Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 30 — 13. februar 1992 Gevur sjey milliónir fyri at fáa skipið upp Trolarin »Bolama« — ið er fyrrverandi »Vesturvardi«, »K jølur« og »Borgin« — verður allarhelst tikin uppaftur av 120 metra dypi einar 16 fjórðingar uttan fyri portugisisku strondina. Reiðarin vil rinda tað, ið skal til, fyri at fáa skipið uppaftur Herfyri varð portugisiski trolarin »Bolama« funnin aftur, eftir at hava verið horvin, síðani hann fór royndartúr 4. desember í fjør. Herfyri varð trolarin afturfunnin á havsins botni úti í Atlantshavinum einar 16 fjórðingar úr Lissabon. Síðani hava menn úr portugisiska flotanum ver- ið niðri og kannað vrakið, og eitt nú er filmur tíkin av tí eisini. Filmurin vísir, at øll bjargingarútgerðin umborð er érørd, og skipið sær ikki út ul at hava fingið nakran skaða uppá skrokk ella annað, ið kann geva eina ábending um, hví tað er sokkið. Sokkin brådliga Sambært portugisiskum blødum er »Bolama« sokkið sera brádliga - helst eftir fáum sekundum. Tí er tað helst eisini, at øll manningin hevur verið prísgivin, og ikki hevur fingið bjargað sær. Av teimum, ið vóru við skipinum, tá tað fór roynd- artúrin, eru líkini av fýra bjargað. Reiðarin, Salvador Cae- tano, hevur sagt, at hann fyri einhvønn pris ætlar sær at bjarga skipinum, ið hann í fjør fyri fimm mill- tónir krónur keypti frá 39 ára gamla danska skips- verkfrødinginum, Niels Hann er ikki millum tey afturfunnu. Sømiliga jarðarferð »Eg veit, at tad er dyrt at bjarga skipinum, men eg vil kortini gera alt fyri at fáa tað tikið upp, tí eg haldi at vit eiga at geva teimum famu umborð eina sømiliga jarðarferð,< hev- ur reidarin sagt. milliónir krónur at fáa Skipið upp. >Bolama< er trolari, bygdur í Søviknes í 1969, og skipið hevur havt heimstað i Føroyum øll árini, til tað varð selt til Danmarkar fyri tveimum árum síðani. Skipið hevur áður itið »Vesturvardi«, »Kjølur« og »Borgin«. hj. Alt bendir å, at hann eis- ini skal av við heilt fitt av pengum, tí sambært bjarg- ingarserfrødingum fer tað at kosta í hvussu er sjey Johnstad-Møller, ið var við á royndartúrinum. »Bolama«, sum skipið sá út, tá tað enn var í Fóroyum. Tá hendan myndin varð tikin í 1987 æt skipið >Kjól- ur< og var heimahoyr- andi í Klaksvík. Á royndartúri tann 4. desember sakk skipið #-= einar 16 fjórðingar úr ">. Og ES Lissabon i Portugal. Mynd: Diml./Hilmar Jan Orðaskifti um tryggingina heldur fram Einkarrættur er í lagi, men... Biltryggingin má fáa skil á, hvat hon tryggjar og hvat tað kostar, og so má hon taka seg álvarsliga um reiggj og viðurkenna, at hon er ein tæn- astufyritóka hjá tryggingartakarunum Herfyri gav tryggingarser- frødingurin Dan Morten- sen einkartryggingini sín stuðul; Dan Mortensen, ið er føroyingur, starvast hjá danska tryggingarfelagn- um Hafnia. Jógvan Mørkøre í Hós- vík, lastbilaeigari og trygg- ingartakari, er samdur við tryggingarmanninum. Letur seg sameina, men... — Eingin orsøk er fyri at taka einkarrættin hjá trygg- ingini av, tí góð trygging- artænasta letur seg saktans sameina við eina einkar- rættarskipan, sigur hósvík- ingurin. Hinvegin, heldur Jógvan Mørkøre, so er langur veg- ur á mál, áðrenn tryggingin kemur nær námind eini tænastu, vit kunnu vera nøgd við. - Gert tú vart við nakað, ið eftir tínum tykki ikki er, sum tað eigur, so verður tú bara trýstur niður: tú verð- ur stillaður frá eini telefon í ta næstu, og úr henni í ta tridu, sigur Jógvan Mørk- øre, 10 heldur orsøkina vera, at tey, ið sita við tele- fonirnar hava ikki fingið nakað at ganga eftir. Brúka ikki vitan — Eingin er førur fyri at greiða ivamál, og endar tú "hjá toppinum', sum hann tekur til, so fært tú bara at vita, at >Tað er bara so<, sigur hósvíkingurin, ið saknar onkran, ið kann siga, at >soleiðis og soleið- is hongur tað saman«. Tryggingin ger nógv burturúr, at hon leitar sær góð ráð hjá donskum tryggingarfyritøkum. — Men tað nyttar bara einki, tå hendan vitan als ikki verður brúkt, sigur Jógvan Mørkøre, ið hevur ringar royndir av at tryggja lastbil og útgerð. Fyri uimum, fýra árum síðani keypti hann ein stóran lastbil; við bilinum fylgdu tvær lastir og ein krani. Fíggingarfelagið kravdi sjálvsagt at fáa veð í tí keypta, og kravdi tað tryggjað. Tryggingarsam- bandið tryggjadi alt undir einum fyri 2,1 milliónir krónur Drúgv viðgerð — Men danska fíggjarfyri- tøkan segði beint nei: lutirnir skuldu tryggjast hvor fyri seg, ti teir kundu forfarast hvør sær, upplýsir Jógvan Mørkøre. Hann sigur, at sjálvt um fýra ár nú eru farin, so er alt ikki greitt enn. Lutirnir eru umsíðir tryggjadir hvor sær, men enn er tryggingin ikki komin ásamt við sjálva um, hvussu stór tryggingargjøldini skulu vera fyri lutirnar. - Tey eru broytt fleiri ferðir. men gert tú vart við teg, so endar tú bara í "kverulantkassanum” hjá tryggingini. Tid og orka Tú skalt brúka eina kollossala rúgvu av tí og orku at sannføra ein stovn, 10 skuldi verið tin egni tænastustovnur, sígur Jógvan Mørkøre, sum heldur, at avleiðingin av hesum ólíkindum er, at hampafólkini bara gjalda. - Herfyri sendi eg ein stakk av pappírum til lryggingina fyri at sann- føra hana um, at eg hevði goldið eina trygging. Nú eru fjúrtan dagar farnir, og enn er einki svar komið... Hósvíkingurin heldur, at tað er ikki nóg mikið, at tryggingarfólkini verða send av landinum at læra, at tað snýr seg um tænastu. Hetta er serliga galdandi byggileikur á tvær av teimum stóru eskjunum á 16 m við hús- um/havnalagi í hverjum vinningi. fyri serliga útgerð, sum kortini ikki eru serligari enn so, at hon hevur verið kend i Føroyum í fleiri á; hartil hevur tryggingin møguleikan at spyrja seg fyri, — ikki bara hjá donsk- um tryggingarfeløgum, ið hava drúgvar royndir. Oheftan kærustovn — Tryggingin má fáa skil á, hvørjar tryggingar hon bjóðar, og har kundi tað verið upp á sítt pláss at spurt seg fyri hjá trygg- ingartakarum, sigur Jógvan Morkgre, ið heldur, at brúk er fyri einum óheftum kærustovni í tryggingar- viðurskiftum. ówh KLIKO, v/ Árna Hansen, Tórshavn