fríggjadagur 10. januar 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
SS Sosialurin |
Nr. 6 — 10. januar 1992
Bussur fór útav
við Landsfjosid
Eini 25-30 fólk fingu rættiligan skelk, tá tey seinnapartin fríggja-
dagin í einum bussi hjá Bygdaleiðum fóru útay vegnum sunnan
fyri Landsfjósið í kavaroki og nógvum vindi. Eingin fekk skaða
av óhappinum, men nýggjur bussur mátti tilkallast
Seinnapartin fríggjadagin
fingu tey 25-30 fólkini,
sum vóru við bussinum
hjá Bygdaleiðum, 18 røkti
Leið 400 — millum Havn-
ina og Leirvík. Tá hendi
nevniliga tað, at bussurin
koyrdi útav sunnanfyri
Landsfjósið í Kollafirði
Tað var av alla
líkindum at koyra, tá buss-
urin for ulåv
rringastu
Misti tamarhaldið
Tå farid vard år Havnini
nakað eftir kl. 15, vóru
ikki ábendingar um, at
veðrið var so øgiliga ringt,
men tá bussurin var komin
suðurum Kollafjørð, kom
eitt sera grovt kavaæl,
samstundis sum vindurin
var nógvur og vegurin hál-
ur
Mitt í øllum hesum
misti bussførarin tamar-
haldið á bussinum, 15 end-
aði útav. Tó var stødan
ikki verri enn so, at bert
tvey av hjólunum fóru
útav, og bussurin fór ong-
antíð ordiliga á liðina.
Fólk, ið var við buss-
inum, upplýsir fyri Sosial-
inum, at tað tóktist, sum
um bussførarin heilt
einfalt ikki sá vegin, og tí
meira ella minni ikki
kundi sleppa undan at fara
útav, um hann ikki
steðgaði.
Hon var við í bussinum fríggjadagin:
Eingin Segði
okkum nakað
>Vóru vit ikki farin til gongu frá bussinum og
vóru vit ikki blivin so væl móttikin í Landsfjós-
inum, veit eg ikki hvussu lagið heyði verið mill-
um okkum, ið vóru við bussinum , ti hvørki buss-
fórari ella nakar annar segði okkum nakað.<
>Tá vit fóru úr Havnini
nakað eftir kl. 15, tóktist
veðrið ikki vera so ringt,
og eg sat eitt sindur aftar-
laga i bussinum og svav,
tá óhappið hendi,« greiðir
ein ung kvinna frá. Hon
var í bussinum á veg úr
Havnini ul Leirvikar, har
hon skuldi nåa Ternuna
fyri at Sleppa í
Norðoyggjar.
Veðrið var tó rætuliga
ringt, men tað fann unga
kvinnan ikki útav, fyrrenn
bussurin var farin útav og
stóð stillur, og øll ferða-
fólkini vóru farin út.
»Sum vera man,
vaknaði eg, tá bussurin fór
útav, men helt ikki beinan-
vegin, at nakað serligt var
á vási, tí eingin segði
nakað,< sigur hon. >Men
hurðarnar á bussinum
vórðu latnar upp, og tá ein
løta var gingin, fóru vit øll
ferðafólk fyri og annað Sera góða móttsku
út úr bussinum, eitt
eftir.
Fingu einki at vita
Tað, tann unga kvinnan
eisini fýlist á, er at ferða-
fólkini ongantíð vórðu
kunnað um nakað.
>Meðan alt hetta hendi,
fingu vit ikki nakað sum
helst at vita, og hvorki
bussførarin ella nakar ann-
ar segði okkum, hví vit
vóru farin útav, hvat nú
fór at henda ella nakað
sum helst. Men úti var
bítandi kalt, og tað grova
ælið helt fram, so vit fóru
bara til gongu móti Lands-
fjósinum, allur riðilin.<
Meðan ferðafólkini vóru
á veg móti Landsfjósinum,
fóru bilar framvið teimum,
uttan so mikið sum at
steðga á.
Komin í Landsfjósið,
vórðu ferðafólkini sera
væl móttikin, og
beinanvegin fóru tey undir
at gera teimum kaffi,
samstundis sum ringt varð
eftir einum gðrum bussi at
koma eftir ferðafólkunum.
Bíðaðu tit leingi?
