mikudagur 26. februar 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 39 — 26. februar 1992
tíðindablaðið
Og tá vórðu 18 fólk á
pallinum. Millum annað
eitt kór hjá Bjarna Pestorff
við tíggju monnum. Hetta
var sera hugtakandi.
Kári P. hevur torað.
Hann hevur í sínum
songum torað at nortið við
tabu-evnir. Hann hevur
víst á hyklið, á dupult-
moralin við tí evindaliga
føroyska »gud/mammon«
cocktailinum.
Hann hevur roynt at
hugt gjøgnum brillurnar
hjå ti, sum er nakad so
einfalt sum eitt vanligt
menniskja. Og hansara
tekstir føla vid ti einstaka,
sum verdur skerdur og
kúgaður, tí >summi< hava
fingið so rikiligan førning
í vøggugåvu av teim
kediligu >genum< sum
siga við loynivitskuna, at
tey mugu stýra ødrum,
fyri at nøkta sína egnu
sjålvsnøgd. Og hjá hesum
er pengavaldið, kanska
saman við einum góðum
ættarnavni og átrúnaði >so
hann passar mær og bara
mær«, trúgvasti hjálpar-
maðurin.
Kári sang í góðar tveir
tímar. Hann er ein frálíkur
Á fremstu rød lurta vit eftir Kára P. Frá vinstru síggja vit Meinhard Johan, bakara
á Skála, undirritaða og Óla, sum í løtuni rør út í Havn
tulkari og sangari. Men
lítið nýtt var á skránni og
tað haldi eg er vánaligt. Tí
Kári hevur evnini at skapa
nakað nýtt og heimurin og
gerandisdagurin er eins
tvørligur í dag, sum tá
Kári gjørdi vælferðar-
vísurnar og nú
"Hinumegin Ringvegin”.
seinast
Her er nógmikið at taka
av.
Kalli Katt hoyrdu vit
einki til, men vit hoyrdu
um Tarsan sum hekk í
træðnum. Og tað ger hann
forrrestin eisini enn tann
dag í dag út í heimi.
Síða 9
Té y ur * r
€ 2 attallarunum
KO? rini I r *
a ngur r ru
€ K 44
eg saknað 1
Eftir
Jústinus
Eidesgaard
Myndir:
Jens Kr. Vang
Kári P. bergtók mong, ung, eitt sindur ung og eldri. Her situr Brynjolvur Tórstún,
(Byns) kanska saman við tí yngsta