Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 15 — 23. januar 1992 Føroysk fyritóka hjálpir innflytarum við tolli: — Gjort telduskipan til trupla EF-tollin Um eina góða viku kemur nýggja tolllógin í gildi, ið ber í sær allar tær broyt- ingar, ið standast av frí- handilsavtaluni við EF. Broytingar eru sera um- fatandi og nógvar í tali, og tær grípa inn í at kalla øll viðurskifti, ið hava við toll at gera. Samstundis hava hesar broytingar við sær, at allir føroyskir innflytarar skulu gera eitt stórt pappírsarb- eiði, hverja ferð teir skulu hava vøru heim uttaneftir. Meðan teir framman- undan bert høvdu at fara á Tollstovuna við hvørjum faktura, sum tey har so arbeiddu víðari við, m.a. við at finna fram til teir ymsu tollsatsirnar, verður hetta nú eitt arbeiði, inn- flytarin sjálvur skal í holt við. 500 síður at blaða igjøgnum hverja ferð Til endamálið hevur tollvaldið sent gllum inn- flytarum yvir 500 síður um toll og tollsatsir — eitt fylt og rokað ringbind — har vørurnar eru so væl sund- urgreiddar, at ikki er hugs- ingur um at yvirkoma toll- áheitanir, uttan at tað nær- um er neyðugt at seta fleiri fólk í starv, er talan um innflytara, ið hevur stórt vøruurval. Just av hesi orsøk, at ringt er hjá fólki at yvir- > án irer Peswestt ii skoda allan tollin, sum hann verdur eftir 1. febr- uar, hevur føroyska fyri- tøkan Pf. Formula Føroyar latið gera eina nýggja telduskipan, ið ger alla av- greiðslu av tolli ul eitt spæl hjá innflytarunum. Arbeitt við skipanini í tveir mánaðir So skjótt sum nýggja fríhar lilsavtalan kom fram í fjølmiSlunum aðrastaðni, hava vit hugsað um at gera eina slíka skipan, og hesar síðstu tveir mánaðirnar hava vit > Avist arbeitt við at leggja í! rættis og gera hesa skipan, ið lættir nógv um hjá innflytarunum,< sigur Regin Joensen á Pf. Formula Føroyum Nyggja skipanin ger alt hetta arbeiði lættari á tann hátt, at innflytarin bert fyrstu ferð, hann innflytir eina vøru, skal leggja navn, nummar, uppruna- land og satsir inná telduna, Eyðvor á Váli og Regin Joensen á Pf. Formula Fóroyum hava lagað nýggju telduskipanina til EF-tollin soleiðis, at eisini momsurin kann roknast út á henni, tá hann einferð kemur Mynd: Kalmar so tekur teldan sær av tí sjálv næstu ferð, tá innflyt- arin bert skal fara inn á telduna og finna veruna fram, siga hvussu nógv hann skal hava av henni, so ger teldan alt hitt arb- eiði fyri hann. Til tvinni forrit >Tá innflytarin so er lið- ugur at gera tolláheitanina í skerminum, skal hann bert prenta hana út, so er hon klár,< sigur Regin Jo- ensen. »Uttan hesa skipan- ina noyðist innflytarin í holt við eina rúgvu av tíð- arkrevjandi skriviarbeiði.< Nýggja skipanin er til- lagað tveimum forritum, Navigator og Concorde, og kostar hon 7.500 krónur at keypa frá Pf. Formula Føroyum. >Nóg mikið er, um inn- flytarin hevur annað av hesum forritum inni á telduni, og tað hava fleiri av teimum, so fyri tey flestu merkir hetta ikki aðrar útreiðslur enn bert at keypa sjálva ta nýggju skipanina,< sigur Regin Joensen. Klárar eisini momsin »Hesar roknskaparskip- anir eru forrit, vit igjøgn- um seks ár hava mælt kundum okkara til at keypa, tí báðar eru tær sera fleksiblar og kunnu tillagast føroyskum viður- skiftum, eitt nú tá talan er um meirvirðisgjald og annað,< sigur Regin Joen- sen. >Og aftrat hesi skipanini, vit nú eru komin við, so fara vit eisini seinni at koma við øllum teimum 500 síð- unum við tollsatsunum og gllum hinum upplýsingun- um, og tá er jú alt inni á telduni, klárt at brúka — uttan øll pappírini, ið ann- ars kunnu gera lívið súrt fyri innflytararnar.« hj. Vreiður fiskimaður: Norskir verksmiðju- trolarar dustsúgva okkara landgrunn Tummas Arabo, landsstýrismaður: -Vit avgera ikki, hvørji skip norðmenn senda henda vegin - og teir avgera líka so lítið, hvørji skip vit senda í Barentshavið -Eg skilji ikki teir menn, sum herfyri gjørdu fiski- veidisåttmåla við norð- menn, at hesir nú kunnu koma til Føroya við ikki minni enn 5 risastórum verksmiðjutrolarum, sum kunnu dustsúgva fiska- stovnarnar eftir fáum døgum. Hetta sigur ein illur fiskimadur, sum ikki ynskist at verda nevndur. Hann fylist å, at okkara samrådingarmenn hava borid seg soleidis at, at norðmenn nú kunnu koma og oyða stovnarnar. -Tað er rætt, at teir bert kunnu fiska góð 1100 tons av upsa, men hvor er førur fyri at hava eftitlu við tí, tá hesir fylla lastirnar við lidugvørum spyr fiskimað- urin. Vit hava biðið Tummas Arabo, landsstýrismann um eina viðmerking til hesar atfinningarnar. Hann sigur, at norðmenn verða sjålvir at avgera, hvørji skip teir senda henda veg- in at fiska upp teirra kvot- u, júst sum vit føroyingar gera av, hvgrji skip vit senda í Barensthavið. -Fiska hesir stóru trol- ararnir kvotuna upp bein- anvegin, ja so verður einki eftir til teir garnabátar, sum annars plaga at veiða kvotuna sigur landsstýr- ismaðurin, sum heldur PEVA STAR HÅNDRENS G Fjerner olie, fedt. tjære, beg, maling o.s v fyri, at tad sjålvandi ikki er nakar trupulleiki hjå Vaktar- og Bjargingartæn- astuni at hava skil å. Eisini her eru reglurnar tær somu, sum eru galdandi fyri okkara egnu skip í teirra sjógvi. jan > s uden besvær rr" e lettere at skylle af end almindelig håndsæbe : Efterlader bløde. ikke udtørrede hænder € Drypfri konsistens der er økonomisk í brug Firvaldur P/F