fríggjadagur 21. februar 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Pf. Wenzel Petersen >yvirhálar< tryggingarmonopolið:
TrYggIngin,
noyðir okkum
At Tryggingarsambandið
broytti biltryggingarnar so
nógv, hevur noytt okkum
at finna upp á ett ella ann-
að, so vit kunnu selja teir
brúktu bilarnar í prísklass-
anum upp til 60.-70.000
krónur, og so kundin kann
keypa hesar bilar, uttan at
skula spenna alt ov nógv
LYTI.“
Hetta er grundarlagið
undir teirri nýggju pakka-
loysnini, Pf. Wenzel Peter-
sen hevur at bjóða brúkt-
bilakundum sínum sam-
bært sølustjøran Petur S.
Petersen.
Pakkaloysnin, talan er
um, er eitt slag av leigu-
sáttmála, har kundin kann
leiga ein bil frá PÍ. Wenzel
Petersen við somu fyri-
munum og rættindum,
sum tá hann sjálvur eigur
bilin
Ja, kundin kann stórt
sæð gera hvat hann vil við
bilin, meðan hesin langtíð-
arleigusáttmálin er í
gildi,« sigur Petur S.
Petersen, sølustjóri. > Við í
leigusáttmálanum eru bæði
trygging, vegskattur,
tvinni eftirlit um árið,
umframt at kundin eisini
kann fáa eitt rentufrítt lán
frá okkum, um hann vil
gera okkurt við bilin.
Hetta lån skal ikki
gjaldast, fyrrenn lánitíðin
annars er úti, og verður
skipað sum ein leingjan av
sáttmálanum.<
Vóru noyddir
at gera okkurt
Petur S. Petersen sigur,
at síðani Tryggingarsam-
bandið gjørdi tær stóru
broytingarnar viðvíkjandi
biltryggingini, grettir ikki,
at kundar, ið ynskja at
keypa sær bil, spyrja um
hvussu dýr tryggingin er.
»So vit høvdu einki ann-
að val enn at leggja
høvdid i blot og royna at
finna upp á eitt ella annað,
ið kundi koma kundunum
til góðar, tí fleiri halda sær
aftur í bilkeypi, av tí at
tryggingin er ov dýr,<
sigur Petur S. Petersen.
>Eftir at hava brúkt eitt
ótal av tímum í
"tænkeboks', komu vit til
hesa loysnina, vit nú hava
klára at bjóða fram.<
Pakkaloysnin er í stutt-
um greinað út við einum
dómi í gráa kassanum her
á síðuni, har hon verður
samanborin við eitt
vanligt bilkeyp.
Munandi biligari
Sum sæst, er pakka-
loysnin munandi biligari
bæði samanlagt og tá talan
er um tað fasta mánaðar-
gjaldið, ið fólk ikki vilja
hava at vera ov høgt
Tá ein keypir ein bil eft-
ir hesi nýggju loysnini,
verður fyrst eitt útgjald
goldið, og so verður avtal-
að gjørd um restina av
prísinum, eitt nú yvir 24
ella 36 mánaðir.
Við í hesum fasta mán-
aðargjaldinum er vanlig
ábyrgdartrygging og veg-
Skattur, umframt sjálvandi
vanliga gjaldið fyri bilin.
Aftrat eru so eisini tvinni
eftirlit av bilinum um árið,
ið umfata skifting av olju,
filtri, tendriproppum og
ødrum líknandi, meðan
kundin sjálvur skal gjalda
fyri møguligar stórri um-
vælingar, ið eitt nú eftirlit-
ið kann koma framá, eru
neyðugar at fáa gjørdar.
Krevjast slíkar umvæl-
ingar, er eisini møguleiki
fyri einum rentufríum láni
upp til seks ferðir eitt
mánaðargjald, ið ikki skal
gjaldast, fyrrenn aftan á
vanligu gjaldstíðina.
Serlig trygging
Men bilurin verður ikki
bert ábyrgdartryggjaður
eftir hesi nýggju skipanini.
