leygardagur 4. januar 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 2 — 4. januar 1992
——————eiiiiwwiwweidwmdddddmm=——
(1
F rá Áarstovu, fóroyingafelagnum í Árhus, „har r lesandi javnan hittast. Tilvildarlig mynd.
Síða 11
30-åra haldið hjá MFS
Í sambandi við at Meginfelag Føroyskra Studenta fyllir
30 år í 1992, verður hátíðarhald í Keypmannahavn viku-
skiftið 28. februar til 1. mars 1992. .
Ætlanin við 30-ára haldin-
um er at savna so nógvar
MFS-limir sum gjerligt til
eitt felags tiltak. Limirnir
hava eitt til felags: teir eru
føroyingar í útbúgving.
Hetta merkir tó ikki, at
teir hava hevi at hittast
um ymisk mál í tíð og úr-
tíð. Flestu teirra búgva
ikki heima, men eru
spjaddir um nógv lond,
meginparturin tó í Dan-
mark, har teir búgva um
alt landið.
Hetta, at ein stórur
partur av einum ættarliði
er burturstaddur, eyð-
kennir tað føroyska sam-
felagið. Flestu føroyingar
í útbúgving eru avskornir
frá at taka lut í politiska,
búskaparliga og vísunda-
liga kjakinum. Samskiftið
millum tey, ið;virka í tí
foroyska samfelagnum og
tey, ið eru lesandi, er ofta
ikki til. Í eðrum londum
harafturímóti hava stu-
dentar — við nýskapandi
hugsjónum — stóra ávirk-
an á gongdina í egna
samfelag.
Spjaðingin av limum fe-
lagsins um lond og lands-
partar ávirkar eisini tað
samband, ið hevði verið
natúrligt, um fráleikin
millum útbúgvingarsteð-
ini var minni og størri
samansavning var á
hverjum útbúgvingar-
staði.
Omanfyri nevndu um-
steður eru orsekin til tað
snið, 30-ára haldið fer at
fáa, nevniliga hesi tiltøk:
— Setan, har MFS bjóðar
luttakarum vælkomnum
vid rødum, tónleiki og fe-
lagssangi.
— Fyrilestrar, ið snúgva
seg um søgu, fiskivinnu,
olju og búskap í sambandi
við feroyska samfelagið.
Hetta eru vísindagreinir,
ið eru áhugaverdar í let-
uni; men eisini í framtíð-
ini, tá tey lesandi venda
heimaftur.
— EF-hoyring, sum verð-
ur býtt í tveir hevuðs-
bólkar, ein um innanhýsis
og ein um uttanhýsis við-
urskifti Feroya við EF.
Innanhýsis bólkurin tekur
sær av teimum viðurskift-
um, sum kunnu verða
stýrd av EF, og sum fer-
oyingar hava meguleika
at ávirka. Hesin hevuðs-
bólkur verður aftur býttur
í tvey eki — tað politiska
og tað búskaparliga. Utt-
anhýsis bólkurin tekur
sær av spurningum um
væntandi gongdina í EF í
framtíðini, sum hevur
ávirkan á Feroyar, men
har feroyingar ongan
meguleika hava at gera
sína ávirkan galdandi.
— Limafundur, sum verð-
ur skipaður sum ein kjak-
fundur, har limir felagsins
kunnu siga sína hugsanir
um MFS.
— Listaframsýning, har
evnaríki limir felagsins
skrýða Feroysku hølini
við listaverkum.
— Kabaret, við vísum og
monologum, sum í teim-
um gomlu studentakaba-
rettunum.
— Tónleikaframferslur,
við sangi og klassiskum
verkum, borin fram av
limum okkara.
— Gudstænasta, hildin av
presti og gudfreðilesandi.
— Veitsla, har borðreitt
verður við >Tí stóra kalda
borðinum<. Undir borð-
haldinum verða
skemt og sangir, og
dansað verður frá borðin-
um. Frálíki tónleikara-
bólkurin »Frændur«
spæla til dans aftanå.
— Kaffistova, har høvi
verður at njóta eina
hugnaliga letu og at fáa
sær eitthvert til matna
millum tiltekini.
Fyrireikararnir vænta,
at umleið 500 fólk fara at
luttaka í 30-ára haldinum,
og verður hetta fyrstu
ferð í søgu MFS, at so
nógv lesandi savnast til
eitt felags tiltak. Um-
framt at flestu núverandi
limir fáa hevi at hittast,
fara vit at heita á fyrr-
verandi ráðs- og nevndar-
limir at koma við. Annars
kunnu øll, ið hava áhuga,
luttaka.
MFS skipar fyri flutn-
ingi úr teim ymsu lands-
pertunum í Danmark, har
núverandi og fyrrverandi
ráðs- og nevndarlimir ferð-
ast ókeypis. Eitt ávíst
endurgjald verður latið
teimum, ið koma úr lond-
um uttanfyri Danmark.
