mikudagur 29. januar 1992síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AA—
i
+
á
Nr. 19 = 29. januar 1992
anum i sólsetrinum við
einum glasi av reyðvíni.
— Broytingin kom, tá ið
hon sat andlit til andlits
við dóttur sína við eina
ættarsamprógving. Tann
tá tjúgu ára gamla dótt-
urin segði, at hon í øllum
sínum barnaárum íkki
kundi fara og leggja seg at
sova, tí hon kendi seg so
óróliga, einsamalla og
sum átti hon ongan góðan,
tá ið mamman var úti og
drakk. Ístaðin sat hon í
vindeygakarminum í
morgunkápu og bara bíð-
aði. Tá ið hon sá mamm-
una har niðri á gongu-
breytini koma vinglandi,
fór hon og legði seg. Við-
hvert svav hon, tá ið
mamman kom inn, og við-
hvert lætst hon at sova,
fyri at mamman ikki
skuldi verða harmabund-
in. Tá skilti eg, segði
mamman, at tað fór ikki
at verða gott at sita úti á
svalanum og drekka reyð-
vín í sólsetri.
Skuldkenslurnar
— Tað er á hesi mentunar-
steðu tað eigur at vera,
greiðir Johan Liljenberg
frá, ein slíkur máttmikil
kensluviðburður skal til,
um tað skal eydnast at
broyta samleika
menniskjunnar og fáa
hana til at fáa sær ein
kunning og leita sær eitt
annað lív.
— Tá ið vit royna at fáa
sjúklingin veruliga at
síggja, hvat hann hevur
elvt til, og hvussu næstra-
fólkið hevur livað, so er
tað ikki fyri at økja um
skuldkenslurnar. Tað er
fyri at maður kensluliga
skal góðtaka sjúku sína,
og so sleppa av við skuld-
kenslurnar.
— Aftur at drekka hóv-
liga, tá ið tamarhaldið á
brennivínum er farið, ber
ikki til. Fyrr var eg iving-
arsamur, um tað bar til
aftur at læra drankarar at
drekka við nógv, men í
Amerika lærdi eg, at tað
er ómeguligt. Tað hjálpir
til at skapa eitt slag av
sinnisró at geva seg yvir
og skilja, at tú aldrin aftur
kann drekka.
Ættarbregði
Drykkjuskapur kemst av
ættarbregði og atgongd
til rúsdrekka, greiðir Jo-
han Liljenberg frá. At
leita eftir samfelagsligum
orsekum er eitt mistak.
— Mangir av sjúkling-
um mínum hava sagt frá,
hvussu teir hava roynt at
drukkið sum heilt ungir
og tað kendist ovurhonds
gott. Teir tóku beinan-
vegin ta avgerð at drekka
seg fullan so ofta, hevið
beyðst. Kanska er eisini
ein annar drykkjuskapur
til, ið byrjar á miðalaldri,
men ættarbregði tykist at
hava sterri leiklut hjá
teimum, ið byrja heilt ung
— um tú eigur mammu
ella pápa, ella bæt tvey,
ið eru rúsdrekka-misnýt-
arar, ekist. vandin fyri, at
tú verður drankari frá 10
til 40 prosent. Eru drank-
arar í fleiri ættarliðum,
verða fimti—seksti pro-
sent av dreingjunum
drankarar. Gentur frá
drankarahúskjum fara at
leita sær eftir einum
drankara at gifta seg við,
tí tá verður samljóð.
Finna tær ongan, verða
tær sjúkrasystrar. Men
ofta finna tær ein drank-
ara og tá koma bern teirra
til at hava brennivíns-
ættarbregði | báðumegin
frá. Tí verður drykkju-
skapur ein sjúka, ið hóp-
ast upp í ávísum ættum,
soleiðis, at til er nógv
ættarbregði ella eisini
eingi, forklárar Johan
Liljenberg.
— Var eg drankari og
átti son, hevði eg sagt við
hann: verð fráhaldandi, tí
tað er nógv sterri vandi
fyri, at tú verður drankari,
enn at aðrir verða tað.
Skúlin
— Eg haldi at skúlin eigur
at læra bernini, at tað er
vandamiklari at drekka,
tá ið tað eru drankarar í
ættini. Men eg hevði eisini
viljað, at skúlin hugsaði
meira um steðuna hjá
bernunum hjá drankarun-
um. Tey kenna seg einsa-
møll. Einki barn í øllum
heiminum hevur tað sum
tey, halda tey.
— Tey verða avskeplað
av at vaska upp í húskj-
um, ið er ovurhonds eðr-
vísi. Tað gevur sera vána-
ligt sjålvsålit. Teimum
tarvast skilja, at tað er
ikki teirra skuld, at
mamman ella pápin
drekkur.