>Nei, tað gekk ikki long
tíð, so var hin bussurin
longu har eftir okkum og
flutti okkum víðari vegin
fram. Vit høvdu tå ikki
bidad so leingi inni i
Landsfjósinum, at kaffi
hevði fingið tíð at renna
niður.<
Hóast nýggi bussurin, ið
kom fyri hin, flutti ferða-
fólkini vegin fram, vórðu
øll ferðafólkini so mikið
nógv seinkað, at tey ikki
øll náddu tey sambond tey
skuldu náa fyri at koma
Men hann steðgaði ikki,
og í grova ælinum misti
hann av einari ella aðrari
grund so mikið tamarhald-
víðari. Soleiðis mátti unga
kvinnan og fleiri við henni
bíða til Ternan sigldi
næstu ferð fyri at sleppa
um Leirviksfjørd.
Var nakrantid panikkur
i, medan alt før fram?
>Tað kom ongantíð
panikkur í, og hóast vit
máttu út í tað ringa veðrið
at ganga í øllum
kuldanum, tóku øll tað
rímiliga róligt.<
Koyrt í bussi síðani
»Sjålv havi eg heldur
ikki kent meg nakað
serligt ávirkaða av hesum
tilburðinum, og síðani
fríggjadagin hetta hendi,
havi eg koyrt í bussi, so
tað hevur einki havt uppá
seg soleiðis. Men tað er
bara ov vánaligt, at eingin
sigur nakað, og at
ferðafólkini sjálv mugu
finna útav, hvussu tey
klára seg frægast,< sigur
unga kvinnan við Sosialin.
>Vóru vit ikki farin til
gongu og vóru vit ikki
blivin so væl móttikin í
Landsfjósinum, veit eg
ikki, hvussu hýtrurin hevði
verið.
hj.
ið á bussinum, at hesin fór
útav.
Eingin fekk skaða
Hóast tað kundi staðist
rættiliga álvarsiigt óhapp
av, at ein bussur við 25-30
fólkum uppii fór útav, so
var eydnan við teimum
ferðandi hesaferð, tí ikki
eitt av ferðafólkunum fekk
nakran skaða.
Sum skilst fekk bussurin
heldur ikki stórvegis
skaða, hóast ein annar
bussur varð tilkallaður at
koma eftir ferðafólkunum
og flyta tey víðari..
Fær ongar fylgjur
Hóast næstan ein vika er
farin, síðani hesin tilburð-
ur fór fram, hevur einki
verið frammi um hann
nakrastaðni áður, og skilist
á avvarandi myndugleik-
um, at eingin frágreiðing
er givin ella fer at verða
givin frá honum, ella at
hann fær nakrar fylgjur
fyri bussføraran.
Eydnan var í hvussu er
við hesaferð, tí tá ein
bussur av hesi støddini fer
útav, og ikki eitt av ferða-
fólkunum situr íbundið,
ella fær sitið íbundið, ber
hú til at óttast fyri, at alt
kann henda, um bert eitt
lítið sindur verri vil til enn
í hesum førinum.
hj.
Tey 25-30 ferðafólkini,
ið vóru við bussinum,
sum før útay seinna-
partin fríggjadagin
sunnanfyri Landsfjósið
í Kollafirði sluppu væl,
tá hugsað verður um,
hvat kundi hent, varð
bussurin ikki verandi á
sløttum. Tilvildarlig mynd
Finnur Johansen:
Hevur hoyrt
um 0happid
Leiðarin á Samferðslu-
skrivstovuni váttar fyri
Sosialinum, at hann er
vorðin kunnaður um, at
ein av bussunum hjá
Bygdaleiðum fríggja-
dagin var fyri einum
"lítlum óhappi".
>Soleiðis sum tað er
sagt mær, er talan um
ein buss, sum í heldur
vánaligum føri var so
óheppin at enda úti í
vegjaðaranum,< sigur
samferðsluleiðarin við
Sosialin. »Men tilburð-
urin var ikki ålvarslig-
ari enn so, at bussurin
rættiliga skjótt koyrdi
aftur, og at eingin
skrivlig frágreiðing er
komin higar um tað, ið
hendi har.<
Finnur Johansen sig-
ur, at ein annar bussur,
ið kom framvið, tók
ferðafólkini upp og
koyrdi tey hagar, tey
skuldu.
Onkur hevur ringt
>Onkur hevur eisini
ringt til okkara um til-
burðin, ið helst ikki var
so álvarsligur kortini,<
sigur hann. >Og buss-
urin er aftur nú í fastari
koyring sum áðrenn.<
Spurdur um, hvussu
nógv ferðafólk vóru
við bussinum hendan
túrin, sigur Finnur
Johansen, at tað veit
hann ikki.
Sosialurin hevur ann-
ars frá fólki, ið var við,
fingið at vita, at tey
vóru millum25 og 30.
hj.