hósdagur 9. januar 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Viðvíkjandi 3.
3. Fyribyrgjandi og upp-
lýsandi tiltek
i€Sin tattur igur at
verða styrktur, men hetta
er tann minst ítekiligi
Rúm eigur tí eisini at vera
fyri ymiskum royndum.
Foreldrunum eigur at
verða givin hollur kunn-
leiki at bera víðari til upp-
vaksandi ættarliðið. Til-
tek hesum viðvíkjandi
eiga at verða stuðlað, eitt
nú igjøgnum Hjálpar-
grunnin móti Rúsdrekka-
misnýtslu og igjøgnum
Rúsdrekka- og Narkotika-
ráðið.
Í skúlunum er eftir nú-
verandi skipan, í ellum
fólkaskúlaflokkunum av-
sett avmarkað tímatal til
upplýsing um heilsulæru,
nering og misnýtslu. Her
er lógarkarmurin í lagi,
men tað skilst, at tað er
ON
A
batt
VAFKOIIK
rusdreKKarav gevl, Sum
tað verður ein fastur
undirvísingarliður í skúl-
anum, helst í 7. flokki, har
næmingarnir, sambært
flestu granskarar, eru
rettum aldri til hesa frá-
læru.
Til at gera hesa upplýs-
ing meira ítekiliga, heldur
ráðið, at tað verður brúk
fyri einum pedagogiskum
rúsdrekkaráðgeva, knýtt-
ur at rúsdrekkaráðnum,
við arbeiðsumráði m.a.
innan skúlan.
Umframt ungdómin eig-
ur upplýsingararbeiðið at
venda sær ímóti eðrum
málbólkum. Eitt nú hevur
granskingin víst á, at
børn hjá kvinnum, sum
drekka meðan tær eru við
barn, kunnu verða skadd
arad0io UDD al sSertur VEF
ll.
- .
*iðindahlaðið
1011 IUGVIGUR
Setið pedagogiskan
rúsdrekkaráðueva
yribyrgjandi og upplýsandi arbeiðinum í
ina nýggja rúsdrekkalóg
Málbólkar
seg at kunna åvirkast
iv alkoholi
visa I
við upplýsing. og hevði
tað tí verið rímuligt at
fyri serligum upp
fyri
við
skipa
lýsingarvirksemi
kvinnum,
barn.
Grundað á hjálagda til-
far verður víst á eitt
blandingsmisbrúk, har
serliga el verður blandað
saman við tablettum.
Hetta er ringt at tálma, tí
ein partur av heilivágun-
um, ið brúktur verður,
fæst í hondkeyp, t.d. ta-
blettir fyri sjóverk, erilsi
og vaml. Ein partur av
sum eru
hesum tablettum eru
doyvandi og verða tí
brúktar afturvið rús-
drekka. Umhugsað eigur
at verða, at hesin heilivág-
ur bert verður útflýggjað-
ur við resept.
Bruk fyri herbergi í
Havn fyri illakomnar
rusdrekkamisnytarar
Rúsdrekka- og Narkotikaráðið ger nógv burtur úr spurning-
inum viðgerð, eftirviðgerð og umsorgan, tá tað snýr seg um
framtíðar rúsdrekkapolitikkin í Føroyum. Ráðið metir tað
m.a. vera rættast at samla alla avrúsing - sum ikki kann fara
fram heima við hús - á sjúkrahúsi.
Ráðið metir, at tað í Havn er brúk fyri einum herbergi
fyri illakomnar rúsdrekkamisnýtarar, sjálvt um teir ikki
kunnu røkkast viðgerðarliga. Hetta herberg eigur at hava
eini 5-10 seingjaplass og eigur bert at vera opið á kvøldi og
um náttina. Ráðið sigur um umrøddu spurningar m.a.:
Viðvíkjandi 4.
4. Viðgerð, eftirviðgerð og
umsorgan.
Viðgerðarúrslitini vid-
víkjandi rúsdrekkamis-
nýtslu eru avmarkað.
Kanningar flestu staðir
vísa, at úrslitið í meðal er
tað sama fyri ymsar við-
gerðarhættir.
Við fleiri viðgerðar-
meguleikum er at vænta,
at rúsdrekkamisnýtarar-
nir koma í viðgerð tidliga í
misbrúksskeiðnum, tí við-
gerðartilboð er, sum hósk-
ar tí einstaka væl. Tó eru
vansar við fleirtáttaðum
viðgerðum, nevniliga at
tey ymisku viðgerðarsteð-
ini ikki vita av hverjum
eðrum. Persónar fara
ímillum í viðgerðarskipan-
unum upp í saman, til
bága fyri seg sjálvan og
onnur, ið lata seg viðgera
við álvara.
Vanligt er at býta við-
gerð fyri rúsdrekkamis-
nýtslu í tríggjar tættir: 1)
tann sonevnda avrúsing-
in, 2) sjálv viðgerðin sum
skal tálma misbrúkinum í
framtíðini og 3) síðani ein
ella onnur eftirviðgerð.
Í Feroyum hevur í
mong ár verið meguligt at
sekja viðgerð hjá komm-
unulæknum. Seinnu árini
hevur eisini verið megu-
leiki at fingið framhald-
andi viðgerð hjá heima-
sjúkrasystir. Møguligt er
at lata seg innleggja á
sjúkrahúsini t.d. á medi-
sinsku deildirnar, og tey
seinastu 20—25 árini eis-
ini á psykiatrisku deild.
Tey seinnu árini hava onn-
ur privat tiltøk verið, t.d.
