fríggjadagur 10. januar 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 6 — 10. januar 1992
Bilprisurin er ikki >.
avgerandi fyri
lryggingargjaldið
Eftir gomlu skipanini var nýprísurin á bilum avgerandi fyri tryggingargjaldi. Hetta
er fullkomuliga broytt: tryggingin spyr, nú hvørji bilmerki hava roynst henni dýrast.
Men hetta verður als ikki sagt í faldaranum, ið tryggingin hevur
Fleiri hava undrast á, at
biltryggingargjald teirra er
broytt eftir at nýggja
tryggingarskipanin er
komin í gildi. Í blaðnum í
gjár vístu vit til ein lesara-
brævsrivara, ið hevði fing-
ið sítt tryggingargjald
hækkað við 16 prosentum,
og til Eskild Hansen í
Klaksvík, hvors trygginga-
gjald var hækkað við 65
prosentum.
Ikki nývirðið
Gamla tryggingaskipanin
bygdi á, at tað var eitt
samsvar millum nývirðið á
bilinum og tryggingar-
gjaldið. Við ørðum orðum:
ein bilur, ið var dýrur at
keypa, var eisini dýrur at
tryggja.
Nýggja tryggingarskip-
anin er fullkomuliga broytt
í mun til hetta. Tryggingin
hevur kannað, hvørii
bilmerki hava verið dýrast
fyri hana, t.v.s. hverjum
bilmerkjum flestar út-
reiðslur hava staðist av;
tað er fyrst og fremst út frá
hesum, at flokkingin av
bilum og gjøldum er gjørd.
Eisini verður roknað við,
at eitt ávíst samsvar er
millum bilmerki og hvussu
bilførarar fara um bilin.
T.d. verður roknað við, at
ein Volvo-eigari hjúklar
meira um sín dýra bil og
ansar betri eftir, at hann
ikki fær skaða enn t.d. ein
Mazda-eigari.
Umvælingar-
útreiðslur
eru nú í fokus
Tað vil siga, at bilmerki, ið
ofta fáa skaða, ið skulu
keypa eykalutirnar fyri
nógvan pening, og sum
hava dýr tænastuverkstød,
gjalda nógv í trygging.
Flokkingin hevur minni
við støddina á bilinum at
gera, sum sagt verður í
faldaranum. Við hesi skip-
an kemur tryggingin at
tykta tey bilmerki, ið eru
dýr at umvæla.
Hendan grundleggjandi
broytingin verður als ikki
nevnd i faldaranum, sum
tryggingin sendi út herfyri.
Hvat er virðið?
Eskild Hansen í Klaksvík
fýltist eisini á, at hann ikki
kundi fáa at vita frá
tryggingini, hvussu nógv
fekst fyri bilin, um hann
gjórt!
varð vrak. Tað stendur
einki um ella í hvussu er
sera Ógreitt umrøtt í fald-
aranum. Fyrispurningur til
tryggingina hevur heldur
ikki hjálpt.
Vit hava fingið upp-
spurt, at verður bilurin
vrak, so ringir tryggingin
til fyritøkuna, ið selur
slíkar bilar, og spyr, hvat |
marknaðarprísurin hevði
verið fyri ein bil av tí og tí
merkinum og sum er so og
so gamal!
Perestrojka!
- Tad er sostatt ikki longur
ein monopolfyritgka, ið
ásetur tryggingarvirðið á
bilinum, mentann reini og
skærur marknaðarbúskap-
ur, leggur tryggingakeldan
aftrat við perestrojka-rgdd.
Á tryggingini undrast
tey á, at uggingargjaldið
hjá Eskild Hansen er farið
so langt upp. Ein møgu-
leiki kann vera, at trygg-
ingarmadurin í Klaksvík
hevur mett virðið ov lágt,
tá hann setti tað til 100.000
krónur.
- Hevur bilurin verið
settur ov lágt í virði, so
hevur hann verið undir-
tryggjaður. So er tað klárt,
at tryggingin rýkur upp, tá
vit nú plasera hann, har
hann hoyrir heima, er
útleggingin.
