Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mai 2000síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindablaðið sosialurin Nr. 103 - 31. mai 2000 30 tíðindablaðið sosialurin Nr. 103 - 31. mai 2000 JÁKUP MØRK Eftir stórtapið upp á 7-1 móti ÍF í 2. umfari, hevur 2. deildarliðið hjá KÍ rættu- liga vent skeivu gongdini. Síðani tann dystin hevur eingin skorað móti klaks- víkingum tríggjar dystir á rað, og hesir dystirnir, sum allir hava verið á útivølli, hava givið Kí fimm stig. Fyrst spældi liðið tveir málleysar javnleikir í Runa- vík og Hvalba, og leygar- dagin tók KÍ øll á bóli, tá teir vunnu útidystin móti oddaliðnum, EB/Streymur. Bert eitt mál kom í dyst- inum, og tað fekk KÍ longu tá eitt korter var spælt. Eitt álop í vinstru síðu endaði við at ein bóltur varð lagdur inn fyri málið. Har kom unglingaspælarin, Atli Da- nielsen, rennandi og úr stuttari fjarðstøðu skuldi hann bara seta innaru síðu á, og so var bólturin í mál- inum. KÍ hevði onkra aðra roynd framman undan og eftir málið, men tað var heimaliðið, sum hevði størsta partin av spælinum. KÍ hevur vent gongdini 2.deild: KÍ hevur hildið málið reint tríggjar dystir á rað Teir høvdu nógvar royndir á málið hjá KÍ í fyrra hálv- leiki, men antin vóru verju- spælarar í vegin í røttu løt- uni, ella tók ein stórspæl- andi Meinhardt Joensen sær av royndunum. EB/Streymur trýsti Einu ferðina hevði KÍ-mál- verjin eina framúr dupult- bjarging eftir hornaspark, og Meinhardt Joensen hev- ur saman við eini góðari verju verið orsøkin til, at eingin hevur skorað móti KÍ í trimum dystum á rað. Í seinna hálvleiki mynd- aðist dysturin soleiðis, sum roknað varð við. EB/ Streymur legði stórt trýst á KÍ-liðið, sum bara hevði ein mann á toppinum. Roynd- irnar vóru nógvar, men upp- lagdu málkjansirnir fáir. Størsta kjansin hevði Jón Sigurð Gleðisheygg, tá hann kom at standa púra leysur stutt frá málinum, men hann stútaði bóltin fram við málinum. Tá einir 25 minuttir vóru eftir at spæla, tók KÍ ein miðvallara út og setti Hel- mar Lassen fram í álopið. KÍ spældi tí við tveimum áleyparum seinasta partin av dystinum, og saman við einum álopssinnaðum To- mislav Sivic á miðvøllinum, órógvaði hetta EB/Streym nakað. Spælið varð flutt longur fram á vøllin, og trýstið mó- ti KÍ-málinum minkaði na- kað hesa løtuna. Stóru bar- dagarnir um bóltin fóru nú fram á miðvøllinum, og tá EB/Streymur spælararnir royndu at stinga fram ímill- um ella senda høgar bóltar inn í KÍ-brotsteigin, vóru KÍ-verjan og málverjin vaks. Dysturin endaði 1-0 til KÍ, og sambært spælbýti- num átti EB/Streymur at fingið meira burtur úr, men KÍ hevur gjørt tað til sítt vørumerkið at verja væl og síðandi dúva upp á skjót mótálop, og higartil hevur tað givið stig í trimum fylg- jandi útidystum. EB/Streymur KÍ 0-1 (0-1) 0-1: Atli Danielsen JÁKUP MØRK Dysturin millum HB og LÍF leygardagin, endaði við javnleiki, og hetta mundu havnarmenninir helst hava størstu orsøk- ina at fegnast um, hóast