Blåkrossstovan, Blá-
krossheimið og Heilbrigd-
ið. hetta virksemið hevur
lutvíst verið goldið av tí
almenna. Samtakið AA
(Alcoholics Anonymous)
hevur virkað sum eitt slag
av eftirviðgerð.
Til viðgerðarvirksemið
væntar ráðið somu fíggj-
arligu karmar, sum í dag,
tó meguliga víðkaðir av,
at vinningur frá Einkar-
seluni eisini verður nýttur
til viðgerð.
Meginparturin av av-
rúsingini fer fram undir
innlegging á sjúkrahús-
um, á Blákrossheiminum
ella á Heilbrigdi, men ein
partur fer fram ambulant
hjá kommunulæknunum.
Ráðið er av tí áskoðan,
at rúsdrekkaviðgerð fyri
ein stóran part eigur at
fara fram ambulant. Ráðið
heldur, at avrúsingarpart-
urin og viðgerðarparturin
eru tvey serstek fyri-
brigdi.
Ráðið metir, at tað er
mest forsvarligt, heilsu-
liga sæð, og eisini fíggjar-
liga at samla avrúsingina
— sum ikki kann fara
fram heima við hús — á
einum staði, og tað eigur
prinsipielt at vera á
sjúkrahúsunum. Ráðið
hugsar sær, at tað kann
fara fram á psykiatrisku
deild á Landssjúkrahús-
inum umframt meguliga á
Suðuroyar Sjúkrahúsi og
Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Avrúsingin, soleiðis
sum hon vanliga fer fram,
umfatar fyrst og fremst
observatión, men ofta
eisini viðgerð við heilivági
og fer hon tí best fram á
einum sjúkrahúsi. Slíkar
avrúsingar taka kanska
eina til tvær vikur; men er
tað blandingsmisbrúk
uppii, kann tað taka longri
tíð, kanska ein mánað.
Sjálv viðgerðin, aftan á
avrúsingina, kann vera av
psykiatriskum, psykolog-
iskum ella pedagogiskum
slag. Ráðið metir, at tá
avrúsingin er liðug, eigur
avrúsingarstaðið at hava
eina álvarsliga samreðu
við sjúklingin um veruliga
viðgerð fyri misnýtslu, og
tá ber so til at velja tað
viðgerðarstað og tann við-
gerðarhátt, sum er best
fyri viðkomandi.
Legreglan hevur ofta
trupulleikar av rúsdrekka-
eitraðum fólki, tí teir hava
ikki meguleika fyri hollari
observatión. Ráðið heldur,
at í sambandi við tað
avrúsingarskipan, sum
nevnd er omanfyri, er
gjørligt, í hvussu so er í
Havnini, at knýta hana
saman við observatión av
rúsdrekkaávirkaðum
fólki, sum sita í kliva hjá
løgregluni.
Rådid er av teirri å-
skodan, at verandi stovn-
ar fyri rúsdrekkamisnýt-
arar skulu nýta sína orku
til tað slag av viðgerð,
sum er serligt fyri stovnin
og ikki til avrúsing.
Á avrúsingarstaði er
tervur á rættuligari vakt-
arskipan, men valla á við-
gerðarsteðum. Ein part av
spardu útreiðslunum til
vaktarskipan kundi við-
gerðarstaðið nýtt til veru-
liga viðgerð/eftirviðgerð
um dagin.
Ráðið metir, at ongin
viðgerðarháttur eigur at
vera óroyndur. Tann
ambulanti viðgerðarhátt-
urin er lítið royndur her á
landi, sjálvt um hann
verður nógv brúktur aðra-
staðni. Ráðið metir, at tað
eiga at verða gjerdar
royndir við 1sdrekk a-
ambulatoriun
Ráðið ma
Nr. 5 — 9. januar 1992
roynd, verður rúsdrekka-
ambulatorium sett á
stovn í megingkinum.
Ambulatoriið kundi virk-
að ávísar dagar í Havn og
ávísar dagar t.d. Runavík.
Við rationalisering fyri
eyga verður eisini hugsað
um at knýtt eitt tílíkt
ambulatorium saman við
t.d. ekispsykiatri, har ar-
beiðshátturin er av sama
slagi.
Við hesum royndarvirk-
semi kundi fingist nærri
greiði á rettum arbeiðs-
lagi, starvsfólkatervi
v.m., soleiðis at onnur
ambulatorii av sama slagi
kunnu verða sett á stovn
aðrastaðni í landinum.
Blákrossstovan virkar í
dag sum eitt slag av
ambulatorium, og hevur
ráðið eingi broytingarupp-
skot hesum viðvíkjandi.
Ein annar táttur í eftir-
viðgerðini eru eftirvið-
gerðarheimini. Tey virka í
dag sum eitt vart um-
hvervi og mett verður, at
eisini í framtíðini er terv-
ur á teimum, til tess at fáa
rúsdrekkamisnýtararnar
út aftur í samfelagið. Tað
skal viðmerkjast, at her er
ikki talan um varandi bú-
stað, men um ein bústað
við stuðli og uppsýni í eitt
avmarkað tíðarskeið.
Ráðið metir, at tað í
hvussu so er í Havnini er
brúk fyri einum herbergi
fyri illakomnar rúsdrekka-
misnýtarar, sjálvt um teir
ikki kunnu rekkast við-
gerðarliga. Eitt tílíkt her-
berg eigur at hava eini
5—10 seingjaplåss og eig-
ur bert at vera opið á
kveldi og um náttina — á
kveldi sum hitastova og
um náttina sum sovistað.