Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 9 — 15. januar 1992 Ein tannlækni setast aftrat til skulabørn Hetta er i tøkum tima skulu vit hava eina rimiliga tannarøkt millum skúlanæmingar i Havn, heldur Erling Simonsen, leiðari á skúla- tannlæknastovuni Fyri tveimum árum síðani arbeiddu fimm tannlæknar á skúlatannlæknastovuni við Tórsgetu í Havn. Í dag eru tríggir, og tað er alt ov lítið, heldur Erling Simon- sen, leiðari á skúlatann- læknastovuni hjá Tórs- havnar Kommunu. Spariknívurin hjá Tórs- havnar Býráð fór í fyrra- árið við einum góðum lunsi av játtanini til tann- læknastovuna. Í 1990 vóru avsettar stívliga fýra milli- ónir og vóru hesar skornar niður í 3.270.000 krónur. Í fjør vóru bert tríggir tann- læknar eftir, og so galið var eina drúgva tíð, at bert tveir tannlæknar vóru á skúlatannlæknastovuni, tí ein hevði farðloyvi, greiðir Erling Simonsen frá. Hann er ti sera fegin um, at játtanin í ár er sett so mikið rúm, at tað ber til at seta ein tannlækna og eitt hjálparfólk aftrat, so nú vera fýra tannlæknar at taka sær av skiilabørnnum í Havn. Sekt verður eftir teimum fyrsta dagin, og roknast kann við, at tey kunnu byrja í februar ella mars. -Tað er til at liva við, sigur Erling Simonsen og hevur nú aftur vónir um at klára málsetningin,- at kanna tenninar hjá øllum næmingunum eina ferð um árið. Hetta hevur ikki verið møguligt seinastu tíðina, nú vit hava verið so hart kroyst, sigur Erling. Øl børn -Sjålvandi var best, um øll børn - frå pinkubørnum og til tey fóru úr skúlanum - kundu komið til okkara eina ferð um árið. Hetta hevði kostað meira í fyrstu syftu, men spart seinri, sigur Erling Simonsen, og leggur aftrat, at komu børnini frá heilt smáum av til tannlækna, var nógv minni at gera við tenn teirra tå tey eru stórri. tór.- Á Sandi koma eisini tey smæstu børnini til tannlæknan. Hendan skipan hevur roynst sera væl, sigur Torstein Holm, tannlækni. Mynd: Kalmar Canon = iO Still Video Camera Erling Simonsen, leidari á skúlatannlæknastovuni í Havn fegnast yvir, at tað nú ber til at seta ein tannlækna aftrat. Mynd: Kalmar Eitt heilt ótrúligt og ødrvisi fototól, grundað á hægstu framtíðar tøkni. Nýtir t.d. ikki film men disk og m.a. spennandi møguleikar ber til at sýna júst tíknar myndir í sjónvarpstólin- um. Síggið tólið hjá serfrødinginum. SMS FOTO & VIDEO Tlf. 19820 - Postsmoga 1058 - FR-110 Tórshayn