leygardagur 21. desember 1991síða 20
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 239 — 21. desember 1991
Síða 21
Eg greiddi honum frá,
hvussu náttin var farin og
bað hann hjálpa mær. So
kom hann stillisliga yvir
til song mína, legði seg á
knæ og segði: >Meyer, nú
er tímin komin, tá tygum
skulu geva tygum í hend-
ur Guds«. Vit bóðu saman
og eg tók ta avgerð, at nú
skuldi tað vera...
Tann gleði, ið eg kendi,
kann ikki sigast frá —
men nú, ið eg gangi í
stovu míni og í urtagarði
mínum, so kenni eg, at
Gud er viðfmær, at hann
er so nær, at bara eg rætti
hondina fram, kann eg
nema við hann...
Hetta hendi tá ið eg var
68 ára gamal — og inni á
Ríkisdegnum byrjaði eg
at tosa við mínar felagar
um hetta nýggja, ið berg-
tók meg. Summir lurtaðu
als ikki eftir, men nakrir
gjørdu tað. Eg tosaði eis-
ini við Thorvald Stauning
og vit báðir hava oftani
sitið við einari opnari
bíbliu og tosað um ikki
kristindómurin átti at ver-
ið tikin við í arbeiði okk-
ara. Men nekur avgerð
varð ikki tikin. Stauning
tosaði ikki um sína per-
sónligu steðu til kristin-
dómin, men hann vísti
ikki kristindóminum frá
Sær.a..
A. C. Meyer fór til grav-
ar úr Ítróttarhúsinum í
Keypmannahavn í august
mánaði 1938. Yvirborg-
meistarin og H. P. Seren-
sen talaðu. Ege prestur
talaði yvir evnið: >Kær-
leiki Guds var í lívi Mey-
ers, eins og eitt logandi
bál, ið eingir vatnstreym-
ar kundu sløkkja«. Mong
eygu vætaðust hesa let-
una. Gamli Stauning fór
oftani eftir lummaturri-
klæðinum. Hetta var jú
hansara gamli stríðsfe-
lagi, ið var fluttur burtur
— farin heim.
Lofti
Sv. av týddi
Meginfelag Føroyskra Studenta
Ti vilja vit hava valrætt
Tórshavnar Býráð vidgjørdi hóskvóldið málið um valrætt til
lesandi uttanlands. MFS greiðir her frá málinum, og ger
viðmerkingar til nakað av tí, býráðslimir fórdu fram ímóti tí
Danir, sum fara uttanlands í útbúg-
vingarørindum, varðveita valrættin
heima í sjey ár eftir at teir eru flut-
tir.
Grønlendingar varðveita hendan
rætt alla ta tíð, teir eru undir útbúg-
ving.
Øll hini norðurlondini hava líkn-
andi skipanir.
Uttan Føroyar!
Ein føroyingur sum flytir uttan-
lands, missir valrættin til løgtingid
sama dag, hann flytir. Frå degi til
dags verður hann ikki longur hildin
at hoyra heima i Føroyum.
Hetta, hóast vit „noyðast uttan-
lands. Tað ber ikki åt taka allar tær
útbúgvingar, føroyska samfelagið
hevur tørv á, í Føroyum.
Viðurkend
á ødrum økjum
Men hóast hetta viðurkennir løgtin-
gid á ødrum økjum, at iey lesandi
hoyra til Føroyar. Eitt nú verður
ferðaískoyti veitt teimum lesandi
uttanlands, og vit eru í flestu førum
fult skattskyldug í Føroyum.
Her er við ødrum orðum ein
andsøgn. Løgtingid stuðlar okkum, tí
tað heldur okkum hoyra heima i
Føroyum, og at tað er her, vit ætla
at nýta útbúgving okkara. Men sam-
stundis fråtekur hetta sama løgting
okkum valrættin.
Broyting å veg
Hetta vil MFS hava broytt. Føroysk
lesandi skulu hava somu rættindi,
sum lesandi úr ø8rum londum!
Fyrr í ár varð tí eitt álit sent
landsstýrinum, sum í heyst hevur ar-
beitt við málinum.
Hetta arbeiði er nú komið so
langt, at landsstýrið fyri stuttum
sendi Kommunufelagnum og Tór-
shavnar Kommunu málið til um-
mælis.