So mikið er greitt: fleiri
milliónir høvdu restað i,
um so var,
tryggingagjøldini ikki
vórðu hækkað síðsta heyst.
Samtalt verður roknað við,
at einar tiggju, tólv milli-
ónir høvdu restad í.
Flokkingin er bert galdandi
hetta årid og skal so endur-
skodast, og tå verdur rokn-
ad við, at umvælingarút-
reidslurnar v.m. fyri hvørt
merki sær, verða javnað
meir millum merkini.
So mikið er eisini greitt
tey, ið eiga bil, ið hevur
verið bíligur at keypa, men
sum er dýrur at væla um
sambært nýggju útrokn
Ingini, verða tey, ið koma
at bera størsta kostnaðin í
SKIÍUSLØmMI. ówh
at gomlu |
Teir bygdu Skálafjall:
Verða nú
skuldsettir
Tysdagin tók fútin avgerð
um, at triggir persónar
skulu verda skuldsettir i
sambandi vid bygginga av
trolaranum Skålafjalli.
Teir triggir skuldsettu
eru Jørgin Bech, stjóri í
partafelagnum, ið lat
Skálafjall byggja, Magnus
Petersen, løgfrødiligur
ráðgevi hjá partafelagnum
og Oli Zachariasen, stjóri í
Pf. Skála Skipasmiðju í
tíðini, skipið stóð í bygg-
Ing
Hesir eru allir skuldsett-
ir fyri svik í sambandi við
byggingina.
Sambært skuldsetingini
er svik framt mótvegis
Føroya Landsstýri og Dan-
marks Skibskreditfond við
tað at partafelagnum hevur
vantað eginpening.
Somuleiðis eru eisini
onnur viðurskifti løgd sum
grund fyri skuldsetingini.
Nokta seg sekar
Sambært fútanum, Mo-
gens Nepper-Christensen,
nokta teir skuldsettu seg
sekar.
»Kanningin av málinum
heldur fram, og tá hon er
av, verður stóða tíkin til,
um grundarlag er fyri at
seta fram ákæru í mál-
inum,« sigur fútin í tíð-
indaskrivi.
Futin sigur eisini, at ikki
fleiri upplysingar verda
latnar almenninginum,
dan hesar kanningar
tara Iram.
Skålafjall vard bygdur
1986-87, og sum Sosialur
fyri svik
in skilir, hevur nevndin i
Pf. Skåla Skipasmidju
verið hildin uttanfyri tað,
fútin hevur sett skuldset-
ing fram um, skal vera far-
ið fram millum teir báðar
omanfyri nevndu stjórarn-
ar og løgfrødiliga rådgev-
an.
Skal skifta navn
Herfyri keyptu Bacalao
í Havn og Tórshavnar Bý-
saman vid ødrum
Skålafjall å tvingsilssølu.
Sidani hevur nyggja
reiðaríið biðið ymsar
skipasmiðjur í Føroyum
og niðri um at umbyggja
skipið fyri einar 5-7 mill-
íónir, og skal trolarin nú
umbyggjast á einari skipa-
smiðju í Skagen.
Men hvussu við Skála-
fjalli, skal skipið ikki skifta
navn, nú tað hevur fingið
mx
rað
nýggjar eigarar, og ikki
Kann sigast at hava serligt
tilknýti til navnið Skála-
fjall meira?
>Jú, vit fara nokk at
skifta navn á skipinum,
men hvat nýggja verður,
er ikki avgjørt, og enn
stendur so Skálafjall á
síðuni á honum,< sigur ein
av teimum, sum í dag hava
tætt tilknyu til skipið.
>Og visti eg, hvat navn
skipið fekk, hevði eg ikki
sagt tað nú. Men tað er
ikki eftir skuldsetingarnar,
ið nú eru settar fram mó
byggjarunum, at vit hava
avgjørt at skifta navn á
skipinum. Tað var avgjørt
ådrenn.« hj.