Luttakararnir verða
býttir í 2 bólkar. Bólkur 1
umfatar MFS-limir og
fyrrverandi råds- og
nevndarlimir. Bólkur 2
reður,
umfatar tey, ið ikki eru
limir í MFS.
Bólkur 1, kr. 250,00:
Hetta gjald gevur at-
—
gongd til øll tiltøkini, i
roknað veitslu og kabaret.
Ferðaútreiðslur hjá fólki
uttan fyri Keypmanna-
havn verða endurgoldnar,
tó í mesta lagi kr. 370,00.
MFS skipar fyri flutningi
úr teim ymsu landspert-
unum í Danmark.
Bólkur 2, kr. 300,00:
Hetta gjald gevur at-
gongd til veitslu. At-
gongd til kabaret kostar
kr. 40,00. Hini tiltøkini
eru ókeypis; og ferðaút-
reiðslur verða ikki endur-
goldnar.
Tiltakið er rættiliga um-
fatandi, og tí krevst ein
freist fyri fráboðan um
luttøku, sum í seinasta
lagi er mikudagin 5. febru-
ar, 1992.
Fráboðanin verður
gjørd við at venda sær til:
MFS-skrivstovuna, tlf.
31233439.
Opið er mikudag og
fríggjadag kl. 16—18.
Skrivstovan verður opin
dagliga kl. 13—18 eina
viku fyri tilmeldingar-
freistina.
Seinni tilmelding kann
tó eisini gerast fram til
leygardagin 15. februar.
Tá verður kostnaðurin kr.
350,00 og kr. 400,00 fyri
ávikavist bólk 1 og 2.
Karmarnir um tey ym-
isku tiltøkini verða:
Copenhagen International
Junior School
Stenogade 4
Tlf. 31 223303
— EF-hoyring
— Fyrilestrar
— Kabaret
Eliaskirken
Vesterbrogade 49
Tlf. 31 247938
— Gudstænasta
Folkets hus
Enghavevej 40
Tlf. 3121 1222
— Veitsla
Føroysku hølini
Vesterbrogade 18, 1
TIf. 31231587
31230804
(mynttelefon)
— Kaffistova
- Limafundur
— Listaframsýning
- Miðsteð
— Setan
— Tónleikur
MFS
Vesterbrogade 18, 1.
TIf. 31233439
— Skrivstova
sigur Meginfelag Fer-
oyskra Studenta í tíðinda-
skrivi.
MOTOROLA
LMR-telefonir
Søla & tænasta
H..J. Michelsen
Handan Á 6, Tórshavn
tif. 144 14 - fax. 18045
Tervur á nyggjari
føroyskari rentulór
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent landsstýrinum bræ'
har tað heitir á myndugleikarnar sum skjótast at fáa lagt
uppskot fram um eina nýggja fóroyska rentulóg. Brævið 11.
landsstýrið er soljóðandi:
Eitt av sterstu vanda-
málunum hjá føroyska
vinnulívinum er tað vána-
liga gjaldferið hjá før-
oyska samfelagnum í dag.
Tað er ógvuliga trupult
hjá nógvum fyritøkum at
krevja pening inn, og tað
gerst ikki lættari av, at vit
onga lóg hava, sum loyvir
fyritokum at tilskriva
morarentur uttan skriv-
liga avtalu í forhond.
Øll lond uttan um okk-
um loyva morarentum. Í
Danmark sigur rentulóg-
in, at loyvt er at tilskriva
morarentur, sum svara til
diskontoina (9%) * 6%,
ella í letuni 15% árliga.
Tey, sum í dag hava
fyrimun av, at ongin lóg
er i Føroyum, eru tey, sum
spekulera í at gjalda ov
seint, tí tað er bíligari enn
at gjalda til tíðina. Tær
fyritøkur, sum royna at
rinda hverjum sítt, eru
fyri vanbyti, og hetta
kann ikki vera rætt. Hetta
at steðga peningaumferini
kann samanlíknast við,
hvat hendir, tá blóðrenslið
í einum líkami verður
tarnað
Annað er so tað, at vit
um 1 ár fáa eina skipan
við meirv
oyum.
i
i Før-
itekur
Tá skulu fyr
meirvirðisgjaldinun
tað almenna. Tað er burt
urvið at hugsa sær, at
hetta kemur at roynast
væl, uttan so at vit eisini
hava skipað kreditviður-
skifti i Føroyum.
Login um meirvirðis-
gjald kemur at seta krøv
um eitt hægri stødi i um-
sitingini av føroyskum
fyritøkum, men hon
kemur so sanniliga eisi
at seta krøv til dagføring
ar av ti lógarverki, sum
føroyska vinnulívið ar-
beiðir undir
Feroya Arbeiðsgevara
felag vil tí heita á Feroya
Landsstýri ikki at
gloyma henda partin av
arbeiðnum, men sum
um
skjótast at Iåa
f
SKOL Iram ú
lagt upp-
løroyska rentul
Virðin
Feroya
Arbeiðsgevarafelag