teir eisini vóru nær við at taka øll stigini. HB átti alt Í fyrra hálvleiki høvdu vertirnir so at siga alt spælið, men talan gjørdist kortini ikki um teir heilt stóru møalmøguleikarnar. Tað eydnaðist teimum tó at leggja seg á odda miðskeiðis í hálvleiki- num, tá formaðurin í fe- lagnum, Gunnar Mohr, enn einaferð sýndi, at ald- urin er eingin forðing fyri máltevinum. Eftir innlegg úr vinstru, var Gunnar fyr- stur á, og so var 1-0. Tað var eisini um repp- ið, at formaðurin økti til 2-0, tá hann úr spískum skeyt á stongina, eftir at Eyðun Højgaard fyrst hevði roynt seg. Dysturin skifti Í seinna hálvleiki broyttist dysturin fullkomuliga. LÍF, sum vallað hevði ver- ið í HB brotsteiginum fyrra umfarið, tók full- komuliga yvir, og mál- møguleikarnir trutu ikki. Leingi var tó líkt til, at HB kortini skuldi halda fast um leiðsluna, og hetta komst einamest av, at Kristin Joensen í málinum stóð fyri so at siga øllum skotunum, sum komu. Tað skuldi eisini eitt sindur av hepni til, tá leir- víkingar javnaðu. Erik Langgaard royndi seg við skoti, sum tók í ryggin á viðleikara, so Kristin varð fullkomuliga snýttur. Eftir hetta helt LÍF fast um trýstið, men fimm m in- uttir fyri leiklok, legði HB seg kortini fram um aftur. Eyðun Højgaard slapp brád- liga púra leysur, og tá mál- verjin kom ímóti, varð bólt- urin trillaður til Johan Lüt- zen, sum ótarnður kundi skumpa bóltin inn um. Leiðslan helt sær tó bert í einar tríggjar minuttir. Tá royndi Erik Langgaard seg aftur við skoti, og uttan møguleika hjá málverjanum smoygdi bólturin sær inn um stólpan. Sostatt fingu leirvíkingar hóast alt bjargað øðrum stiginum, men alt grundað á seinna hálvleik, vildi tað eisini verið órættvíst, um HB hevði fingið øll stigini. HB tykist nú at vera í Mistu móti endanum 2. deild: Eftir at hava verið undir stórum trýstið allan seinna hálvleik, var nær við, at HB tók øll trý stigini móti LÍF trongum skóm, tí sum er, er tað bert málmunurin, sum heldur teimum omanfyri niðasta sessin á stigatalvuni. Komandi vikuskiftið skulu teir til Klaksvíkar, og fáa teir ikki stig í hesum dysti, kann støðan skjótt gerast heilt álvarslig. Leirvíkingar skulu tá royna seg á Tvøroyri, har oddaliðið tekur ímóti, og megna teir at fáa stig burt- ur úr tí dystinum, eru teir aftur við í oddastríðnum, meðan eitt tap hinvegin viðførir, at botnurin kem- ur alsamt nærri. HB-LÍF 2-2 (1-0) 1-0: Gunnar Mohr 1-1: Erik Langgaard 2-1: Johan Lützen 2-2: Erik Langgaard JÁKUP MØRK Hóast teir alla tíðina hava latið hampuliga væl at spælinum, so hava hval- bingar higartil verið sørir, tá tað ræður um at vinna dystir. Leygardagin kom GÍ so á vitjan, og endiliga eydn- aðist tað Royn at fáa fulla úrtøku úr dystinum. Birgir við Royn Sum skilst, so var talan um ein rættuliga tryggan sigur har suðuri. Allan Michelsen skeyt hvalbingar upp á 2-0, áð- renn Magnus Dalbø minkaði um munin stutt fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki høv- du hvalbingar alla tíðina gott