— Í húsfólkaskránni á
M.87 sleppa bern yvir tólv
ár at vera við. Ikki er
peningur til at hava tey
yngru bernini við og tað
harmar Johan Liljenberg.
— Ein tólv ára gamal
drongur, ið var drankara-
barn, segði frá øllum, ið
hann noyddist at tola,
áðrenn pápi hansara kom
higar. Hann segði frá
kenslum sínum av lætta:
— »Åørenn kendi eg
meg sum ein stein. Nú
kenni eg meg sum ein
eingil, ið kann flúgva. ..<
V tørro. FØROYAR -1orro =
-HEVUR FLESTAR OG
BESTAR VINNINGAR !
PÅLSSTOVA
Sera hugnaligt høli i Mykinesgøtu
i Havn til útleigan.
Høli nøktar júst tin tørv. Við ti vælut-
gjørda køkinum, kann alt fyrireikast til
veitslu og hugnakvøld.
Hølid er 300 m?, hvar innbúgv og borð-
buni er til 200 folk. Eisini hugnaligt til
minni samkomu. Væl egnað til:
Veitslur
Skeiðvirksemi
Samkomur
Bingo
ella eitt hugnakvøld.
Góðir parkeringsmøguleikar.
Ring og tosa við okkum, vit hava eitt-
hvort til tin tørv. Eisini kann leigast
steintoy, um veitslan er heima.
Pálsstova,
tif. 13840, heima 13819
Viðgerð við
PSYKODRAMA
byrjar hálvan februar
Tilmelding hjá:
Daniella Strandberg, tlf. 19032
Anna Debes Hentze, tlf. 13504
Hensia Einarsson, tlf. 195 43
bert millum kl. 17—19.
Seinasta tilmeldingarfreist: Mikudagin
5. februar.
góð HØVUDSVINNINGUR:
Dreingja-/Gentusúkkla
Black Hawk — Explorer ella onnur, ið hóska
vinnandi gentuni/dreinginum.
BH- og Expl.-dømi: Fe
2", 2 felgubremsur
og 6 gear.
JOHN W. THOMSEN 55
Box 10 - 700 Klaksvik - Tlf. 55858 & 55256
ostalur
Diamantbrúdleyp |
Friggjadagin 31. i hesum kunnu Oluva og
Johan á Nýlendi í Hesti halda diamantbrud-
leyp. Tað er óivað eindømi i Hest segu, at
hjún hava livað saman í 60 ár.
Sagt varð um Jansaguttarnar, at teir vóru
lágir í getuni, men góður stirðil var í teimum
kortini; tað sama kann sigast um Johan;
kanska er hann av sama berginum brotin.
Ikki er hann stórur í vavi, men øll, ið kenna
hann, vita, at hann altíð hevur verið eitt ar-
beiðsgrev og altíð staðið fremst, tá ið tek
skuldu takast.
Í 1932, tá ið tey settu búgv, vóru ringar
tíðir í Føroyum. Urtøkan var lítil, so væl
skuldi húsast við tí, ið vanst, og har hevði
Johan konuna góða. Ung vóru tey og strígg-
ið var, men væl hevur gingist, sum vit nú
síggja. Á Nýlendi er eitt valaheim, og ell
kenna vit okkum vælkomin og hava har fing-
ið mangan góðan bita. Enn sum fyrr er tað
Óluva, ið ståkast i køkinum, og hóast nógv
er at gera, hevur hon altíð tíð at práta.
Tað hevur altíð gingið nógv fólk inn á Ný-
lendi, so diamantbrúðarparið er væl kent
runt um í Feroyum og uttanlands við. Tey
eru mentað fólk, fylgja væl við ellum, og
hava lisið og lesa nógv, og tað er ikki lætti-
soppalesnaður, ið lisin verður.
Sjálvt um tey eru væl til aldurs, eru bæði
virkin enn. Óluva strevast enn sum fyrr við
tí, sum er at gera innanhýsis. Johan fekk eitt
bakkast fyri nøkrum árum síðan, men er tó
so frægur, at hann trívur í rokkin av og á.
Sjálvt um tit hava verið ymisk av lyndi, so
hevur áralagið verið gott hesi 60 árini, ið far-
in eru. Okkara ynski og ben skal vera, at
Várharra, ið hevur stýrt skútu tykkara hesi
60 árini, má stýra henni har, ið slættast er,
ta tíð, tit hava eftir at rógva saman. Eg vóni,
at fjørdurin verður líka slættur sum hina
ferð fyri hálvt hundrað árum síðani, tá ið tú, |
Johan, saman við einum hálvvaksnum pilti
ólavsekudag í lántum báti av Velbastað róði
út í Hest.
Hesin pilturin saman við sínari familju
ynskir tykkum alt tað besta og Harran-
signing framyvir.
Skyldmaður sunnan av landi
|.