Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 27 — 8. februar 1992 um. Legtingið samtykti, at sýslumenninir, alt fyri eitt teir komu heim aftur, skuldu kanna eftir, hver í sínari sýslu, hvussu nógv, ið smittað vóru, og hvat tey áttu. Síðan skuldu hús byggjast á Argjum til so mong, sum hagar skuldu fara. Tey sjúku skuldu ta fyrstu tíðina liva av tí, sum tey sjálv áttu; síðan skuldu hvert heyst tveir álitismenn, sum prestur og sýslumaður tilnevna, í hverjari kirkjusókn krevja inn tað, sum neyð- ugt var hjá ollum, ið ráð hevdu at lata. Lucas Debes um tey líktráu Eftir hetta er talið á sjúk- lingum helst vaksið, og bygt hevur verið upp í húsið, sum var. Lucas Debes var sum prestur í Suðurstreymoy eisini prestur hjá argjalimun- um, sum hevdu egið ka- pell. Hann nevnir í 1673, at talið á limum vanliga hevur verið 12; men enn á hansara døgum tykist ikki at hava verið pláss fyri øll- um smittaðum. Hann skrivar, at eisini »reinir« fátækir kryplingar, kundu vera á Argjum. Í 1700- árunum gjerdist hetta helst vanligari. Líkt er til, at tað, hóast kongsboðini frá 1661 meira vóru prest- arnir enn sýslumenninir, sum funnu fram til tey lík- tráu og fingu tey send til Hospitalið. Tað skilst kortini, at bæði tey sjúku og avvarðandi teirra royndu at dylja vanlukk- una sum longst; skilnað- urin var sum frá lívi til deyða. Eitt lívveikt fólk At argjalimirnir vóru veikir fyri farsóttum og toldu lítið aftur at teimum meinum, teir framman- undan hevdu, sæst av, at tá ið pokurnar gingu í 1709, doyðu 12 av 15 sjúk- lingum á Hospitalinum. Eftir hetta vóru bert fáir har í senn og á ein hátt kann sigast, at pokurnar gjørdu av við spitølsku- sjúkuna í Feroyum. Tann seinasti líktrái á Argjum doyði helst í 1740, meðan hin seinasti argjalimurin, ið var reinur, doyði í 1752 eftir at hava verið har í 42 ár. Í 1781—1782 skrivar J. Chr. Svabo, at um fjøru- ti ár eru liðin, síðan spi- talskasjúkan var bast. Kortini var ein limur aftur í 1785, og í 1800 skrivar Jergen Landt, at sjúkan er »saa at siga, udryddet«, Sum prestur i Føroyum 1791—1798 helt hann seg hava sæd eina gnetu og ein ungan mann við sjúku- eyðkennum, sum kundu verið líktrá. Sjúkueyðkenni Um sjúkuna hjá sóknar- børnum sínum á Argjum skrivar harra Lucas, eftir at hava lisið tað, sum læknakenir menn tá á degum hevdu skrivað: »Denne spedalskhed, her falder i landet, er gemenlig Elephantia; thi ansigtet saa vel som lemmerne er mest paa alle fulde af blyfarvede knud- er, hvilke undertiden bryder ud som bylder, hvorved de ser meget hæslige ud i ansigterne, de er ellers alle hæse og taler gennem næsen. Om foraaret og høsten griber sygdommens kraft dem mest an, hvorved de mange bortdør«. Hann greidir eisini frå, hvussu undarliga sjúkan smittar. Í hjúnalag kann knapp- liga annað verða óreint, og av bernunum kunnu nek- ur vera rein, onnur órein. Av egnum royndum í kirkjuliðum sínum veit hann um tríggjar kvinnur, sum hava verið óreinar, og sum hava átt nógv bern, sum flest eru gift, og einki teirra tykist at vera smitt- að. Hann veit eisini dømi um, at faðirin hevur verið óreinur, og bernini kortini frísk, og tá ið ung skulu trúlovast, hugsar eingin um, hvert foreldrini eru rein ella órein. llla lønt umsorgan Eftir ti sum presturin i Sudurstreymoy, Christian Jensen Fers, greiðir teirri kongligu kanningar- nevndini frå i 1709—1710, var ikki altid tespuligt at vera sálarhirði teirra lík- tráu, og lítil var samsýn- ingin: >Derudi har en lang tid været 15 urene og spe- dalske lemmer, og ihvor- vel smaakopperne har saa- ledes holdt hus hos dem, tegner det dog fluks til flere; for dem og andre før deres tid har jeg maattet holde vin og bred, og ved dag og nat opvarte som mine andre sogne; nyder dog aldrig det allerring- este for al den møje og ud- gift uden viderlighed, slem stank og lugt, som jeg jævnlig maa drikke i meg. Mine salige før- mænd fik altid en hval Sida 13 (som mig stedse er nægt- et) til foræring. . .« M266 Fyrisitingin Fyrisitingin av Argja Hospitali var skipad å tann hått, at Streymoyar syslumadur, undir mynd- ugleika fútans, var for- standari og skuldi halda skil á roknskapi og ognum; fyri hetta fekk hann len. Undir forstand- aranum var ein uppsitari, sum hevði sjálvan rakst- urin av stovninum um hedur. Hann stóð fyri øll- um arbeiði, so sum út- róðri, velting, torvskurði og hoygging, og hann stóð fyri ferðunum um landið, tá ið farið var at biðja frá fólki til Hospitalið. Ikki allir uppsitarar tykjast at hava verið so ídnir og dug- andi. Uppsitarin — sum búði fyri seg — fekk ein triðing av øllum inntek- unum, men burturav skuldi hann lena arbeiðs- fólki (håskøllum monun og bøna- arbeiåskon- deyður høvdu ymsir menn ognina í hondum; innlegan av henni varð tó hildin at argjalumumn var vera lítil. í út á Argjum i gnina norðan- lendingina, sum nú er. (Tekning Albert G. Isfeldt) Gamla hospitalið í Lága- ba í Havn varð bygt fyri peningin, sum fekst við seluni av Argjum og hålvmørkini i Tjornuvík Men Hospitalið sjálvt var við tíðini vorðið ein múgvandi stovnur, og ym- iskar útreiðslur vórðu goldnar úr hospitalskass- anum og lán veitt úr hon- um. Latínskúlin, sum bygdur varð í 1745, varð fíggjaður úr hesum kassa. Frá líktráum til onnur sjúk Síðan seinast í 1700-árur um hevði verið i iram! byggja Havn; húsini Ju ikk! lo KUNdU til sovorðin endamá nar eu fyr Í 182 ognirnar hjá Hospite um á Argjum seidar uppiboði fyri 1.005 ríkis dálar til Andras Mortan son, ið var ættaður Hvalba. Hálvmerkin Tjørnuvik fór af Tjørnuvikar fyri 320 rikis dålar. Fyri hesar rikisdålarna: riKisQalar Hetta sjúkra- hús — Gamla Hospital — var liðugt í 1829 og hevði pláss fyri 12 fólkum. (Seinni varð tað fleiri ferð- ir økt og var í nýtslu til 1922).