mikudagur 29. januar 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 19 — 29. januar 1992 —
Limirnir í Búskaparráðnum. Sigurd Poulsen, Bjarni Olsen og Kári Petersen
av íleguverum og ráver-
um til vinnulívið er mink-
aður í botn. Hetta merkir
at vinnulívið slítur ver-
andi framleiðslutólini
(kapitalapparatið) niður,
tey minka sostatt í fram-
leiðsluorku og virði ár
undan ári. Henda loysn er
sostatt ikki nøkur varandi
loysn.
Skal javnvág fáast uppá
longri sikt, er neyðugt, at
innflutningurin av verum
til vinnulívið veksur, t.v.s.
at aðrir partar, t.d. nýtslu-
veruinnflutningurin = må
minkast. Serliga er neyð-
ugt at innflyta íleguverur,
ið kunnu tryggja at vinnu-
lívið skjótt og skilagott
kann nýta fyrimunirnar í
EF-avtaluni.
Tað er sostatt neyðugt
at minka innflutningin av
nýtsluverum sjálvt niður
um tað lága steði, hann
hevur í dag.
Leggjast skal aftrat, at
innflutningurin av nýtslu-
verum er ektur frá 1990
til 1991, meðan innflutn-
ingurin av verum til bygg-
ing og maskininnflutning-
urin ikki minkar longur,
men er komin niður á eitt
alt ov lágt steði.
Skal føroyski búskapur-
in fáast burtur úr síni nú-
verandi viðkvomu steðu,
og uttanlandsskuldin fá-
ast niður á eitt rímiligt
steði eftir 15 árum, so er
neyðugt, at landsstýrið
arbeiðir fram ímóti at fáa
eitt yvirskot á gjaldsjavn-
anum uppá 3—400 mió.
kr. árliga.
Búskaparligur
vøkstur
Føroyska vinnulivid kem-
ur i 1992 i broyttar kapp-
ingarumstødur vid at
verjutollurin hjá EF verð-
ur minkadur. Enn størri
fc H SVINNINGUR:
TEXAS RANGER
Taarnby fjallasúkkla
til hálvstór
børn ella
vaksin,
-
vid 21 gearum og
øllum hugsandi hentleikum.
JOHN W. THOMSEN 5
Box 10 - 700 Klaksvik - Tlf. 55858 & 55256
broytingar henda i 1993,
tå føroyski verjutollurin
verður avtikin og føroysk-
ar vørur skulu kappast vid
útlendskar á jøvnum feti
við føroyska marknaðin-
um.
Hesar broytingar eru so
umfatandi, at miðað eigur
at vera ímóti at nýta 1992
til tillagingar av føroysku
útflutningsvinnuni, so
teir meguleikar fyri bú-
skaparligum vekstri, sum
liggja í EF-avtaluni, verða
nýttir til fulnar.
Tað er hinvegin ikki
rådiligt at økja um bú-
skaparliga veksturin við
at økja um innlendis
nýtslu og ílegurnar, tí
tann øking í keypsorkuni,
sum hevði stavað frá hes-
um, beinanvegin hevði okt
um innflutningin og so-
statt beint fyri ætlanun-
um um at fáa yvirskot á
gjaldsjavnan.
Lítið arbeiðsloysi
Roknast má við einum
ávísum arbeiðsloysi
næstu árini. Hesum slepst
neyvan undan í royndun-
um at uppbyggja eitt løn-
andi vinnulív aftur. Tá ein
so stórur partur av vinnu-
lívinum gevur hall, og
Størri vega-, havna- og
bergholsprosjekt eru ikki
serliga vælegnað sum
arbeiðsloysisprosjekt, tí
at lónin vanliga bert er
umleið 15% av samlaða
kostnaðinum sigur Bú-
skaparráðið
vinnulívið skal igjøgnum
stórar strukturbroyting-
ar, er neyðugt, at
órentabul virki fáa loyvi
at fara á heysin. Í tíðar-
skeiðnum meðan roynt
verður at finna nýggj
rentabul arbeiðspláss til
tey, sum eru uppsegd, má
roknast við einum ávísum
arbeiðsloysi. Ein kann
royna at seta tiltek í verk
fyri at lætta um arbeiðs-
loysið, men skal hetta
eydnast, er neyðugt at
tiltekini ikki kosta mun-
andi meira enn sjálvur ar-
beiðsloysisstuðulin. T.d.
kann nevnast at sterri
vega-, havna- og berghols-
prosjekt ikki eru serliga
vælegnað sum arbeiðs-
loysisprosjekt, tí at lenin
vanliga bert er umleið 15
prosent av samlaða kostn-
aðinum av tílíkum pro-
sjektum.
Aðrar almennar
niðurstøður
Enn er ikki nóg mikið
gjert. Feroyski búskapur-
in er enn so veikur, at bert
smávegis broytingar tann
negativa vegin kunnu
seta feroyska búskapin í
eina sera torfera steðu.
Skal føroyski búskapur-
in gerast leysur av teim-
um bindingum, sum utt-
anlandsskuldin åleggur
okkum, og skal tað vera
gjørligt at fremja eina
skilagóða útbygging av
føroyska samfelagnum, er
neyðugt at minka um
keypsorkuna í privata
sektorinum, fyri at fáa
minkað um innflutningin
av nýtsluverum og -tæn-
astum.
Um keypsorkan skal
minkast við at minka út-
reiðslur landskassans ella
við at økja um inntøkur
landskassans, skal ikki
verða tikin steða til her.
Tað er eisini alneyðugt
at hyggja nærri at al-
mennu útreiðslunum, við
tí fyri eyga at nýta hesar
betur, soleiðis at tær í
sterri mun eru við til at
skapa fortreytir fyri fram-
haldandi búskaparligum
vekstri.