fríggjadagur 21. februar 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 36 — 21. februar 1992
Sjómansheimið
møguliga stongt
Fara útlitini fyri rakstrinum av Sjómans-
heiminum í Havn ikki at batna í bræði er lítið
annað at gera, enn at lata aftur. Sjómansheimið
fer ikki at skeinkja fyri at bóta um raksturin
sigur Hans J. Joensen, biskupur, sum er for-
maður í stýrinum
Sjómansheimið í Havn
hevur tað ikki gott fíggjar-
liga. Tað er tó íkki tey
stóru avdrøgini, sum
leiðslan fyri heimið baks-
ast við, tí millum nakað og
einki lán er í húsinum.
Hinvegin er tað raksturin,
sum bilar.
Hans J. Joensen, biskup-
ur og formaður í stýrinum
fyir Sjómansheimið sigur,
at rættiliga stórt hall var í
rakstrinum í 1990, og
hóast roknskapurin fyri í
fjør enn ikki er tøkur, er
lítið at ivast i, at hann
vendir sama skeiva veg.
Og tað ber ikki til í longri
tíð, sigur Hans J. Joensen.
Hóast hann ikki beinleiðis
stendur við lyklinum í
hondini mugu útlitini fyri
raksturin batna heilt skjótt.
Ger raksturin ikki tað,
verður lítið annað at gera
enn at snara lykilin um,
Sigur stýrisformaðurin.
Ov seinir at repa
seglini
Um årsskifid 90-91 vóru
10 av teimum 22 starvs-
fólknum uppsøgd. Hans J.
Joensen sigur, at tað er
altíð harmiligt at siga fólki
upp, men vidhvørt er tað
neyðugt. Hann heldur, at
ov long tíð gekk hjá Sjó-
mansheiminum at repa
seglini, og tí øktist skuldin
ov skjótt. Haraftrat varð
Sjómansheiminum álagt,
at gera ávís tiltøk í sam-
band við brunatrygd. Hetta
var neyðugt, men tað
kostaði sjálvandi eisini.
Spurdur um hann heldur,
at tíðin yvirhøvur er farin
frá sjómansheimi, sigur
Hans J. Joensen, at ymisk-
ar fortreytir eru nógv
broyttar. Fyrr var truplari
hjá td. sjómonnum, sum
komu til Havnar, at sleppa
til húsa, og gístu tí á
Sjómansheiminum. Nú er
Batnar raksturin hjá Sjómansheiminum í Havn ikki í bræði, ber Hans J. Joensen,
biskupur og formaður í stýrinum fyri Sjómansheimið ótta fyri, at tey noyðast at snara
lykilin um
ferðasambandið ikki at
sammeta við fyrr. Haraftar
búðu og ótu nógvir navi-
gatørar á sjómansheim-
inum, men tað gera teir
ikki í so stórum tali longur.
-Men at siga at tíðin er
farin frá Sjómansheim-
inum yvirhøvur, vilja vit
treyðgt viðganga. Vit
halda, at Sjómansheimið
kann vera eitt gott alter-
nativ til annað tilhald.
Einki luksus, men nóg
gott, og prísurin hareftir,
sigur stýrisformaðurin.
Fara ikki at skeinkja
Líkt er til, at matstovur-
nar, eftir nýggju rús-
drekkalógini, fáa loyvi til
at skeinkja aftur við matin-
um. Kemur hetta at verða
bjargingin hjá Sjómans-
heiminum?
-Nei so avgjørt ikki. Tað
er heilt greitt, at Sjómans-
heimið fer ikki at skeinkja,
sigur Hans J. Joensen.
Hann heldur ikki, at tað fer
at ganga út yvir Sjómans-
heimið, um aðrar matstov-
ur fara at bjóða fólki vín
aftur vð matinum og Sjó-
mansheimið ikki ger tað.
tór.-
Verður betri við
viðskiftafólkini
Petur Zachariassen, umsjónarlimur í Sparikassanum
heldur, at við nýggju ábyrgdarskipanini fer
Sparikassin at vera betri við síni viðskiftafólk, og
tað kann fáa stóran týdning, sigur hann.
Petur Zachariassen
heldur tað vera gott, at
umboðslimirnir og
harvið tey, sum hava
ávirkan á leiðslu spari-
kassands eru valdir
ymsastaðni í landi-
num, sum tey verða
eftir nýggju skipanini.
Hann vísir eisini á, at
eingin kann keypa sær
stórri vald við fleiri
åbyrgdarskjølum. Tað
er líka mikið, um ein
ábyrgdari hevur eitt
ella fleiri ábyrgdar-
skjól. Hann hevur bert
rætt til at seta somu
tríggjir krossarnar.
Petur Zachariassen
heldur, at við nýggju
skipanini fara við-
skiftafólki sparikass-
ans at kenna seg
tættari knýtt av
sparikassanum, og at
deildirnar fara at
kenna stórri ábyrgd.
Í blaðnum í gjár søgdu vit, at fyrsta åbyrgdarvalid
verður á Sandi 26. februar. Hetta er ikki heilt beint.
Tað, sum hendir á Sandi 26. februar er, at tá verður
fyrsti ábyrgdarfundurin. Tá hava fólk har eisini
møguleika at velja til umboðsráðið. Hinvegin er
åbyrgdarvalid longu byrjað um alt landið, og fólk
kunnu velja á deildum sparikassans longu nú.
tór.-
Petur Zachariassen,
limur í umsjónar-
ráðnum í sparikassan-
um er væl nøgdur við
nýggju skipanina
Ársaðalfundurin
hjá
Tórshavnar Ítróttarráð
verður í
B36-húsinum
mánakveldið 16. mars, kl. 20.00
Feløgini hava møtiskyldu !
Nevndin
Bilverkstaður
til sølu!
Vegna Nykredit verður ein bilverkstaður
á matr. nr. 139 og 315 a, Sandavágur,
við hesum lýstur til solu.
Áhugað kunnu venda sær til
Advokatfelagið Bryggjubakki 22
Leif Waagstein
Dánjal Magnussen
Tormóður Djurhuus
Jógvan P. Lassen
Petur E. Djurhuus
Annfinn V. Hansen
Jógvan Ellefsen
TIf. 1.1260 - fax. 1.1261
Box 359 - FR 110 Tórshavn
VIÐ OKKARA GÓÐA.
LITT
GAMLA
FORD
A!
pf. wenzel petersen, tif. 13873