mikudagur 25. mars 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 59 — 25. mars 1992
Skiftisárini hava
svidan vid sær
»Tå sviði og skriði í neðra ikki fara burtur við nýtslu
av soppdrepandi salvu og stikkpillarum, kann hetta
ofta standast av skiftisrárunum,< svarar Marner Sim-
onsen 42 ára gamlari konu í læknateiginum niðanfyri
Ein øgiligan
sviða í neðra
Eg eri ein 42 ára gomul
kona. Eg havi ein øgiligan
skriða og sviða í neðra.
Læknin sigur, at tað er
svampur, og havi eg fingið
nógvar kurar av Brentan.
Hann sigur eisini, at hatta
má man læra seg at liva
við. Men kann tað
veruliga passa, at
læknavísindin ikki hevur
funnið eina loysn á hesum
trupulleika, ið hóast alt
ikki er so stórur
samanborin við annað?
Kona
Víst finnast aðrar loysnir
enn Brentan og aðrar
soppdrepandi salvur og
stikkpillarar. Um hesir
stikkpillarar ikki hjálpa,
má hugsast
onnur orsók er. Tað kann
vera ymist — eitt nú kann
tað vera klæðini — men eft-
irsum tygum eru 42 ára
gomul, so er ikki óhugs-
andi, at skiftisárabroyting-
arnar longu byrja, og tær
byrja ofta við sviða og
skriða í neðra. Tað er heilt
vanligt. Um tað er hetta,
um, hvør
MOTOROLA
LMR-telefonir
Søla & tænasta
H..J. Michelsen
Handan Á 6, Tórshavn
tif. 14414 - fax. 18045
eiga tygum at nýta østro-
gen-hormonir ella kvinnu-
lig hormonir sum salvu
ella stikkpillarar í undir-
lívinum. Tað eigur at
hjálpa, um tað eru skiftis-
árini, ið eru byrjað
Marner
Eg havi vatn
á lungunum
Nýliga fekk eg at vita, at
eg havi vatn á lungunum.
Eg eri ein 74 ára gamal
maður, og nú fái eg heili-
vág fyri hetta, men hvat er
tað fyri nakað? Hví kemur
tað? Tað ljóðar satt at siga
rættiliga Óhugnaligt. Sigast
skal, at eg hevði ein blóð-
tøpp í hjartanum fyri hálv-
um ári síðani.
Fyrrverandi skipari
Tað er einki óvanligt, at
fólk fáa vatn á lunguni, tá
tey eru komin so mikið til
árs og hava havt ein tópp í
hjartanum, tí hatta er helst
orsakað av, at hjartað ikki
orkar at fáa blóðið gjógn-
um lunguni, og ti kemur
trot í ella vatn úti í lunga-
hinnuni. Hatta svinnur
sum oftast, tá ein fær
heilivág fyri hjartað.
Marner
Børnini hava
altíð flus
Tvey av børnunum hjá
mær hava flus í plettum i
hårbotninum, sum skridar
illa. Eg havi roynt ymisk
sløg av shampoo, men
einki nyttar. Ikki heldur
shampoo, ið skal eitast at
vera ímóti flusi. Hvørji eru
ráðini?
Flusus
Hetta flusið, sum er í
blettum, er ofta orsakað av
soppavøksiri. Tí vildi eg
roynt eut shampoo, sum
drepur hendan svamp.
Har finst eitt shampoo, tað
fæst eisini í resept og tað
eitur Noziral. Tað er
rættiliga dyrt. Tá ein
byrjar at brúka tað, skal
ein vaska sær við tí hvønn
dag í nakrar dagar, og so
bara eina ella tvær ferðir
um vikuna í einar tvær
vikur, og síðani er bert
neyðugt at vaska sær í
hesum eina ferð um árið —
helst um várið.
Marner
>Tú kanst taka hann við á næsta túrinum,“
skemtaðu starvsfelagarnir hjá pápanum, ið er
við trolara, tá hann frætti um vælvaksna sonin
Hósdagin átti Ása í Grund
úr Søldarfirdi ein son. Hó-
ast talan er um nyføding,
var hann óvanliga stórur —
59 sentimetrar til longdar
og 5600 gram á vektini.
Á fødideildini á Lands-
sjúkrahúsinum hava tey
ikki nøkur beinleiðis hag-
tól yvir, hvussu stór børn-
ini eru, ið verða tødd har,
men eitt sindur av minni
hava tey kortini, tá talan er
um slíkt, ið tey arbeiða við
dag og dagliga. Og eingin
har heldur seg vita um, at
nakar so stórur nýfgðingur
er borin í heim — í hvussu
er ikki innan fyri tey
síðstu mongu árini.
>Tað liggur til familj-
una í móðurættina, at ný-
fødingarnir eru rættiliga
stórir á vøkstri, og í
faðirættina er eisini talan
um stórvaksið fólk,< sigur
mamman Åsa i Grund.
»Abbabeiggi min vigadi
12 pund, tá ið hann varð
føddur, men tó varð hann
til støddar av minstu
monnum sum vaksin.<
Til skips næsta túrin
Maður hennara, Sámal
Petur í Grund, er burtur
við trolara, og hann varð
ikki so lítið bilsin, tá hann
fekk boðini um stóra son-
in. Og umborð skemtaðu
teir sær við, at hann bara
kundi taka hann við næsta
túr, tá hann kortini var so
stórur.
Í "Góðan morgun, Før-
oyar' í gjáramorgunin for-
taldi Ása í Grund frá, at
tey nú eiga fýra børn.
Asa og Sámal Petur
búðu í Løgstør í nøkur år,
har hann starvaðist sum
trúboðari í donsku heima-
missiónini. Tá børnini
nummar tvey og trý vórðu
fødd, vóru tey niðri, og
vigaðu tey åvikavist 5100
og 4800 gram. >Hetta varð
hildið vera óvanliga stórt
har niðri,< sigur Ása.
Hon og sonurin, ið enn
ikki hevur fingið navn,
sleppa bæði heim í dag.
Kanska navnið Magnus
hevði hóskað honum væl —
tað merkir nevniliga "hin
stóri". hj.