Kommunufelagið hevur svarað, at
tað tekur undir við atkvgðurætti til
lesandi uttanlands, meðan Tórshavn-
ar Kommuna framvegis ikki hevur
tikið endaliga stóðu.
Málið var fyri á býráðsfundi hós-
kvøldid. Og hóast tað íkki verður
Térshavnar Býráð sum skal taka ta
endaliga avgerðina, fara vit beinan-
vegin at gera viðmerkingar til nakað
av tí, býráðslimirnir høvdu at siga.
Hetta, tí vit fegin ynskja, at málið
kemur fram í almenna orðaskiftin-
um, so fólk sær hvat tað snýr seg
um, og fær tikið stødu til tað.
Fimm hgevuðspróvgrundir
Býráðið kom ikki fram til nakra
semju á nevnda fundi. Av teimum
sum tóku orðið var helvtin fyri, og
helvtin ímóti.
Hesi seinnu høvdu fimm hgvuðs-
próvgrundir fyri síni støðu, sum vit
her skulu hyggja nærri at:
1) Lesandi uttanlands kunnu ikki
hava valrætt í Føroyum óavmarkaða
tíð.
Tað er ikki hetta, MFS ætlar.
Hugsanin er, at tú skalt varðveita
valrættin í so langa tíð, útbúgvingin
varir, men tó í mesta lagi í eitt ávíst
áramál - t.d. sjey ár.
2) Lesandi kunnu ikki hava val-
rætt bæði í t.d. Danmark og Føroyum.
Tað, vit ynskja, er á jøvnum føti
við aðrar samfelagsbólkar at kunna
velja umboð til Føroya Løgting. Tað
er hesum, vit sum føroyingar hava
áhuga fyri. Og vit hava onki ímóti, at
løgtingid í sambandi við eina lógar-
broyting heitir á t.d. fólkatingið um
at frátaka okkum valrættin í Dan-
mark.
Men vit halda íkki, at avgerð
løgtingsins skal verða treytað av,
hvørjum fólkatingið gevur valrætt.
3) Fólk við valrætti eru eisini val-
bær. Og tað ber ikki til at hava ein
løgtingslim, sum býr uttanlands.
Her er fyrst at siga, at tað valla
verða nógvir útisetar, sum fara at
stilla upp. Enn minni er møguleikin
fyri, at nakar verður valdur. Men
skuldi tað hent, at onkur bleiv val-
dur, er tað sjálvandi hansara skylda
at røkja tingarbeiðið.
- Á sama hátt sum tað er skyldan
hjá teimum báðum føroysku fólka-
JOlatrø Nordmanns og Reyðgrann
Stort urval
Heil- og småsøla "PU i S ; jún k r a I Tif. 41166
tingslimunum, at røkja sitt arbeidi
Hjá teimum ber til at ferðast imill-
um. Hvi so ikki eisini hjå einum løg-
tingslimi i t.d. Danmark?
4) Utisetar liva ikki undir foroysk-
um lógum. Tí skulu teir heldur ikki
velja til lóggávutingið her.
Lógir snúgva seg oftast um at
skipa framtíðina. Tá útisetar venda
heimaftur, liva teir undir teimum
lógum, smíðaðar vórðu í Føroyum
meðan teir lósu. Ikki undir teimum
lógum smíðaðar vórðu í eitt nú Dan-
mark.
5) Nøkur teirra, sum fáa valrætt
við hesi broyting, koma aldrin aftur til
Foroya.
Valrætturin er við til at avgera,
hvar ein heldur seg hoyra heima.
Nýggja skipanin fer at knýta útisetar
tættari at Føroyum, og tey verða
færri, ið ikki fara heimaftur.
At tað tó altíð verða nøkur, sum
festa búgv uttanlands, kann íkki
nýtast sum próvgrund móti broyting-
ini. Tí tað eru eisini fólk í Foroyum,
sum eftir at hava havt valrætt her,
flyta uttanlands at búgva.
Orðaskifti
Vit vilja sum sagt fegin hava, at
bæði politikarar og onnur alment
siga sína hugsan um hetta mál, so-
leiðis at tað verður gjølliga lýst,
áðrenn løgtingid tekur endaliga stø-
ðu.
Tí vit eru ikki í iva um, at próv-
grundirnar fyri at broyta vallógina
eru bæði betri og rímiligari, enn tær,
sum nýttar verða ímóti hesi broyting.
vegna MFS,
Sjúrður Skaale og
Olavur Ellefsen
|
að