Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 30 — 13. februar 1992 til Hann fæst ikki upp! Kona, ið hevur trupulleikar við manni sínum, spyr Marner, hvussu hon kann fáa hann upp Upp á vegin fleiri vegir? Síðani eg var heilt ung, havi eg verið saman við rættiliga nógvum dreingj- um, og havi tá roynt mangt og hvat. Nú eri eg 28 ár, men havi tó framvegis okkurt, ið eg ikki rættiliga havi skil á. Eg veit, at sáðið skal koma í móðurskeiðina, um eg skal verða upp á vegin, men herfyri las eg onkunstaðni, at ein eisini skal ansa sær fyri at fáa sáð í munnin ella bak- tarmin. Er nakar vandi fyri at verða upp á vegin tann vegin eisini, ella er tað onkrum ødrum ein skal varða seg fyri, um sáð kemur har. 28 ár Fyri at gerast upp á vegin, má sáðið koma á rætta stað, tað vil siga í lívmóð- urina ígjógnum móður- skeiðina. Hitt, tygum tosa um, at sáð kemur í munnin ella baktarmin, kann ikki føra við sær, at tygum gerast við barn — tað er Ogjørligt. Men um sjúku- elvandi evni eru í sáðnum, so er tað lættari, at sjúka kemur, tá sáðið kemur t.d. í munnin, har tað kann seta seg fasta í eitt nú mandlurnar ella hálsin. Vandin við tí seinna, at sáðið kemur í baktarmin, er vælkendur frá m.a. AIDS-sjúkuni. Hormonir eru ikki vandaleys Tað er fallið mær eitt sind- ur fyri bróstið, at tá ið tyg- um mæla til at brúka hor- monir, nevna tygum ikki vid einum orði møgulig hjáárin. Nú seinast i blaðnum nr. 19 ráða tyg- um ungari gentu til so av- gjórt at brúka p-pillarar og einari konu til at brúka hormonir, og tað er sjálv- andi í lagi. Men eg meini, at tygum áttu eisini at neynt hjáárin, sum ikki heilt ber til at síggja burt- ur frá. Um gin brúkar hor- monir, hvat slag tað so er, haldi eg, at ein skal vita, at tað ikki altíð er heilt vandaleyst. Haldari á Bornholm Sjálvandi skulu ung konu- fólk, ið ikki ætla sær at verða við barn og hava samband við mannfólk, brúka p-pillararar. Við- víkjandi hormonum til konufólk í skiftisárum, er ødrvisi. Fyri tað fyrsta finnast nógv sløg av hormonum, og tey hava ikki somu ávirkan á lik- amið, og øll konufólk eru heldur ikki eins. Tí er ymist, hvussu tey ymisku hormonini ávirka líkamið hjá hesum ymisku konu- fólkunum. Tí kann ein royna seg fram fyri at finna fram til tað rætta hormonið, tí sjálvandi hava hormonir hjáárin hjá summum, men hjáárinini standast oftast av, at tey fáa ovmikið av hormonum, so tað ávirkar onnur gegn í likaminum, sum eitt nú bringuna. Sjálvandi vilja altíð onkur konufólk vera eftir, sum áhaldandi hava hjáárin. Har er sjálvandi ikki nógv at gera, um ein hevur roynt øll ymisk evni. I dag finnast ymiskir hættir at fáa hormonir, til dømis gjøgnum munnin, sum stikkpillarar til undir- livid, salva til undirlivid og sum plástur á húðina, so har er nógv at velja ímillum. Marner Eg fái hann ikki upp! Eg havi ein trupulleika, ella rættari sagt, madur min. Hann orkar ikki upp um morgunin og er ti altid ov seinur. Hvat er at gera við tað? Vekjarin Summi menniskju hava lætt við at fara upp, meðan onnur — sokallað B-menn- iskju — fara seinni upp og hava longur um at koma í gongd. Men tað kann eis- ini hava sína orsøk í, at ov seint verður farið í song, ella at ein tekur eitt ella annað evni fyri at sovna, og tá er tað sjálvandi eisini verri at vakna uppaftur. Ein triði møguleiki kann eisini vera, at ein leiðist við sítt arbeiði, og tí hevur lítlan og ongan hug at fara upp um morgunin. Marner Er tað íkki ov rokmikið? Eg så ein dagin eina yvir- skrift í Sosialinum viðvíkj- andi læknateiginum, sum eg eri klár yvir, at tygum einki hava við at gera: »Sjålvt nonnurnar skulu eisini brúka p-pillarar«. Hetta haldi eg vera eina yvirskrift, ið er ov >rok- mikil«. Annars meini eg, at »Skriva til Marner« er eitt gott tiltak. Ahugaður lesari Viðvíkjandi yvirskriftini í Sosialinum, tygum nevna, er at síga, at hetta sjálvandi er sagt eitt sindur í skemti, men samstundis merkir hetta, at p-pillar- arnir í dag eru so mikið vandaleysir og hava so mikið góð árin á likamid hjá konufólkum, at ein vil ráða teimum flestu at brúka hetta, tá tær ikki ætla at gerast við barn, sjálvt um møguleiki ikki er til staðar at gerast við barn. Hetta, tí tann broyting í kvinnulikam- inum, ið hendir í sambandi við hormonskifti, kann geva so nógvar broytingar aðrastaðni í likaminum, at tað er betri at sleppa undan tí. Harvið verður hildið, at p-pillarar eru upp á sítt pláss. Marner Síða 11 HSF skipar fyri r Stórum tiltøkum Skriva til Marner, Postboks 76 110 Tårshavn Eitt nú ber til við Hondbóltssambandi Føroya at vinna ferðir fyri tvey til Florida umframt annað Hetta vikuskiftið fer Hondbóltssamband Føroya at skipa fyri ymsum tiltøkum, ið skulu geva sambandinum pengar. Millum annað skal hond- bóltslandsliðið aftur fåast á fótur, og slíkt krevur pengar, skal tað lata seg gera. Harumframt er Hond- bóltssambandið í einari uppbyggingarfasu, eftir at tað fyri fáum árum síðani varð stýrt so illa fíggjar- liga, at húsagangur hótti av álvara. Tí verður nú skipað fyri tiltøkum, so sum dansi, bingo og lutasedlasølu fyri at røkka omanfyri nevndu málum og øðrum við. Dansur fríggjakveldið Friggjakvøldid verður dansur í Badmintonhøllini í Havn, har Robert á Vin- menn fara at spæla. Eisini verður Herálvur Andreas- sen við. Aldursmarkið er sett til 18 ár. Hildið verður fram leygardagin, tá hondbólts- sambandið hevur bingo. Sjálvt bingospælið byrjar kl. 16, men opið er frá kl. 15. Millum bingovinning- arnar er ein ferð fyri tvey ul Florida, ið er verd einar 20.000 krónur, og somu- leiðis ein ferð fyri tvey við Millum Smyril Line, ið er verd um 5.000 krónur, og at enda eisini ein ferð Vágar- Keypmannahavn-Vágar, ið er latin av Faroe Travel. Umframt hesar størru vinningarnar eru eisini aðrir vinningar, so sum vikuskiftið fyri tvey á Hotel Hafnia, olja frá Statoil og hópin av mati. Í steðginum verður annars høvi at fáa sær ein kaffimunn. Umframt hesi ultøk, ið verða nú um vikuskiftið, er hondbóltssambandið eisini farið undir lutasedlasølu, ið tilsamans hevur vinningar fyri einar 170.000 krónur. Her er talan eitt nú um bil, Florida-ferð, gávukort frá FK, Miklagarði og Lita- vali, olju frá Statoil, vikuskiftid á Hotel Hafnia og annað. Vinnararnir av lutasedl- inum verða drignir 1. apr- il. hj. teir mongu vinningar, Hondbålis- samband Føroya nú lutar burtur á bingo oyg við lutasedlasølu, eru tvær ferdir fyri tvey til Florida. nyggjan stjora Nú er enn eitt stjóraskifti farið fram á fólkafloks- málgagningum Dagblaðn- um. Per Hansen, ið hevur verið fyritaksstjóri á Dag- blaðnum síðani blaðið byrjaði av nýggjum í heyst eftir at hava koyrt seg sjálvt á húsagang, hevur sagt seg úr starvi, og er Leo Poulsen settur sum nýggjur fyritaksstjóri. Leo Poulsen hevur framman- undan arbeitt sum blað- maður á blaðnum. Hetta er annað stjóra- skiftið, ið er farið fram á blaðnum, síðani tað byrj- aði at koma út av nýggj- um. Oli Breckmann, sum í mong ár var ábyrgdar- blaðstjóri, varð á nýggja blaðnum avloystur av Óla Jákup Rólantssyni, og verður Oli Breckmann nú »bert« nevndur í kolofonini sum politisk ritstjórn. Í sambandi við roker- ingarnar sekir Dagblaðið nú eisini eftir blaðfólki. hj. sår: