Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

siða 10 tiðindablaðið EF og studningarnir til fiskivinnuna: Arheiða okkara egnu mynduglei kar fyri EF-áhugamálum ? Í sambandi við tað, sum er komið fram í hesum døgum í sambandi vid EF og stuðulin til fiskivinn- una, hava vit enn eina ferð fingið váttan fyri, hvussu út av lagi vánaliga okkara fiskivinnuáhugamál verða umsitin í landsstýrinum. Tad er nógv, sum bendir á, at landsmyndugleikarnir og royna at skaða fiskivinnu, og at EF skal nýtast beinleiðis miðvíst foroyska sum eitt amboð í hesum samanhangi Vit vita, at avtalan við EF ásetir, at vit ikki skulu kappingaravlagandi studning. Hertil er fyrst atsiga, at tað er ein tulk- ingarspurningur, hver studningur, ið er kapping- aravlagandi. Annars kunnu øll vera samd um, at virkast skal fyri at sleppa undan beinleiðis studningum í fiskivinn- una. Men ein og hver kann siga sær sjálvum, at hetta kann bert verða gjert yvir eitt ávíst tíðarskeið, og hetta skuldi verið skipað á ein slíkan hátt, at vit sjálvir avgera, hvussu hetta verður gjert. Bert á tann hátt kann studnings- spurningurin greiðast utt- an ov stóran ampa fyri vinnuna sjálva. Men landsstýrið, og tað serliga John Petersen, 1 lata eisini miðvíst bandi, at vit hevur bera so Í roynt at koma ringast hugsandi fyri í hesum spurningi, og er her neyðugt at endur taka nakað av tí, hent í hesum máli. sum er Studningur valdast Studningarnir kunnu byt ast upp i 4 hevuðsbólkar. Lutvíst er talan um studn- ing til skip og manning og afturat nesum er ein eyka- studningur til håkveiddan fisk, eisini byttur til skip og manning. Tað eru yms- ar grundgevingar fyri hes- um bólkum av studningi, summir eru til rakstur, og aðrir eru inntekutrygd hjá fiskimonnum. Og eru tí summir av hesum studn- ingum meira sambæriligir við EF-reglurnar. Og her koma vit til fyrsta >brots- verkið< hjá landsstýrin- um. Og tað var tá John Petersen upp undir 1. ok- tober í fjør setti »knivin fyri barkan« å javnadar- flokkinum og kravdi, at frå 1. januar skuldu allir studningar umleggjast til prisiskoyti. Grundgev- ingin var ein avtala, sum var gjørd millum undan- farnu samgonguflokkar, sum var gjørd undir heilt ødrum umstødum, har EF- spurningurin als ikki var aktuellur. FF visti å longu tå, at ein slik umlegging av studningsskipanini, sum skuldi koma i gildi sama dag sum nyggi EF såttmålin, kundi bert av EF fatast leiðis innbjóðing til at leggjast i krovið á føroy- ingum. Annars merkti hetta eisini, at manningar- studningur til húkaveiðu, sum vit saktans kundu vart í eini trætu við EF, nú skuldi gerast partur av einum prísískoyti, sum var verri at verja. Tað skal undirstrikast enn eina- ferð, at henda umlegging, hvers grundgeving var, at hon skuldi vera »einfaldig- gering«, varð kuppað igjøgnum uttan nakra sum helst viðgerð. sum ein bein- Atsóknin eydnaðist Henda atsókn hjá John Petersen móti okkara fiskivinnu eydnaðist bet- ur enn nakar kundi vænta. Tað sigst, at nú situr landsstýrið og skal bryggja onkra panikk- loysn saman til 1. apríl fyri at sleppa undan av- leiðingunum av hesi fram- ferð. Og her síggja vit aftur, hvussu illa er ar- beitt av teimum, sum skuldu vart okkara fiski- vinnu. Atli Dam hevur sjálvur sagt, at vit fingu 3—5 ár at laga okkum til EF-reglurnar, enniá fyri innfering av moms hava vit fingið 1 ár. Og nú skulu okkara studningsviðurskifti greiðast uppá eina viku. Vit vita, at landsstýrið einki hevur fyrireikað í hesum sambandi, hóast tað er eitt hálvt ár síðan, at EF avtalan varð sam- tykt, og JP hevur útilokað vinnuni frá allari med- ávirkan á hesum eki. Hav- andi í huga, hvussu ar- beiðsgongdin hjá JP er, fer kanska at eydnast hon- um