Eisini er ein uygging við,
ið tryggjar kundanum góð-
ar sømdir, um okkurt
hendir bilinum — væl at
merkja um eigarin ella bil-
Nr. 36 — 21. februar 1992
Pakkaloysnin
Útgjald:
10.050 krónur
Mánaðargjald:
1.822 krónur
Vegskattur um mánaðin:
(við í mánaðargjaldi)
Trygging um mánaðin:
(við í mánaðargjaldi)
Eftirlit (tvær ferðir um árið):
(við í mánaðargjaldi)
Samanlagt yvir 36 mánaðir:
75.642 krónur
Samanlagt mánaðargjald:
1.822 krónur
førarin ikki sjálvur hevur
skuldina av óhappinum.
Verður bilurin eitt nú
vrak, skal eigarin ikki
longur gjalda eftir vanliga
mánaðargjaldinum, men
kemur tá eitt sokallað
skaðagjald í gildi í staðin,
ið er minni enn helvtin av
hinum gjaldinum. Við at
gjalda bilin eftir hesi
heildarskipanini, kemur
kundin sostatt at spara
hópin av pengum, í mun
til, um hann skuldi goldið
vanliga trygging.
tí at ein rættiliga
stórur vandabólkur er í
árunum 18 til 21 ár, tá tal-
an er um ferðsluóhapp við
bili, er alldursmark sett á,
so kravt verður av kund-
anum, at hann er yvir 21
ár,< sigur Petur S. Peter-
sen.
Selja 20-30 bilar
I gråa kassanum sæst
heilt týðiliga munurin, tå
talan er um sama bil, ið
annadhvørt verður gildin
eftir pakkaloysnini, ella
um hann verður goldin
eftir vanligum keypssátt-
mála við nýteknaðari
trygging.
>Vit rokna ikki við, at
vit koma at spinna gull av
hesi pakkaloysnini, ið
mest er gjørd fyri kundans
skuld, men hinvegin rokna
vit vid at hava lættari vid
at fåa sett gongd i briikt-
bilamarknaðin, ið lætt
kann gerast stirvin við
teimum nýggju trygging-
arreglunum, so vit koma
at liggja inni við brúktum
bilum og ikki sleppa av
við teir,< sigur Petur S.
Petersen. >Og tað kann
gera tað sama, hvgrji bil-
merki talan er um, tí vit
eru utgjørdir at taka okk-
um av gøllum bilum, nú vit
m.a. hava fingið ein nýggj-
an motortestara.<
Hann roknar við, at teir
hesa fyrstu tíðina koma at
selja einar 20-30 bilar á
hendan hátt. >Av ti at
talan er um teir bilarnar, ið
eru teir dýrastu í trygging,
rokna vit við einari rími-
liga góðari undirtøku.«
hj.
Petur S. Petersen frå Pf. Wenzel Petersen roknar út á
telduni, hvussu stórt mánaðargjaldið er á bilinum á
myndini — einum Ford Granada frá 1984, ið kostar
45.000 krónur at keypa. Dómið niðanfyri vísir, hvør
munur er á at langtíðarleiga ein bil eftir nýggju
pakkaloysnini við trygging, vegskatti, tvinnum eftirlit
um um ári, og so at keypa sama bil eftir vanligum
gjaldstreytum, tá trygging, vegskattur og alt hitt er
umframt fasta mánaðargjaldi. Tølini í gráa kassanum
vísa meðalútreiðslurnar um mánaðin, umframt saml-
aða útreiðslurnar av at langtíðarleiga og keypa.
Mynd: Kalmar
Keyp av einum Ford Granada frå 1984 fyri 45.000 krónur
Vanliga loysnin
Útgjald:
10.050 krónur
Mánaðargjald:
1.300 krónur
Vegskattur um mánaðin:
147 krónur
Trygging um mánaðin:
1.049 krónur
Eftirlit (tvær ferðir um árið):
167 krónur
Samanlagt yvir 36 mánaðir:
105.918 krónur
Samanlagt mánaðargjald:
2.663 krónur
A