tak á, og tað eydn- aðist teimum eisini at øk- ja um munin. Hesum málinum stóð Birgir Jørgensen, sum annars hevur roynt seg hjá Sumba, fyri. Lítil munur Við sigrinum fekk Royn aftur samband við hini liðini á stigatalvuni. Teir eru tó framhaldandi á nið- asta sessinum, men út- litini fyri at sleppa av hes- um, batnaðu í øllum førum heilt nógv. Komandi vikuskifti skulu hvalbingarnir til JÁKUP MØRK Í fleiri av teimum fyrstu um- førunum hevur støðan hjá næstbestu runavíkingunum verið tann, at liðið hevur spælt vakran fótbólt fyrstu tríggjar fjórðingarnar av vøllinum. Seinasta petti hevur tru- pulleikin tó ofta verið tann, at inn í málið hevur bólturin ikki vilja, og tá er sjálvsagt ógvuliga trupult at vinna dystirnar. Heimaliðið meira vandamikið Leygardagin fingu runavík- ingar vitjan av B36, sum hevur staðið seg væl higartil í kappingini, og allarhelst vóru teir eisini at meta sum favorittar undan dystinum. At byrja við gekk rættu- liga javnt á millum liðini, men um miðjan hálvleikin fekk heimaliðið hol á, tá rangstøðufellan hjá B36 kiksaði, so Bergur Djurhuus slapp púra leystur, og kundi leggja heimaliðið fram um. Hetta broytti sjálvandi fyritreytirnar hjá báðum lið- um at spæla, og heimaliðið tók seg eisini nakað longur aftur á vøllin, so leiðslan kundi verjast, meðan teir dúvaðu upp á kontraálop. B36 fekk sostatt nakað betri frið at spæla, men hetta viðførdi tó ikki teir heilt stóru málmøguleikarnar. Sum dysturin leið, løgdu gestirnir alt meira fyri, og so hendi tað, sum so ofta hendir slíkum støðum. Í royndunum at javna, gjør- dust havnarmenninir ov tunnir í verjupartinum, og so slapp Høgni á Lakjuni leysur, og staðfesti sigurin hjá heimaliðnum. Upp móti oddinum Við sigrinum smoygdu runavíkingar seg eitt stig fram um B36, soleiðis at teir nú eru á 4. plássinum í kappingini. Komandi vikuskifti skal NSÍ til Fuglafjarðar, meðan B36 á heimavølli tekur móti Royn. NSÍ-B36 2-0 (1-0) 1-0: Bergur Djurhuus 2-0: Høgni á Lakjuni Tamir havnarmenn 2. deild: NSÍ vann fult uppibornan sigur á B36 í Runavík Havnar, har teir skulu royna seg móti B36, sum tykist at vera steðgað nakað upp seinastu dystirnar. Sostatt eru kanska líkindi fyri at betra um úrtøkuna longu komandi viku, og sum støðan er í løtuni, har øll taka stig frá øllum kann Royn knappliga vera at finna í oddinum, um teir knappliga vinna einar tveir dystir á rað. Fyri fyrst ræður tó um hjá Endiliga 2. deild: Royn fekk endiliga fyrsta sigurin á árinum, tá teir leygardagin vunnu á GÍ teimum at fáa størri fjar- støðu til botnin. GÍ tekur komandi viku- skifti móti EB/Streymi, sum misti oddasessin um vikuskiftið. Royn-GÍ 3-1 (2-1) 1-0: Allan Michelsen 2-0: Allan Michelsen 2-1: Magnus Dalbø 3-1: Birgir Jørgensen Loksins fingu hvalbingar togað ein sigur heim Mynd: Áki Bertholdsen Tað var um reppið, at leirvíkingar, hóast greiða yvirvág, noyddust stigaleysir heimaftur Mynd: Jonhard Hammer HEINI Í SKORINI Í bólki A spældu Skála og HB fríggjadagin á