at gera eitt nýtt »kvett« fram til 1. apríl, soleiðis at hann í enn sterri mun kann gera seg fortjentan til ein EF-ord- an! oo og Fara okkara menn i felagsnevndini i part vid EF Annars er skipad soleidis, at møgulig ivamål skulu avgerast í eini felags- nevnd millum Feroyar og EF. Og her hoyrdu vit í útvarpinum í farnu viku, at ein av kandidatunum í hesi felagsnevnd umboð- andi Feroyar uppá for- hond fór í part við EF í hesum spurningi. Tað kann sjálvsagt vera rætt, at tað kann vera torført at verja okkara sjónarmið í eini møguligari tvistødu. Til hetta er fyrst at siga, at hetta er sjålvgjørt, sum vist er å frammanfyri. Og annars hava vit ikki bruk fyri nakrari nevnd, har okkara menn uppá for- hond taka undir vid mót- partinum. Okkara menn skulu verja okkara sjónar- mið, og í hvussu er skulu teir virka fyri, at vit fáa ta neyðugu tíðina at tilpassa okkum, um vit hava skip- anir, sum ikki eru í sam- svari við EF avtaluna. Verða fiskimenn ofraðir? Í hvussu er hava vit grund til at halda, at studningur, sum er partur av inntekutrygd fiski- manna, kann verjast í EF samanhangi. Og her eru grundir til at halda, at John Petersen saman við fiskivinnuumsitingini vil hava EF at hjálpa sær við at beina fyri innteku- trygdini hjá fiskimonnum. Ti ein av broytingunum |. januar var just tann, at manningarstudningur varð umlagdur til pris- iskoyti, sum samb. fiski vinnustjóran er í stríð við EF-reglurnar. Tað vii siga, at avvarðandi fiski- menn bókstaviliga talað eru blakaðir í EF-úlvsins Nr. 59 — 25. mars 1992 kjaft!!! Vit vita, at tað eru kreftir í EF, sum eisini halda, at almenn minsta- lenarskipan eisini er í stríð við EF-studnings- reglurnar. Við teirri undir- brotligheit, sum vit hava sæð mótvegis EF, skal neyvan nakar ivast í, at verður hesin spurningur reistur í umtalaðu felags- nevnd, so fer í hvussu er at vera partur av feroysku nevndini, sum glediliga fer at geva seg undir EF- sjónarmiðum í hesum spurningi eisini. Og so kunnu teir við hjálp frá EF fáa fullført ta syndr- ing av inntekutrygd fiski- manna, sum higartil bert lutvíst hevur eydnast. Vinnan alla grund til stúran Trupulleikin er tann, at teir, sum umsita fiski- vinnumål í Tinganesi, meta fiskivinnuna, serliga feskfiskavinnuna, og fiskimenn sum ein mót- part. Og uppgávan tykist at vera at vinna hesum mótparti so nógvar neisur sum gjørligt. Og tað tykist at ganga uppá stás í so máta!!! Óli Jacobsen Hava á goymslu Seyðafóður Verpifóður Ungafóður Bygg NPK til eplir 14-4-17 Nitrophoska Kalksalpetur 15,5% Kali-superfosfat 0-5-13 Seteplir ÁSMUND BÆRENDSEN Tlf. 71296 - 800 Tvøroyri løgunum. Føroya Ungdómsráð (FUR) hevði landsfund seinasta leygardag. Á fundinum varð ársfrá- greiðingin fyri farna starvsár legd fram, og roknskapirnir = vórðu framlagdir og góðkend- Munur gjørdur á ungdomsfeløgum — tey ikkittrottarligu ungdómsfelog- ini eru ov illa fyri figgjarliga og at hetta nervar arbeiðið hjá ungdóm sfe- ir. Øll nevndin stóð fyri vali og í henni sita nú: Aage Arnoldsson, Glyvrar formaður, hin- ir nevndarlimirnir eru: Jan Vang, Leirvík, Jákup Fjallsbak, Mari- anna Jacobsen og Gunnvá Zachariassen, øll ur Havn. Á landsfundinum var framlega og kjak um fíggjarviðurskiftini hjá ungdémsfeløgun- um í landinum. Mett hevur verið, at tey ikki- ítróttarligu ungdóms- felogini eru ov illa fyri fíggjarliga og at hetta nervar arbeiðið hjá ungdómsfelegunum. Landsfundurin hjá Føroya Ungdómsráð samtykti, at nývalda nevndin skuldi taka henda spurningin upp og virka fyri, at gingið verður nýggjar leiðir at fáa til vega fígging til ungdómsarbeiðið. —m Føroya Ungdómsráð er meginfelagið hjá ungdómsfelegunum i Føroyum. Nú eru 17 felog limir í FUR.