Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. januar 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8. januar 1992 Síða 13 itrottur Jens Erik og Påll til Bruxelles I dag fara Jens Erik Magn- ussen frå FSF og Påll Guðlaugsson, landsliðs- venjari av landinum í sam- ráðingargrindum. Teir skulu til Bruxelles at sam- ráðast við nøkur onnur uropeisk lond. Nei, ikki er talan um fiskivinnusamrådingar ella amráðingar um onkra handilsavtalu. Tað verða nevniliga tey seks londini í 4. bólki í HM-undan- kappingini, sum sinåmillum skulu finna útav, nær HM-dystirnir komandi tvey årini skulu spælast. Hini londini, Føroyar eru í bólki saman við, eru Belgia, Tjekkoslovakia, Rumenia, Wales og Kyp- em. Føroyingar vilja helst sleppa undan at spæla å heimavølli ov tíðliga um várið, áðrenn okkara egna landskapping er byrjað, og helst skal tað heldur ikki verða ov seint á árinum. Eisini verður ansað eftir, at mistøkini frá EM- kappingini ikki verða end- urtikin, so sum at dystir ikki liggja ov tætt at hvørjum ødrum, sum eitt nú í mai mánaði í ár, tá tveir av dystunum vórðu spældir við bert einari viku ímillum. hj. Bolton til Runavikar aftur i år Bretin Bobby Bolton, sum í farna fótbóltskappingar- árinum vandi 1. deildar- liðið hjá uppflytarunum NSI, verður aftur í år venjari í Runavík. Ikki er hann heilt 6- kendur í Føroyum, ti i 80'unum vandi hann IF, sum tå fekk síni bestu úr- slit síðani FM-heitid í 1979. Sum skilst, verður manningin hjá NSI aftur í ár stórt sæð tann sama, og kanska verður eisini onk- ur nýggjur spælari at síggja á besta liðnum hjá runavíkingum. Soleiðis verður roknað við, at onkur av unglinga- spælarunum kemur á liðið, og onkur spælari úr gðørum felag í oyrni hevur ynt NSI áhug: h Fi Strandadreingir vórðu tridbestir Niggju StíF-dreingir í 12 åra aldri fingu millum jóla og nýggjárs sera gott úslit í donsku kappingini Thy-Cup. Teir gjørdust nevniliga triðbestir vid at vinna 7 av teimum 9 dystunum, teir spældu í kappingini. Saman við venjaranum Tonni Kjær, sum sjálvur er úr Thisted og hevur verið venjari har niðri, fóru teir níggju dreing- irnir úr Føroyum 26. desember. Við í ferðini var eisini ein spælari úr NSI, sum kom við, tá ein annar noyddist at geva avboð. Vunnu venjingardyst Undan sjálvari kapp- ingini fingu teir m.a. ein venjingardyst móti ein- um líði har á leiðini, ið æt Nordthy, ið teir vunnu 11-8, so hesar dagarnar niðri spældu teir nógv fleiri dystir, enn teir gera alt árið í landskappingini heima í Føroyum. Kappingin Thy-Cup er ein sera stór kapping, og hesaferð vóru ikki færri enn 2200 dreingir og gentur við — tilsamans 187 lið úr Danmark, Noregi, Svøriki og Týsk- landi. Og so sjálvandi Føroyum eisini... Ein girdi“t sjúkur >Teir spældu væl alla kappingina, hóast tað ikki gekst so nógv betri enn vanligt,< sigur 25 ára gamli venjarin, Tonni Kjær, ið annars eisini tekur sær av at venja teir vaksnu hjá SIF. »I flestu dystunum gekk alt sum tað skuldi, og tað má sigast at vera óheppið, at ein teirra varð sjúkur, tá semifinal- an skuldi spælast. Tann dystin var einki at geva út av, og hóast teir vóru á odda 5-3 í hálvleikinum, taptu teir tepurt 6-7, so við eitt sindur meira hepnið, var í hvussu er eitt silvur- merkið vunnið.