Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. januar 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 1 — 3. januar 1992 Stormurin hevur verið harður, tá húsini kundu fara so illa tíðindablaðið Verri enn nakrantíð Odnarveðrið ný gsjár snátt var nógv harðari enn fyri trimum árum síðan, halda fólk í Sumba, har vindskaðarnir vóru stórir Óveðrið nýggjársnátt car ødiligt summastaðni í landinum, kanska serliga í Suðuroynni. Boðað er frá skaðum í øllum bygdum uttan í Porkeri og í Lopra, sigur politid á Tvøroyri. Tað mesta eru rútar, sum eru brotnaðir, hurðar, tak- rennur og tekjur. Onkrir bilar eru foknir, og aðrir hava fingið skaða, ú grót ella okkurt leyst er fokið á teir. Men í summum fórum vóru skaðarnir stórri enn so. Í Trongisvági fóru trý hús illa. Tað hendi í hvirluni trý korter til tvey um náttina. Á tveimum av hesum húsum fór tekjan av, og rútarnir vóru sodnir út. Soleiðis síggja fleiri neyst í Sumba út nú Politið sigur, at í einum førnum sótu fólkini inni og spældu kort, tá hvirlan knappliga kom. Tey lupu niður í kjallaran, men har ruku rútarnir eisini út, og tey máttu so av húsum. Trýstið hevur verið so stórt, at sjálvt grundin er rivnað. Hesi húsini kunnu neyvan gerast aftur. Sumbingar vita ikki at siga frá verri veðrið. Veðrið var vánaligt alt kveldið, men tað bar av, tá hvirlan við grovum kavaæli kom tá klokkan trý korter til tvey. Streymurin fór eisini. Tað leikaði so nógv í, at eingin tordi út fyri dyr fyrr enn góðan tíma seinni, tí tað var óðamannaverk at vera úti. Tað var væl sloppið, at ikki = onkur mansskaði hendi, halda sumbingar. Neyst hvarv Helvtin av øllum húsunum í Sumba hava fingið størri ella smærri skaðar. Tvey eru rættiliga illa farin, og á vørum er øll yvirtromin horvin. Hoyggjhús eru far- in, grótgarðar, sum hava staðið í åravis, liggja slættir. Bara okkurt av neystunum er sloppið undan skaða, og fleiri eru heilt farin. Tað Sigur eitt sindur um, hvussu nógv hevur staðið á, at eitt neyst er fullkomiliga burtur og tað sama við bátinum, sum stóð í neystinum. Alter blást út á fjørdin, og ikki eitt sprek hevur verið at sæð aftur. Fólk vóru sjálvandi bang- in, og tey flestu hildu seg æi kjallaranum. I øðrum sethúsunum, sum fóru, var fólk heima. Tey noyddust í gllum ódnar- veðrinum at leita sær skjól hjá grannum. Tá vindurin linkaði, fóru sumbingar út at breiða út- yvir og festa húsini, sum farin vóru. Tá komu eisini fleiri mans úr bjargingar- felagnum til hjálpar, og ti hildu teir á við líka ul klokkan tvey nýggjársdag. Bjargingarfelagið í norðaru helvt í oynni hevði lika nógv at gera. Tástaðni kundu fólk fara ul songar. Eingin hevði fingið blundin av ódnar- veðrinum. Men summi fóru kortini um enn í seinni lagi at halda nýggjár og kyndu bálið. randi Síða 3 || Telefonin ringdi Aalarmsentralurin og telefonirnar á poliustødunum gløddu nýggjársnátt orsakað av ódnarveðrinum Í Norðuroyggjum hendi ikki tað stóra út- yvir, at byrgingin fór, og at ein hálv tekja fór í CIns Hvannasundi. Men streymurin fór sam- stundis, og fólk vóru stútt bangin av øllum uilfari- num, sum feyk av teim um skaddu húsunum. Bjargingarelagið fór beinanvegin at hjálpa í Klaksvík loysnadui tekjan á einum húsum undir lakki. Men maður og kona fingu í felag neglt aftur. um sundið Tað er stórarbeiði at gera aftur byrgingina um Har- aldssund nýggjársnátt Størsta skaðan í Norður oyggjum nýggjársnátt mundi byrgingin um Haraldssund fáa. Hvirlan kom sum eitt skot norðaneftir og át seg inn í byrgingina, ið er skadd í trimum stød- um. Einastaðni er eitt stórt hol inn undir byrg- ingina. Myndir: Régvi Johansen eftir skaðan 8 x VETIÓ stong fy ri ferðslu. Men tað e gangandi tvørturum, so fólk sleppa ul arbeiðis, um tey ikki kunnu fara í egnum bili. randi Neystini í Sumba hava áður verið fyri ágangi Fyri tað mesta hevur tað verið brim, men hesu ferð var tað ikki brimið HR