Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Le eee Nr. 5 — 9. januar 1992 Rúsdrekka- og Narkotikaráðið mælir til: Friari rusdrekkal6g Núverandi rúsdrekkalóg er émøgulig at umsita hjá myndugleik- unum. Lóggávan eigur at verða broytt, soleiðis at rúsdrekka bæði kann keypast og bryggjst í Fóroyum. Eisini eigur einkarsøla | at setast á stovn í hvørjari sýslu. Eisini eigur loyvi at verða givið til rúdsdrekkaútskeinking. Hetta sigur Rúsdrekka- og Narkotika- ráðið í einum áliti tað hevur latið gera í sambandi við ætlanina at broyta núverandi rúsdrekkalóg. Ráðið mælir eisini til, at ald- ursmark fyri at keypa rúsdrekka eigur at vera 18 ár. Hetta eru nakrar av niðurstóðunum, sum Ráðið hevur gjørt. Í nidurstøduni stendur annars: Vísast skal fyrst á, at hetta álit bert snýr seg um rúsdrekkapolitikk og ikki um politikk viðvíkj- andi eðrum rúsandi ella narkotiskum evni. Vísandi til hjálagda til- far, har rúsdrekkapoli- tikkur verður sæddur frá ymiskum síðum, av teim ymisku ráðslimunum, um- boðandi hvenn sín tátt í tí almenna samfelagslivin- um og av umboðum fyri ymsar felagsskapir, á- sannar ráðið, at ein virkin rúsdrekkapolitikkur eigur at vera fleirtáttaður, men lagast til, so hann er tíðar- hóskandi. Við seguligum atliti kann ein siga, at tað altíð hevur verið áhugi fyri rús- drekkapolitikki í breiðari merking. Vísast kann t.d. á lóggávuna um, hvussu rúsdrekka skal keypast og seljast, og til ymisk felog og rerslur, sum bæði áður og nú, eru virkin, bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Eisini skal verða víst á, at bæði gjøgnum tey al- mennu viðgerðartilboðini og gjøgnum tey serligu viðgerðartilboðini, sum komin eru afturat tey seinnu árini, hevur verið rikin ein rúsdrekkapoli- tikkur. Ráðið ásannar eisini, at í einum virknum rús- drekkapolitikki verður mett sum klókast, ikki uppá forhond, at sleppa nekrum meguleika upp á fjall. Við hesum verður norðurlendsk siðvenja hesum viðvíkjandi fylgd, tó burtursæð frá Dan- mark, sum hevur slept hugsanini um at tálma sjálvari seluni. Hini norðanlondini leggja tó framvegis dent á júst hendan táttin í rúsdrekka- politikkinum. Málið hevur verið frammi, m.a. í kjak- inum um Vviðurskiftini millum norðanlond og EF. Rúsdrekkapolitikkur kann sjálvandi býtast upp á ymiskan hátt. Fyri- brigdið rúsdrekka kann t.d. síggjast út frá einari útboðssíðu (hvussu at- gongdin er til rúsdrekka, hvussu dýrt tað er) og frá einari eftirspurningssíðu (hvussu eftirspurningurin er, hvussu nýtslumynstr- ið er, hvussu misbrúks- mynstrið er). Asannandi eitt ávíst samband millum hesi fyri- brigdi, heldur ráðið, at ein fleirtáttaður rúsdrekka- politikkur í hvussu so er eigur at umfata fýra oki: 1. Lóggávu um, hvussu rúsdrekka kann seljast, keypast og nýtast. 2. Einum virknum prís- politikki. 3. Fyribyrgjandi og upp- lýsandi tiltøkum. 