fríggjadagur 10. januar 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr..6 — 10. januar 1992
EG
>
ede
Hendan myndin er tikin mikudagin á middegi. Ein útróðrarbátur i Klakksvík fer til útróðrar. Mynd: Kalmar
Hjalti í Jákupstovu
Tað er toskin
vit Skulu verja
--Vit mæla til at friða Norðhavið út á 200 favnar og niðanfyri
hetta dýpið er ógvuliga lítið til av toski, har er ov kalt, sigur
stjórin á Fiskirannsóknarstovuni
Í Sosialinum hava fleiri
røddir verið frammi um, at
friðingin av Norðhavinum
ikki gerst effektiv, um
kanturin ikki eisini verður
friðaður heilt niður á stórt
dýpið, heilt út á einar 30
fjórðingar úr landi.
--Tað er toskurin íð skal
friðast. Og vit hava mælt
landstýrinum til at friða út
á 200 favnar. Niðanfyri
200 favnar er lítið til av
toski, av teirri orsøk, at
har er ov kalt, sigur Hjalti
í Jákupstovu.
--At friða toskin í
gýtingartíðini er tað ein-
asta vit kunnu gera. Um
vit fáa ein góðan árgang
undan, tað vit vit ikki. Tað
velst um hvgrjar umstødur
yngulin far at liva undir.
Vit kunnu so ikki gera
Skip fiska
Tey skip sum ikki eru limir í Føroya Reiðarafelag
kunnu fiska sum tey vilja. Tað eru nakrir smærri
trolarar, sum ikki eru limir í Reiðarafelagnum. Eisini
eru fleiri smærri snellubátar til fiskiskap.
Legudagarnir hjá línubátunum vóru úti á midnátt í
gjårkvøldid. Og tey skip, har reiðarin ikki er limur í
Reiðarafelagnum, tey kunnu næu fara aftur til
fiskiskap.
ustinus
annad enn at frida, sigur
Hjalti i Jákupstovu.
Klandur
--Vit eru greiðir yvir, at
tað eru ymiskar meiningar
um hvussu fiskurin gong-
ur. Og klandur millum
reiðskapin sleppa vit ikki
undan. Men prinsippið í
okkara tilmæli er, at
toskurin skal fáa frið at
gýta, sigur Hjalti í
Jákupstovu.
--Vit fara í ár at gera
eina verkætlan um hvat
árin teir ymisku
reiðskapirnir hava á
fiskastovnin. Hvussu nógv
reiðskapurin týnir, sum
ikki kemur á skipsdekk,
sigur Hjalti í Jákupstovu.
Føroya banki
Húkamennienir siga, at
friðingin á Føroya banka
ikki er nóg effektiv, ti at
IKKI r friðaður
kring bankan, so fiskurin
ikki sleppur inn?
--Vit høvdu sjálvandi
verið fegnast um , at bank-
in varð friðaður so langt
út, at einki skip slapp
nærnámindi. Men tað er
aftur stríðið millum veið-
uhættirnir og hetta er ein
politiskur spurningur. Tað
er Vaktartænastan, íð skal
ansa eftir, at trolarar ikki
gera eitt rend inná grunn-
in, sigur hann.
Poul Jacob Joensen,
fyrrverandi skipari á Ester
segði í Sosialinum miku-
dagin, at einasta rætta var
at býta Føroyagrunnin
uppí traðir. Soleiðis at
húkaveiðan var fyri seg og
trolararnir fyri seg, hvat
sigur tú til tað?
--Hetta ljóðar skilagott,
tí húkaveiða og trolveiða
kann ikki sameinast, sigur
Hjalti í Jákupstovu.
jústinus
Skipararnir á teimum stóru trolarunum eystanfyri,
Enniberg, Skálaberg og Vesturvón hava sent
landstýrinum mótmæli, har teir finnast hvassliga at,
at vágstrolarin Sverri Ólason er komin í Bar-
entshavið at royna.
Landstýrið hevur givið Sverra Ólason loyvi at
fiska 300 tons. Sverri Ólason hevur roynt í
Eystursjónum, men kvotan frá russum har er minkað
nógv, harafturim6u er hon vaksin í Barentshavinum.
Skipararnir fílast á, at tann fiskiskapur, sum
trolararnir eystanfyri hava lagt stødi undir gjøgnum
mong ár, verður máðað burtur. Kvoturnar eru
frammanundan alt ov smáar fyri teir stóru trol-
ararnar.
jústinus
Reiðarar
fundast
Í gjár klokkan 15:00 hittust limirnir í
reiðarafelagnum fyri at tosa um støduna aftaná at
teir høvdu lýst verkbann. Støda skuldi takast til um
allur langfaraflotin skal kallast heim.
Allir rækjutrolararnir sum eru til fiskiskap royna í
Eysturgrønlandi, so teir hava ikki so langa ferð
hem. Tó undantikið Høgifossur, sum roynir í
Kanada
Og so er tað teir tríggir stóru trolararnir eystanfyri
A havnalagnum í Havn var fridaligt i gjår:Fleiri
trolarar lógu við bryggju. Eitt nú Klettarnir og
Brestir. Tað sá út sum Skansatangi fór til fiskiskap á
middegi í gjár. Hann samtrolar við Columbus heima
á Sandi. Men Skansatangi hevur umvælt
høvudsmotorin og hann var úti og royndi hann.
Columbus lá framvegis á Sandi.
jústinus
BRÚÐARKOYRINGIN
VIÐ OKKARA GÓÐA,
GAMLA
AFORD
” ! 3 A!
f. wenzel petersen, tlf. 13873 |
A ——wiIWEw