< Í innleiðandi bólkinum spældu StlF-dreingirnir fýra dystir. Vunnu 18-3 á Rødovre 2, 12-6 á HK 73 og 9-5 á Álestrup, men taptu so 3-8 móti Ajax, ið annars seinni vann kappingina, so tað var eitt sera gott lið. Taptu semifinaluna StÍF-dreingirnir komu so víðari sum næstbesta lið í innleiðandi bólk- inum, og í næsta umfar- inum komu teir í bólk saman við týska liðnum TSU Hamdorf og danska Visse. Hesi bæði liðini vunnu teir ávikavist 11-9 og 12-10 og vunnu tískil hetta umfarið og komu í semifinaluna Men í semifinaluni gjørdist ein teirra sjúkur, so tað mundi eisini medvirka til, at hon varð tapt tepurt 6-7, sum nevnt omanfyri. Dystin um triðjapláss- ið vunnu StIF-dreingirnir hinvegin lættliga 11-6 á Snejbjerg, so medaljurn- ar vórðu í øllum fórum bjargaðar. Nógva umtalu niðri »Eg haldi, vit allir samlir vóru glaðir fyri ferðina, og vit hugnaðu okkum 6ført,« greiðir Tonni Kjær frá. »I nakrar dagar búðu vit hjá foreldrunum hjá mær, og hóast vit tá vóru ikki færri enn 15 undir lonini, og vóru allir hjálpsamir, tá tað galt uppvask, og hvat annars er at nevna.« Meðan StlF-dreing- irnir vóru niðri, fingu teir nógva umtalu í bæði blødum og nærvarpi — ikki minst tí fólk har niðri á leiðini kendust við venjaran framman- undan. >Tann eina dagin, vit vóru farnir ein túr út í skógina til gongu, vórðu vit steðgaðir av ngkrum á einum golfvølli,id kendu okkum aftur frá onkrum bladi,« sigur Tonni Kjær. >Og alla- staðni var måttøkan sera góð, so alt í alt var ferðin ófgra góð og væleydn- að.< Heiðraðir við sam- komu á Strondum Ein lítil vika er síðani dreingirnir saman við venjaranum komu aftur til Føroya, og teir vóru ikki meira enn komnir inn á Strendur, tá skipað varð fyri stórari sam- komu fyri teimum í bygdahúsinum á Strond- um, har borðreitt varð fyri teimum við døgurda, samstundis sum rødur vórðu hildnar og sangir sungnir. Dreingirnir vórðu eis- ini heiðraðir við einum stórum steypi og nøkrum medaljum aftrat. Ein slík ferð er sjálv- sagt ikki ókeypis, og samlaðu útreiðslurnar munnu liggja um einar 32.000 krónur. Ein stórur stuðul, so ferðin kundi gerast veruleiki, var Stuðlafelagið hjá StIF, ið skipaði fyri einum basari í heyst, ið gav 18.000 krónur. Undangongumenn har eru m.a. Henry Jarnskor og Hilmar Danielsen, ið eisini vóru við á sam- komuni. Sponsorur hjá StiF er annars Føroya Spari- hj. Dómara- Skeið í Madrid Herfyri varð nevnt í Sosialinum, at føroyski FIFA-démarin Nemus Napoleon Djurhuus skal á eitt skeið í Madrid fyri FIFA-dómarar. Talan er ikki bert um eitt vanligt dómaraskeið, men silist nú á lagnum, at tað er við atliu ul EM- og HM-endaspølini i åvikavist Svøriki i år og verdur hildid, eins og vid atliti til Europa Cup- kappingarnar Við ødrum orðum er ikki óhugsandi, at onkrar stórri uppgávur eru fyri framman hjá føroyskari døming, tí dómararnir, ið hava fingið innbjóðing ul skeiðið, eru ikki nógv einir 20 í tali. hj. Wales kemur ikki Ein landsdystur, ið ætlandi skuldi spælast millum Danmark og Wales, er avlýstur, eftir at walisarar hava gjørt kunnugt, at teir ikki kunnu ganga figgjarligu krøvum dana á møt i sambandi við dystin. Dysturin kom í lag eftur HM-lutakasu i New York, og skuldi spælast i stadin fyri ein dyst millum Dan- mark og Irland, sum ju komu i sama HM-bólk. Kanska eitt sindur 6- heppið, at hesin dystur varð av ongum, tí hann kundi givið eitt nú før- oyska . landsliðsvenjar- anum ein lítlan >njósning- ar«-møguleika. Wales er nevniliga i sama HM- bólki sum Føroyar. hj. Jens Erik til HB Í síðstuni hevur ljóðað, at Jens Erik Rasmussen úr Miðvági, sum í fjør spældi við MB og íslendska fel- agnum Fylkir, í komandi kappingarári skal spæla við HB, nú hann koruni er í skúla í Havn og heim- staðarfelagið MB er í 2. deild. hi }-