Skála. Dysturin var framskund- aður, av tí at HB skuldi til suðuroyar at spæla seinnu hálvfinalu í steypakapp- ingini móti VB. Dysturin á Skála endaði ikki óvæntað við, at HB var omaná, og endaði úrsliti gjørdist 4-0 til HB. Maria Johnsson legði út fyri HB, síðani skeyt Annika Godtfred eitt mál, áðrenn Viviann Thorleifs- son sló sigurin fastan fyri HB við tveimum málum upp í slag. Skála er enn á triðja plássið í bólki A, með- an HB enn hevur fult stig- atal. Mest undirhaldandi dyst- ur higartil í ár var úti á Ar- gjum, og var hetta dysturin ímillum AB og GÍ. Tá dóm- arin bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru heili tólv mál skorað úti á Argjum. AB legði nógv best fyri, og tá bert 26 minuttir vóru leiktir, var støðan heili 5-0 til AB. Tá høvdu Elin Kathrina Haraldsen og Maria Mich- elsen fingið tvey mál í part, meðan Lív Mikkelsen hevði fingið eitt. Beint fyri hálv- leik megnaði GÍ at minka Avgerandi dystir fyri veikaru liðini Um vikuskiftið vóru sera avgerandi dystir leiktir í kvinnudeildini. Serliga fyri tey lið, sum berjast um triðja plássið í hvør sínum bólki. Í bólki A eru HB og VB so gott sum komin víðari, og sama kann sigast um KÍ og B36 í bólki B. Men kappingin er hørð um triðja plássið, og dystirnir í vikuskiftinum høvdu stórt árin á, hvør fer víðari til endaspælið um munin, og var hetta Nancy Augustinussen sum skoraði. Øll hildu, at dyst- urin langt síðani var avgjør- dur, men soleiðis skuldi tað ikki vera. Tá tólv minuttir vóru leiktir av seinna hálv- leiki, hevði GÍ minkað til 5-3, Poula Gregersen og Linda Hansen skutu málini, men síðani skoraði Maria Michelsen til 6-3, og so, hildu tey flestu, var sloppið hjá Arjgakvinnunum. Men í 65. minutti skoraði Krist- bjørg Isaksen fyri GÍ, støð- an var nú 6-4 til AB, og tá umleið eitt korter var eftir skoraði Heidi Jacobsen til 6-5. Síðstu minuttirnar royndi GÍ at trýsta á AB málið, og mín sann um Hei- di Jacobsen ikki javnaði fyri GÍ í yvirtíðini. AB kvinn- urnar søplaðu trý stig burtur, og fingu í staðin eitt stig. Tær høvdu nú verið á triðja plassið, um tær høvdu vunnið hendan dystin. Men tær hava framvegis ein dyst til góðar, og vinna tær tá, liggja tær væl fyri at koma í endaspælið. GÍ er enn á fjórða plássið í bólki A. Síðsti dysturin í bólki A var ímillum VB og Sumba í Sumba. Dysturin endaði sannførandi 4-0 til VB, og málini hjá VB gjørdu Laila Jespersen og Rannvá Au- gustinussen hvør sítt, með- an Halltóra Joensen skeyt tvey. Sunnudagin leiktu VB og HB seinnu hálvfinalu í steypakappingini í Vági, og fyrra dystin vann HB 4-0. VB vann dystin 3-0, men hetta var ikki nóg mikið fyri vágbingar at ogna sær eitt pláss í finaluni, tí tær skuldu jú hava fýra mál, og harvið er HB fyrsti steypafina- listurin, meðan KÍ og B36 eru í hinari hálvfinaluni. HB mátti sostatt leggja rygg til sítt fyrsta tap í ár, hóast tað ikki hevði nakran týdning. Men leggjast skal afturat, at HB mátti leika uttan fleiri av stuðulsleikarum teirra. Í bólki