Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

TEE Nr. 63 — 31. mars 1992 Landsliðið vann Síða 15 Sunnukvøldid spældu landsliðið og eitt úrvalslið dyst í ítróttar- høllini á Hálst. Eftir at liðini høvdu fylgst til 11-11 í fyrra hålv- leiki, setti landsliðið full segl og vann dystin so ruddiliga við tíggju málum, uttan at úrvalsliðið fekk sett fótin fyri seg Landsliðið-Urvaíslíðið 28-18 Í HI) andslidid sen 5, Dia Midjord 4 as F. Han sen 4, Petur Petersen 4, Bjarki Ellefsen 3, Hannis Wardum 2, Jóan Pauli Olsen 2, Jonleif Sólsker 2, Uni War- dum 2 (1 åvaring, Í útvísing) Urvalslid: Kåri Mortensen 5, Såmal Hansen 4, Birgir Han- sen 3, Jåkup Simun Simonsen 3, Kåri Nielsen 2, Harald Bjørgvin I (2 åvaringar, 5 út- visingar) Landsliðið vann sunnu- kveldið í ítróttarhgllini á Hálsi venjingar- og út- tøkudystin móti úrvals- liðnum. Eftir at stødan í hálvleikinum hevði verið 11-11, endaði dysturin 28- 18 til landsliðið. I fyrra hálvleiki fekk ein løta, áðrenn landsliðið av álvara fekk spælið at hanga saman, og úrvalslið- 10 slapp framum við 6-3 ta einu løtuna. Serliga lá væl fyri hjá Kára Mortensen, sum í fyrra hálvleiki skjeyt fýra av sínum fimm mål- um í dystinum. Men so við og við sá út ul, at landslidsspælararnir eftir góða utstrekking und- an dystinum eisini fingu mødina burtur i huganum, og so gekk bara ein veg. Tað tykist vera eitt rættiliga væl upplagt og formsterkt landslið Hanus Joensen hevur at arbeiða við, og hóast landsliðsarb- eiðið hevur ligið stilt í nøkur år, sær ikki út til, at føroyska landslidsstødid er viknad nakad hesi sabbat- årini. Medan urvalslidid so vid og vid dragnadi afturur, sá út til, at lands- lidsspælararnir undir dys- tinum onkunstadni heint- aðu sær nýggjar kreftir, og seinni hålvleikur varð einvegis spældur at kalla allur sum hann var. Onollurnar við at blaka bóltarnar burtur, sum sóust í fyrra hálvleiki, vóru burt- ur, og verjan, ið til tíðir í fyrra hálvleiki var í so op- in, var hermetiskt afturlat- in, so ikki bar til hjá úr- valsliðnum at fáa fleiri enn tey sjey málini, meðan teir á landsliðnum hinveg- in ikki færri enn 17 ferðir fingu spílað úrvalsmesk- arnar út. Eingin ivi um, at lands- liðið er væl fyri í løtuni, og skal liðið nokk eisini svarað til ta ítróttarligu av- bjóðing, teir báðir dystirnir móti íslendska Ul9-landsliðnum eru. Íslendingarnir eru góðir, so formurin hjá føroysku spælarunum skal nokk sleppa at standa sína roynd. Ein venjingardystur skal spælast aftrat, og verður hann í Vestmanna miku- kvøldid, og har verður tað tann úttikni hópurin, ið sleppur at royna seg móti úrvalsliðnum hjá Jørleif Kúrberg einaferð enn. hj. Minnist til haldåragjaldid! Andreas F. Hansen å landsliðnum hevur her sloppið sær inn um Sámal Hansen í úrva!s- verjuni og í leysari luft og flottum stíli skjýtur hann eitt av teimum 28 landsliðsmálunum í dystinum sunnukvøld- ið, ið endaði 28-18. Mynd: Jens Kristian Wang Hanus tikið 12 mans út Venjarin hjá hond bóltslandsliðnum, Han us Joensen, hevur eftir dystin sunnudagin mot einum úrvalsliði tikið út 12 spælarar, so n meginparturin av Í inum ul dysurnar m íslendska U19-land liðnum klårur. 7 spælarar skulu takast aftrat, og teir fer Har at taka stóðu til í hesi vikuni. >Ég haldi sjálvur hópurin er hampuliga væl fyri, og tað krevst eisini, um hugsað verð- ur um, hvussu gott ís- lendska liðið er,< sigur Hanus Joensen við Sos- talin. >UT9-landsliðið hevur eitt nú vunnið fleiri millumlanda- kappingar, og talan er allan vegin igjøgnum um spælarar, sum eru á 1. deildarliðum har yv- iri og eisini er onkur av teimum við á sjálvum A-landsliðnum.< Hanus vísir eisini á, at hóast eingin grund er til at vænta nøkur stór úrslit av føroyska liðn- um beinanvegin, so er manningin á rættari leið og at okkurt skal Oivad spyrjast burturúr, verður hildið fast við itt samanhangandi landsliðsarbeiði >Tað merkir sjålv- sagt landsliðið og hondbóltin sum heild, at vit í fýra ella fimm ár ikki hava havt nakran dyst móti útlendingum, men tað fáa vit vónandi gjørt nakað við í komandi tíðini,< sigur Hanus Joensen. >Men vit fara so at royna tað, vit kunnu mót islending- unum, hóast teir uttan iva koma at gera okk- um dystirnar torfgrar.< hj. Teir 12, ið higartil eru úttiknir til hondbóltslandsliðið, eru Carsten Andersen, Neistin, Regin Jakob- sen, Kyndil, Dia Midjord, Kyndil, Andreas F. Hansen, Kyndil, John Petersen, StÍF, Hannis Wardum, Tarup Paarup, Jóan Pauli Olsen, VIF, Ingi Olsen, VÍF, Jónleif Sól- sker, Kyndil, Petur Petersen, K ynd- il, Bjarki Ellefsen, Neistin og Uni Wardum, Neistin. Tveir aftrat til 14 mans hópin verða úttiknir í vikuni. El ve FR 0 Kid HE, ES FF SS ON