kirkju hans- ara, og ein dagin fór eg at Meyer. vitja hann heima. Vit tal- aðu saman um mangt og mikið — og vit gjerdust vinir — og tá ið eg kom heimaftur av sanatoriin- um kom hann at vitja meg. So var tað ein dagin, tá ið eg skuldi fara framvið kjallaratrappuni, á veg út í urtagarðin, at eg datt oman eftir trappuni og fekk skaða. Kona mín og ein tænastugenta hjálptu mær upp í song. Og her — í teim longu nåttarvøkun- um — talaði Gud til mín, og eg gjørdist ógviliga óróligur. Eina náttina, tá ið eg hevði tað serliga ringt, bað eg Gud hjálpa mær, tí, sum eg segði, eg havi ikki livað nakað regluligt lív — og til end- an bað eg Gud um at senda prestin út til mín. Og hugsa tær, morgun- in eftir, tíðliga, kom hann. Hann umbar seg, at hann kom so tíðliga. »Men«, segði hann, veg havi verið so óróligur fyri tygum, at eg kendi at eg átti at fara út til tygum«.