4. Viðgerð, eftirviðgerð og umsorgan. Samlað um hesar tættir kann ein siga viðvíkjandi 1 og 2 at flestu vísinda- menn halda, at samanlagt er eitt ávíst samband millum tað samlaða for- brúkið í einum landi, og teir samlaðu trupulleikar- nar. Millum annað tí hevur WHO sett sum mál, at tálma og fáa minkað forbrúkið sum heild. Ráðið metir, at forbrúk- ið í ein ávísan mun hevur verið tálmað við núver- andi rúsdrekkalóg, tó hev- ur ein »kassamentalitet- ur« útviklað seg og lógin hevur vist seg at vera ómegulig at umsita hjá myndugleikunum. Við í tilmælinum eru tí eisini uppskot um broytingar av núverandi skipan. Viðvíkjandi 1. Lóggáva um hvussu rús- drekka kann seljast, keyp- ast og nýtast. Ráðið hevur ta prinsipi- ellu steðu, at frægast hevði verið, at broytt lóggávuna, til at verið meira álík lóggávuni í Ís- landi elia Noregi. Tað er eisini ráðsins prinsipiella steða, at heilsulig sjónar- mið eiga at vera steði undir lógini um 'rús- drekkaselu og -nýtslu. Mett verður tískil, at ávís »vanliggering« eigur at fara fram soleiðis, at rúsdrekka kann keypast og bryggjast í Føroyum. Hinvegin — fyri at tálma ovurnýtslu og mis- brúki — eigur hendan »vanliggering« tó ikki at fara longur, enn at rús- drekka framvegis skal seljast á serligan hátt — í einkarselu, við selubúð í hverjari sýslu. Tað er av- gerandi at talið av selu- búðum verður avmarkað til tess at tálma forbrúk- inum. Eitt avmarkað tal av loyvum eiga at verða givin til rúsdrekkaút- skeinking (til at drekka á staðnum). Skeinkingar- steðini eiga at verða á ein- um slíkum steði, at tey kunnu javnmetast við góðar matstovur. Einfaldar reglur skulu gera tað meguligt hjá myndugleikunum at halda eyga við, at lógin verður hildin. Endamálið hjá Einkar- seluni eigur ikki bert at vera sela av rúsdrekka, men eisini at verja al- mannaheilsuna ímóti rús- drekkaskaðum. Tí eigur ikki at verða loyvt at lýsa (reklamera) við rúsdrekka, men hinvegin eigur Einkarselan at taka lut í upplýsandi tiltøkum um rúsdrekka og vandar við rúsdrekka. Eisini eigur at verða við í reglugerðini fyri Einkarseluna, at ein partur av vinninginum fer til upplýsing, fyribyrging og viðgerð. Ráðið mælir ikki til per- sónbundna skamtan, og skal gera vart við, at með- an tað ber til at skipa fyri skamtan innan einkarsøl- una, er tað neyvan gjerligt á skeinkingarstødum. Ráðið heldur at aldurs- markið at keypa rús- drekka eigur at vera 18 ár, t.v.s. tá fólk gerast mynd- ug. AIU ELG REE ? i I Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum hava sitið August G. Vang, Pål Weihe, Johnny Winther Holbech, Gunna Í homsen, Uni Vestureid, Olaus Jespersen, Torbjørn Mikkelsen og Lars Holst Dyrari brennivin! Prispolitikkur eigur at verða brúktur tilvitandi í roydnunum at minka um rúsdrekkamisnýtsluna. Avgjóld og vinningur eiga at verða brúkt sum stýringsamboð í rúsdrekkapolitikkinum heldur Rúsdrekka- og Narkotikuráðið. Um at brúka virknan príspolitik í sambandi við broytingar í rúsdrekkalógini sigur Ráðið m.a.: Viðvíkjandi 2. 2. Ein virkin príspolitikk- ur. Flestu granskarar á- sanna, at príslegan er rættuliga avgerandi fyri nýtslumongdina, og hevur eisini eina ávísa ávirkan á r fm PA ' misnýtsluna. Ráðið metir tí, at ein príspolitikkur eigur at verða brúktur til- vitandi. Hetta skal skilj- ast á tann hátt, at avgjeld og vinningur eiga at verða brúkt sum stýringsamboð í rúsdrekkapolitikkinum. Í sambandi við rús- drekkaselu her á landi, eigur tað tí at verða gjerd ein skipan, har Einkarsel- an — saman við landsstýr- inum — eftir tilmæli frá Rúsdrekka- og narkotika- ráðnum — tillagar prísin, so forbrúkið sum heild verður tálmað, tá ið hetta vísir seg neyðugt. Hendan tálming er í tráð við tað áðurnevnda heilsuliga aðalsjónarmiðið um rús- drekkaseluna.