B eru sum sagt HB og VB so gott sum komin víðari, meðan kappingin er hørð millum Skála, GÍ og AB. Bólkur B í bólki B vóru tveir dystir leiktir, og tann fyrri var millum B36 og B71 í Havn. B36 vann sera sannførandi 8-1, og høvdu tær verið neyvari í avgerandi løtu- num, kundu tær fingið nógv fleiri mál. Sólvá Joensen, sum er ein av týd- ningarmiklastu leikarum hjá B36, skeyt tvey mál, og Sú- sanna Hansen skeyt eisini tvey. Síðani skutu Laila Enghamar, Elsebeth Jóns- son, Arnbjørg Danielsen og Beinta Joensen allar hvør sítt, meðan serliga síðst nevndi B36 leikarin kundi fingið fleiri mál. Málið hjá B71 skeyt Gerda Hansen. B36 hevur, saman við KÍ, so gott sum tryggjað sær pláss í endaspælinum, meðan kappingin um triðja plássi er hørð millum NSÍ og B71, meðan EB/ Streymur eisini hevur Dystirnir um vikuskiftið vóru hesir: Bólkur A Skála-HB 0-4 HB: Maria Johnsson 1, Annika Godtfred 1, Viviann Thorleifsson 2. Sumba-VB 0-4 VB: Halltóra Joensen 2, Rannvá Augsutinussen 1, Laila Jespersen 1. AB-GÍ 6-6 AB: Maria Michelsen 3, El- in Kathrina Haraldsen 2, Lív Mikkelsen 1. GÍ: Heidi Jacobsen 2, Nan- cy Justinussen 1, Poula Gre- gersen 1, Linda Hansen 1, Kristbjørg Isaksen 1, Bólkur B EB/Streymur-NSÍ 1-1 NSÍ: Irdi Hansen 1. EB/Streymur: ? (Verður viðmerkt seinni) B36-B71 8-1 B36: Sólvá Joensen 2, Sú- sanna Hansen 2, Laila Eng- hamar 1, Elsebeth Jónsson 1, Arnbjørg Danielsen 1, Beinta Joensen 1. B71: Gerda Hansen 1. møguleikan at yvirraska. EB/Streymur fekk sítt fyrsta stig til høldar í bólki B um vikuskiftið, har tær á Eiði tóku ímóti NSÍ. Dyst- urin endaði nakað óvæntað 1-1, og EB/Streymur fekk javnað, tá bert tríggir mi- nutti vóru eftir at leika. Mál- ið hjá NSÍ skeyt Irdi Han- sen, meðan okkum tíverri ikki hevur megnað at fingið fatur á, hvør skeyt málið hjá EB/Streymi, men vit vóna at fáa viðmerkt hetta næstu ferð, at kvinnufótbólturin verður umtalaður. vunnin tapt mál- v - j - t mál mál munur stig 1 HB 6 6 - 0 - 0 30 2 28 18 2 VB 6 5 - 0 - 1 39 5 34 15 3 Skála 5 2 - 0 - 3 6 29 -23 6 4 GÍ 5 1 - 1 - 3 11 17 -6 4 5 AB 4 1 - 1 - 2 9 25 -16 4 6 Sumba 6 0 - 0 - 6 4 21 -17 0 vunnin tapt mál- dystirv - j - tmál mál munur stig 1 KÍ 4 4 - 0 - 0 30 4 26 12 2 B36 5 4 - 0 - 1 3311 22 12 3 NSÍ 5 2 - 1 - 2 9 18 -9 7 4 B71 5 1 - 0 - 4 8 23 -15 3 5 EB/Streymur 5 0 - 1 - 4 2 26 -24 1 Støðan, bólkur B Støðan, bólkur A Halltóra Joensen VB 18 Rakul N. Joensen B36 10 Rannvá Andreasen KÍ 10 Eyðfríð Christiansen HB 9 Malena Josephsen KÍ 8 Annika Godtfred HB 7 Laila Jespersen VB 7 Maria Johnson HB 6 Elin Kathrina Mikkelsen AB 4 Maria Mikkelsen AB 4 Elin Højsted B71 4 Kristbjørg Isaksen GÍ 4 Vivian Thorleifsson HB 4 Irdi Hansen NSÍ 4 Gurið Mortensen VB 4 Arnbjørg Danielsen B36 3 Elsebeth Jónsson B36 3 Laila Enghamar B36 3 Súsanna Hansen B36 3 Heidi Jacobsen GÍ 3 Mariann Joensen KÍ 3 Rannvá Augustinusen VB 3 Máltindurin Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo B36 kvinnurnar vunnu tryggan sigur, tá B71 var á vitjan